hósdagur 10. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 69 - 10. apríl 2008
Maðurin, sum alla
hesa vikuna er til
viðgerðar í Før
oya Rætti í stóra
rúsevnamálinum,
hevði rúsevni í bili
num, sum kundu
verðið seld á gøtuni
í Føroyum fyri 5,1
milliónir og keyp
ararnir høvdu í
høvuðsheitum verið
ungfólk
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hevði ein maður selt øll tey
rúsevnini í gøtuni í Føroy
um, sum hann hevði fingið
hendur á, hevði tað gjørt
hann til millióning fleiri
ferðir.
Tað er komið fram í stóra
narkotikamálinum,
sum
hevur verið til viðgerðar í
einum nevningatingi í Før
oya Rætti alla hesa vikuna.
Maðurin er ákærdur fyri
at hava varðveitt yvir 24
kilo av amfetaminpulvuri
og sløk 15 kilo av ekstasy
pulvuri fyri tveir íslendskar
smuglarar í eina góða viku í
september í fjør.
Teir báðir komu til Før
oyar í einum stuttleikabáti
og ætlanin var, at evnini
skuldu smuglast víðari til
Íslands.
Men tá ið teir báðir ís
lendsku smuglararnir fóru
av aftur landinum, lótu teir
tveir ryggsekkir við rúsevn
um verða eftir hjá tí ákærda
í Føroyum.
Talan var um 796 gramm
av amfetamini og 982
gramm av ekstasypulvuri.
Ekstasypulvuri, sum tal
an er um, eru nóg mikið til
at gera yvir 14.000 miðal
sterkar tablettir burturúr.
Men verður tað blandað
veikari, fáast sjálvandi nógv
fleiri tablettir burturúr.
Í einum grammi av am
fetamini eru 34 “banar”,
sum tað eitur á fakmáli og
leyðsliga mett høvdu tey
796 grammini av amfeta
mini sostatt verið nóg mikið
til einar 3000 “banar”.
Ákærdi goymdi evnini í
bilinum,
men
løgreglan
legði hald á tey, tá ið bilurin
varð rannsakaður.
Seljast fyri 5,1
milliónir
Undir rættarmálinum hevði
ákærin gjørt sær ómak at
víst nevningunum, hvussu
stórt virði hendan nøgdin
av narkotika hevði havt á
svarta marknaðinum í Før
oyum.
Í hesum sambandi bygdi
ákærin sínar metingar á
upplýsingar frá narkodeild
ini hjá løgregluni. Alt hetta
bygdi sostatt á upplýsingar,
sum løgreglan kom fram á í
sínum kanningum og tað,
sum løgreglan hevði lagt
hald á og sjálvandi eisini
tað, sum hon annars visti
um hetta virksemið í Før
oyum.
Og ákærin segði, at hevði
øll hendan mongdin av rús
evnum verðið seld á gøtuni
í Føroyum, hevði søluprís
urin verið góðar 5,1 milli
ónir krónur.
Hon vísti á, at tað er nógv
dýrari at keypa rúsevni á
svarta marknaðinum í Før
oyum enn tað er at keypa á
gøtuni í okkara grannalond
um.
Í Føroyum kostar ein
ekstasy tablett ímillum 300
og 350 krónur og eitt
gramm av amfetamini kost
ar 700800 krónur.
Í Danmark er prísurin á
amfetamini 100300 krónur
fyri grammið, alt eftir hvar
í landinum tað er og ein
ekstasytablett kostar 30
150 krónur.
Men prísurin á hvørjari
tablett kann fara heilt niður
í 812 krónur fyri hvørja, tá
Narkotika
til føroys
Vænta fleiri ódnir í ár
Granskarar á lærda háskúlanum í
Colorado í USA vænta heldur fleiri ódnir í
Atlantshavinum í ár enn higartil mett
Granskaraliðið í Colorado, sum er undir leiðslu av
einum av teimum fremstu granskarunum á hesum øki,
Bill Gray, sigur nú, at teir tropisku stormarnir og tær
tropisku ódnirnar í Atlantshavinum verða heldur fleiri í
ár enn higartil mett.
Bill Gray og hansara fólk vænta 15 tropiskar stormar
í ár, og at átta teirra fara at menna seg til tropiskar ódnir.
Í meðal eru 10 tropiskir stormar og seks ódnir í Atlants
havinum um árið. Granskararnir á Colorado State
University siga, at tað er 69 prosent sannlíki fyri, at tær
harðastu ódnirnar fara at raka land.
Hóast ódnirnar væntandi verða fleiri enn higartil
mett, eru tær fáar samanborið við 2005. Tað árið vóru
28 tropiskir stormar, og ein teirra endaði sum ódnin
Katrina. At stormarnir verða so nógvar í ár kemst sam
bært amerikonsku gransk
arunum av, at La Nina
streymurin í Kyrrahavinum
viknar, og at eystari partur
av Atlantshavinum verður
heldur heitari enn vanligt.
Monica spøkir aftur
Navnið á Monicu Levinsky er nú nevnt í forsetavalstíðnum í USA.
Sjálv hevur tann nú 34 ára gamla Monica ikki sagt eitt einasta orð í
valstríðnum, men navn hennara er komið fram, tí dóttir Hillary og Bill
Clinton, tann 28 ára gamla Chelsea, varð nú um dagarnar spurd, hvørja
ávirkan sambandið millum fyrrverandi forsetan og Monicu hevði á
Clintonhúskið. Tað var týðiligt, at Chelsea var alt annað enn fegin um
spurningin, og hon svaraði eisini stutt: ”Tað kemur ikki tær við”. Hetta
er ikki fyrstu ferð, at Chelsea fær hendan spurningin, og hevur hon
altíð svarað, at hetta er eitt innanhýsis mál, sum ikki kemur øðrum við.
54 fólk kvald í frystibingju
Tað var ein óhugnalig sjón, sum møtti teimum teilendsku løgreglumonnunum, sum skuldu kanna eina frystibingju,
sum var komin úr grannalandinum Burma. Á dúrkinum í bingjuni sótu og lógu 121 fólk, og kanningar vístu, at 54
teirra vóru deyð av lufrtroti. Bingjan, sum hevur verið brúkt til at flyta frystan fisk í, var seks metrar long og lufttøtt.
Í morgin fara
grannalondini hjá
Zimbabwe at tosa um,
hvussu tann politiska
kreppan har kann
loysast
ÚTLOND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Higartil hava grannalondini
hjá Zimbabwe ikki lagt seg
beinleiðis út í stríðið millum
stýrið hjá Robert Mugabe,
forseta og andstøðuna um
úrslitið av valinum næst
síðsta vikuskiftið.
Formaðurin í suðurafri
kanska stjórnarflokkinum
ANC, Jakob Zuma, er tann
einasti leiðandi politikarin í
grannalondunum, sum hev
ur fýlst á, at valnenvdin í
Zimbabwe ikki hevur kunn
gjørt úrslitið enn. Suðurafri
kanski
forsetin,
Thabo
Mbeki, hevur harafturímóti
biðið partarnar geva tol, og
hann hevur mælt altjóða
samfelagnum frá at leggja
seg út í málið.
Nú er kortini líkt til, at
myndugleikarnir í Zambia
vilja hava eina loysn á
kreppuni í Zimbabwe, og
eftir áheitan frá zambiska
forsetanum, Levy Mwana
wasa, hittast londini í suður
afrikanska menningarfelags
skapinum til kreppufundar
um støðuna leygardagin. 14
lond er í hesum felags
skapi.
Tað er neyðugt, at alt
økið samstarvar fyri at fáa
eina loysn á kreppuni, sigur
zambiski forsetin við BBC.
Grannaráðstevna
um Zimbabwe