hósdagur 10. apríl 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 10. apríl 2008
5
Í dag og í morgin er
virkisbygningurin hjá
P/F Poul Michelsen
við Hoyvíksvegin
karmur um tiltakið
Matur og Matgerð
2008. Høvuðsnavnið
á tiltakinum er
kendi danski stjørnu
kokkurin, Jacob de
Neergaard
MATVINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tiltakið er fakligt og ætlað
teimum, sum vara av mat
vørum bæði innan detail
handilin og innan vistar
veiting, so sum matstøðum,
stórkøkum, proviantering
um
Tilsamans 22 framleið
andi fyritøkur úr Føroyum
og Danmark eru við í til
takinum. Flest allar fyritøk
urnar hava tað nýggjasta
innan matvørur við sær, og
høvi verður soleiðis at
nema sær kunnleika um
menningina og rákið í
vinnuni.
Høvi verður sostatt at
nema sær vitan og íblástur,
sum aftur eigur at koma
marknaðinum og brúkarun
um til góða.
Trý ymisk skeið eru fyri
skipað. Eitt fyri økonomum
og fólkum, sum arbeiða
innan almennar og privatar
stórkøkar, og eitt skeið er
fyri skipskokkar. Hesi bæði
skeið eru fyriskipað av okk
ara egnu kokkum nevniliga
Jóan Petur á Stongunum og
Jørgen Enghamar, sigur P/F
Poul Michelsen í tíðinda
skrivi.
Hinum triðja skeiðiðnum
stendur kendi danski stjørnu
kokkurin, Jacob de Neer
gaard fyri.
Jacob de Neergaard er
stjørnukokkur t. v. s. viður
kendur sum ein av allarbestu
kokkunum
í
Danmark.
Hann starvast á kenda mat
staðnum Søllerød Kro uttan
fyri Keypmannahavn.
Skeiðluttakaranir
eru
lærdir kokkar frá so at siga
øllum matstøðum í Føroy
um. Skeiðið leggur upp til
at vísa nýggjar og meira
spennandi matmøguleikar,
geva íblástur, hækka støðið
og breiðka úrvalið innan
matstaðarvinnuma.
Skeiðini verða hildin í
nýggju PMcaféini hjá P/F
Poul Michelsen við Hoy
víksvegin.
P/F Poul Michelsen hevur
havt hesi tiltøkini annað
hvørt ár nú í skjótt nógv ár,
men uttan samanbering er
hetta størsta og best fyri
skipaða tiltakið nakrantíð,
siga tey frá P/F Poul Michel
sen.
Undanfarin ár hava mill
um 500 og 600 fólk vitja
tiltøkini.
Stjørnukokkurin Jacob de Neergaard
vitjar Poul Michelsen
Vikuskiftistilboð
5 fruktir einans 10,- kr
(Pera, súrepli, appelsin og banan)
1 frukt og ein fløska av vatni
Egekilde ella Iceland Spring
fyri einans 10,-
Tilboðini eru galdandi á hesum støðum
í Klaksvík • í Gøtudali • á Frælsinum og við Ringvegin í Havn
Stjørnukokkurin Jacob de Neergaard er høvuðsnavnið á stóra
tiltakinum, Matur og Matgerð, hjá P/F Poul Michelsen í dag og
í morgin
Jørgin Enghamar og
Jóan Petur á Stongum
eru báðir kokkar - og
sølumenn hjá P/F
Poul Michelsen. Teir
hava gjørt hendan sera
spennandi matin
Mynd: Jens Kristian Vang