hósdagur 10. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 69 - 10. apríl 2008
Tá lógin um skráseting
argjald av nýggjum bilum
varð dagførd tann 1. mai
1999 hevði ein villa sníkt
seg við í lógartekstin.
Villan bar við sær, at
tað almenna ikki longur
hevði
lógarheimild
at
krevja mvg av skráset
ingargjaldinum
av
nýggjum bilum.
Mistakið varð ikki upp
dagað fyrr enn seks ár
seinni, og tann 28. apríl
2005 varð nýggj lóg sam
tykt, har hetta var rættað.
Villan
merkti
sam
stundis, at fólk, ið høvdu
keypt
nýggjan
bil
í
tíðarskeiðnum, sum lógin
var í gildi, høvdu goldið
ov nógv í mvg, tá bilurin
varð
innfluttur.
Ein
borgari kærdi um hetta,
men fekk ikki viðhald frá
Toll
og
Skattstovuni,
sum stovnurin tá æt.
Málið varð kært til
Skatta og avgjaldskæru
nevndina, og tann 25.
oktober 2006 gav nevndin
kæraranum
viðhald
í
málinum.
TAKS vildi tó ikki
góðtaka úrskurðin, men
gjørdi av at kæra henda til
Føroya Rætt.
Enn hevur rætturin ikki
gjørt úrskurð í málinum.
mørk
Fakta
1. mai 1999 vórðu dag
føringar gjørdar í lógini
um skrásetingargjald fyri
innflutning av bilum.
28. apríl 2005 verður
lógin broytt, soleiðis at
heimildin at krevja inn
ætlaða gjaldið verður í
lagi.
25. oktober 2006 ger
hjá Skatta og avgjalds
kærunevndini úrskurð í
kærumáli. Har verður
staðfest, at tað ikki var
lógarheimild at krevja
inn millum 1 mai 1999
til 28 apríl 2005.
26 mars 2008 tekur
Skatta og avgjaldskæru
nevndin avgerð um, at
avgerðin frá 25. oktober
skal fylgjast, so leingi
sum annar dómur ikki
fyriliggur í málinum.
Skatta og avgjalds
kærunevndin er hægsti
fyrisitingarligi myndug
leiki innan skatta og
avgjaldsøkið.
Mistakið hekk
í seks ár
Taks noktar at
endurrinda mvg,
sum keyparar av
nýggjum bilum
hava goldið ov nógv.
Hetta hóast hægsti
skattamyndugleiki
hevur sagt, at eingin
heimild var at krevja
peningin, sum tí skal
afturrindast
Mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vóru fleiri bilaeigarar,
sum raknaðu við, tá Skatta
og avgjaldskærunevndin á
heysti 2006 gjørdi úrskurð
um, at landið hevði kravt ov
nógv í mvg av innfluttum
bilum.
Onkrir av bilaánarunum
gjørdu eisini av at krevja
endurgjald fyri bil, sum
varð keyptur í tíðarskeiðnum
millum 1. mai 1999 og 28.
apríl 2005.
Men hóast Skatta og
avgjaldskærunevndin longu
hevði staðfest, at heimildin
at krevja umrødda meir
virðisgjaldið inn ikki var til
staðar, noktaði Taks at
viðgera kravið. Ístaðin varð
sagt, at Taks metir avgerðina
hjá Skatta og avgjalds
kærunevndini sum ivasama,
og at stovnurin tí vil bíða,
til Føroya Rættur hevur
gjørt úrskurð í málinum.
Harraboð til Taks
Borgarin, sum hevði sent
kravið inn, vildi tó ikki lata
sær lynda hetta svarið, men
sendi
málið
víðari
til
Skatta og avgjaldskæru
nevndina við kravi um, at
Taks rindar ov nógv upp
kravda
meirvirðisgjaldið.
Hetta undir tilvísing til
málið, sum kærunevndin
viðgjørdi á heysti 2006.
Og støðan hjá Skatta og
avgjaldskærunevndini
er
púrasta greið.
Skatta og avgjalds
kærunevndin hevur tikið
eina avgerð, og so leingi,
sum henda ikki er broytt
við dómi, er rættarstøðan,
sum nevndin er komin til,
galdandi. Taks má fylgja
avgerðunum hjá nevndini
og kann ikki nokta at
viðgera umsóknir vísandi
til, at tey eru ósamd við
niðurstøðuna og hava lagt
málið fyri annan rætt,
verður sagt í niðurstøðuna
hjá Skatta og avgjalds
kærunevndini.
Nevndin krevur hartil, at
Taks tekur málið til veruliga
støðutakan, og vísir sam
stundis á, at Taks ikki kann
nokta at viðgera umsókn
vísandi til, at annað mál er
lagt fyri Føroya Rætt.
Avgerðir hjá Skatta og
avgjaldskærunevndini
eru
endaligar innan fyrisitingina.
Taks fylgir ikki skattareglunum
Í seks ár hevur tað almenna kravt á leið 125 milliónir ov nógv inn í meirvirðisgjaldi frá borgarunum. Men hóast krøv eru góðkend
frá hægsta fyrisitingarliga myndugleika, er ikki eitt oyra goldið út av hesum enn
Mynd: Jens Kristian Vang
Krøv um mvg-endurgjald
fyrnast eftir fimm árum. Tí
sparir tað almenna á leið 57.000
kr. fyri hvønn dag, sum gongur
Mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá
málið
um
ov
nógv
kravda
meirvirðisgjaldið kom fram á heysti
2006, varð mett, at talan í alt snúi seg
um 125 milliónir krónur, sum tað
almenna hevði kravt ov nógv inn í
tíðarskeiðnum frá 1. mai 1999 til 28.
apríl 2005.
Hóast avgerð um málið varð tikin á
heysti 2006, so hevur Taks enn ikki
goldið
nakað
endurgjald
sambært
úrskurðinum. Stovnurin sigur seg vilja
bíða eftir dómi úr Føroya Rætti, men tað
hevur Taks ikki rætt til, verður nú
staðfest av Skatta og avgjaldsnevndini.
Einki er at ivast í, at fleiri borgarar
spentir bíða eftir, hvønn úrskurð rætturin
kemur til. Men fyri fleiri teirra loysir tað
seg neyvan at bíða eftir hesum. Sambært
løgfrøðingum, sum Sosialurin hevur
tosað við, er talan nevnliga um mál, sum
fyrna eftir fimm árum, og tí er nú
avmarkað, hvussu nógvir keyparar
kunnu
krevja
mvgendurgjald
frá
landskassanum.
Fyrningarreglan merkir, at í dag eru
tað bert krøv, sum eru nýggjari enn 10.
apríl 2003, sum kunnu setast fram.
Treytað av, at longu innsendu krøvini
ikki eru alt ov nógv í tali, so merkir
hetta, at av teimum upprunaligu 125
milliónunum, kunnu borgarar í dag bert
krevja á leið tær 50. Hetta roknað út frá
teirri fortreyt, at bilakeypið hevur verið
javnt øll tey árini, sum lóggávan var í
gildi.
Og um so er, at borgarar bíða eftir,
hvørja niðurstøðu rætturin kemur til, so
loysir tað seg væl og virðiliga hjá Taks at
dríggja
hetta
málið
sum
longst.
Avleiðingin er nevnliga, at landið sparir
á leið 57.000 kr. fyri hvønn dag, sum
gongur, uttan at nýggj krøv verða sett
fram.
Spara 57.000 kr. um dagin
So ymisk og tó á Zarepta
Aftur í ár verður familjulega fyri brekað vesturi á Zarepta.
Legan er ætlað øllum teimum, sum bera brek, og familjum
teirra. Legan byrjar hóskvøldið 17. apríl og endar sunnu
dagin 20. apríl. Yvirskriftin fyri leguna er: “so ymisk og
tó...” Millum tiltøkini á leguni verða fleiri fyrilestrar um,
hvussu tað er at liva við breki ella at vera avvarandi at
fólki við breki. Harumframt verður tónleikur, fimleikur,
ríðing , svimjing, andakt, sangur, spæl og ítriv.
Langur fríggjadagur í SMS
Fríggjadagin 11. apríl hava handlarnir í SMS opið til kl. 23.00.
Umframt hópin av tilboðum í ymsu handlunum, verður Lort í
býin eisini á Torginum. Millum klokkan 17 til 21 verður Meyla
stjóri í SMS, og tað verður stuttligt. Hon hevur nevnliga boðið
dansigentunum og klovninum JoJo at hjálpa sær. Frá klokkan
17 og hvønn heilan tíma til klokkan 20 verður hon at síggja
ymsastaðni i SMS. Hon fer at sita við kassan í Miklagarði,
gera ísar í Horninum, servera burgarar í Burger King og kaffi í
Baresso, og hon syngur og dansar í SMS. Eisini undirheldur
klovnurin JoJo børnum og vaksnum.
Tøgn á Taks
Vit ætlaðu at fáa viðmerkingar til málið um mvg
endurgjald fyri persónbilar frá Taks, men tað hevur
ikki eydnast okkum.
Stjórin, Arnold Nielsen, er burturstaddur, og tað
hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá
virkandi stjóranum, Hjørdis Gaard.
Vit ætlaðu annars at spyrja, hví Taks ikki hevur
goldið pening út, tá avgerð hjá Skatta og
avgjaldskærunevndini stðafestir kravið hjá
borgaranum. Um Taks hevur kunnleika um, hvussu
nógv krøv eru send inn um mvgendurgjald. Um
Taks fer at viðgera hesi krøv sambært seinasta
úrskurðinum hjá Skatta og avgjaldskærunevndini.
Og um tað hevur áhuga hjá Taks at dríggja
viðgerðina av rættarmálinum í Føroya Rætti,
soleiðis at alt fleiri krøv fella fyri fyrningarfreistini.
-mørk