Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 69 - 10. apríl 2008 Risastórir træskurðir, ið flenna hánisliga ella skríggja av pínu eyðkenna kynisku realismuna hjá uppreistrarsinnaða kinesiska listamanninum Fang Lijun, ið sýnir fram í Listaskálanum í næstum List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fríggjadagin letur upp ein heldur øðrvísi framsýning í Listaskálanum við risastór­ um træskurðum hjá kines­ iska listamanninum Fang Lijun. Stílurin hjá Fang Lijun er ógvuliga einfaldur og real­ istiskur, har kinesiskir fig­ urar standa einsamallir ella eru partur av einari fjøld. Teir eru navnleysir, men við krúnrakaðum høvdum líkjast teir kinesiskum munkum ella fangum. Sjálv­ ur hevur Fang Lijun víst á strategiska týdningin við at velja myndevnið við krún­ rakaðu høvdunum sum eitt tekin um uppreistrarsinni. Hetta at traðka fram við krúnrakaðum høvdi fjalir munirnar millum einstak­ lingar og styrkir harvið tað kollektiva. Trupult er at gera av, hvørt figurarnir grína hánis­ liga ella skríggja í pínu og vreiði, og júst tað er við til at rúnabinda tann undrandi áskoðaran. Fang Lijun finst at Kina, ið rúmar ókendar møguleikar, men er sam­ stundis merkt av skerdum talu­ og trúarfrælsi. Kynisk realisma Í 1989, sama ár sum Fang Lijun varð útlærdur, tóku ógvusligir samanbrestir seg upp millum arbeiðarar, les­ andi og mentafólk á aðrari síðuni og myndugleikarnar og herin á hinari síðuni á Himmalska Friðartorginum í Beijing. Fólkið mótmælti mutur og svik í kommunist­ isku stjórnini og kravdu broytingar til frama fyri fólkaræðnum, men ístaðin endaði stríðið við, at fleiri túsund mótmælisfólk lótu lív og mong onnur vórðu løstað. Í hesum sambandi svaraðu listafólk aftur við einum nýggjum, listarligum ráki, ið kallað var kynisk realisma, og sum á at líta var ein kensluleys lýsing av menniskjanum. Kyniska realisman førir listina víðari, sum undir mentanarkollveltingini var tann einasta viðurkenda, har stoltir arbeiðarar ótroytti­ ligir líta frameftir móti heið­ ur og æru, og samstundis ger kyniska realisman gjøld­ ur burtur úr hesari somu listini. Serlig tøkni Fang Lijun er føddur í 1963 og vaks upp undir mentanar­ kollveltingini. Hansara fyrsta listarliga uppliving var tann serliga kenda kines­ iska propagandalistin. Tá ið hann í 1980’árunum kom inn á grafisku deildina í Listaháskúlanum í Beijing, var heimurin vorðin opnari. Fang Lijun fekk tí høvi at fara á námsferðir til Hol­ lands, Noregs og USA. Umframt grafikkin fæst hann við málningalist, høgg­ myndir, tekningar og instal­ latiónir. Á framsýningini í Lista­ skálanum er dentur lagdur á risastóru træskurðirnar, sum Fang Lijun síðan miðskeiðis í 90’árunum fór at arbeiða uppá. Hann hevur ment eina serliga tøkni, ið ger tað møguligt at skapa risastórar træskurðir, sum eftir asiatiskari siðvenju eru prentaðir á ovurstórar rullur og hongdir upp á veggin. Fang Lijun er í dag millum fremstu listafólkini í kinesisku samtíðarlistini. Hansara verk eru nógv eftir­ spurd, og hann hevur sýnt fram á fleiri listasøvnum í Fjareystri, Evropa og USA. Kinesisk skríggj í Listaskálanum Framsýningingin í Listaskálanum við verkum hjá Fang Lijun er fingin í lag í samstarvi við Det Danske Kulturinstitut, ið arbeiðir við at fremja býti av list og mentan millum Danmark og Kina. Kuratorurin Zhu Huiping hevur lagt framsýningarnar og myndaskránna til rættis. Myndaskráin telur 114 síður og er prýdd við træ­ skurðum, málningum og installatiónum. Her fær áskoðarin eina greiða fatan av listarligu breiddini hjá Fang Lijun. Framsýningin er opin frá 11. apríl til 1. juni 2008 Fernisering verður fríggjadagin klokkan 17 FAKTA Verkini hjá Fang Lijun kunnu síggjast eitt mótmæli móti skerda tali- og skrivifrælsinum í Kina