Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 69 - 10. apríl 2008 ið talan er um stóran nøgdir, sum vera keyptar og er talan um amfetamin kann talan eisini verða um stóran nøgd­ aravsláttur. ­ So tað kann av sonnum siga, at tað er stórur vinn­ ingur í at selja rúsevni í Før­ oyum, segði ákærin. Men sjálvandi kunnu prís­ irnir eisini víkja frá tí van­ liga undir serligum um­ støðum Í hesum sambandi hevur løgreglan verið úti fyri, at keyparar fáa ein ávísan avsláttur, tá ið talan er um at keypa stórar nøgdir, ella tá ið keypari og seljari eru serliga væl. Einaferð hevur løgreglan eisini verið úti fyri, at keyp­ arar hava trýst prísirnar langt niður, tí dygdin í eini sending var ov vánalig, samstundis nógv betri slag eisini var í umfari. Fyri yvirhøvur at sleppa av við tað vánaligu vøruna, hevði seljarin sostatt onki val enn at lækka dumpa prísin. Flestu keyparar eru ungfólk Tað er eisini greitt, at vórðu allar hesar 14.000 ekstasy­ tablettirnar og øll hesi 796 grammini av amfetamin­ pulvuri selt á gøtuni í Før­ oyum, høvdu teir allarflestu keypararnir verið ungfólk. Ákærin sigur, at royndir­ nar hjá løgregluni vísa, at høvuðsbólkurin av narko­ tika­ misbrúkarum í Føroy­ um eru ungfólk ímillum 18 og 25 ár. ­ Elsti misbrúkari, sum løgreglan veit um, er 50 ára gamal og tann yngsti er bara 12 ára gamal, segði ákærin. Men misbrúkararnir ger­ ast alsamt yngri og yngri og løgreglan sigur nú, at talið á blaðungum misbrúkarum í aldursbólkinum ímillum 16 og 18 ár, er eisini vaksin nógv seinastu tíðina. Vanliga hava tað mest ver­ ið dreingir, sum hava mis­ brúkt rúsevni, men seinastu tíðina eru eisini fleiri og fleiri gentur at finna ímill­ um misbrúkararnar, so at nú at er at kalla javnstøða á økinum. Somuleiðis er greitt, at nettupp amfetamin og ekstasy eru blivin heilt van­ lig rúsevni, men hassj er eisini vanligt. Tveir rúsir í part Ákærdi vísti á, at verður keyparabólkurin í hesum føri settur til aldursbólkin ímillum 15 og 30 ár, eru til­ samans 9877 fólk í hesum aldursbólki í Føroyum. Tað merkir, at tær nøgd­ irnar, vit her tosa um, høvdu verið nóg mikið til tveir rús­ ir í part hjá øllum aldurs­ bólkinum í Føroyum ímill­ um 15 og 30 ár. Men sjálvandi er tað meg­ inparturin av hesum, sum ikki misbrúka rúsevni yvir­ høvur og sostatt er talan um rættiliga nógv rúsevni til teir misbrúkarar, sum eru. Ákærin gjørdi hesar stað­ festingar fyri at vísa, hvussu nógv rúsevni, talan í veru­ leikanum er um í hesum máli. Men ákærin vísti eisini á, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, men vórðu somu nøgdir upp á seg eftir fólka­ talinum smugglaðar til Dan­ markar, hevði talan verið um 103,5 kilo av amfetamini og 127,6 kilo av eksasy­ pulvuri. ­ So í hesum føri er talan um heilt stórar upphæddir eftir føroyskum viðurskift­ um, segði ákærin. Ávirkar ikki prísin Hon vísti eisini á, at eftir teimum royndum, sum løg­ reglan hevur, hevði tað ikki ávirkað prísirnir nevnivert, at so stór nøgd kom á marknaðin í senn. Løgreglan hevur áður verið úti fyri, at, at stórar mongdir eru komnar til landið í senn, uttan at tað hevur ávirkað prísin niður­ eftir. Men ákærin helt nú heldur ikki, at alt hevði komið á marknaðin ísenn fyri ikki at gera útboðið ov stórt. ­ Snild handilsfólk vita, at marknaðurin skal ikki oysast undir í eini vøru, tí soi er vandi fyri, at prísurin fellur. Hetta vita narkotika­sølu­ fólk eisini. fyri 5,1 mió krónur kan ungdóm Robottar til arbeiðis Í Japan rokna vísindafólk við, at innan 2025 fara 3,5 milliónir robottar at arbeiða á verksmiðjum og aðrastaðni í landinum. Orsøkin er, at fólkatalið í Japan minkar, og at tær vinnuføru hendurnar tískil verða færri í framtíðini. Japanskar kvinnur fáa 1,3 barn í meðal, og tað er alt ov lítið, um fólkatalið skal halda sær. Vísindafólkini siga, at japanska arbeiðsmegin kann minka heili 16 prosent innan 2025, og tí mugu robottar koma ístaðin fyri. Japanar gerast altsamt færri, og tí má landið fáa robottar at arbeiða (Mynd: Vísir) Sofus S. Gregersen formaður í Pro Vita Nevndin í Føroya Pro Vita hevur skipað seg soleiðis: Formaður: Sofus S. Gregersen, virkismenningarleiðari, Fuglafjørður, næstformaður: Hilda Viderø, familjuráðgevi, Klaksvík, skrivari: Bárður á Lakjuni, lærari, Leirvík, kassameistari: Osla Sevdal, lærarinna og familjuterapeutur, Kambsdalur. Nevndarlimur er Ólavur í Mittúni, maskinmeistari, Klaksvík. Tiltakslimur eru Erla Berghamar Sørensen, grafikari, Tórshavn og Elspa Sørensen, húsmóðir, Norðragøta Tær mongdirnar av narkotika, sum vóru eftir í Føroyum, høvdu eitt øgiligt virði og høvdu havt stóra ávirkan á føroyska samfelagið, sigur ákærin í stóra narkotikamálinum, sum er í Føroya Rætti alla hesa vikuna. Og keypararnir høvdu í allar mesta mun verið ungfólk, tí royndir vísa, at felstu misbrúkarar eru ímillum 16 og 25 ár Tekning: Hannis Egholm