Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 69 - 10. apríl 2008 Hetlendingar mistu sítt umboð í nevndini fyri Smyril Line á aðalfundinum í gjár. Tað kom kortini ikki óvart á, tí teir høvdu loddað dýpið framman undan AÐALFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Á aðalfundinum hjá Smyril Line uppi á Hotel Føroyum, varð hetlendski limurin í nevndini ikki afturvaldur, hóast nevndin varð víðkað frá fýra til fimm limir. - Hetta kom ikki óvart á okkum á sjálvum fundinum. Vit høvdu havt okkara følar- ar úti og visti tí, hvønn veg tað bar, sigur formaðurin fyri Shetland Development Trust, Josie Simpson. Hann noyðist nú tungu leiðina niður aftur til Het- lands at greiða frá, at teir, hóast teir eiga 16% av parta- peninginum í felagnum, ikki longur hava ein lim í nevndini hjá Smyril Line. Og tað harmast hann stór- liga um. - Eg eri vísur í, at var tað ikki fyri pengarnar, sum vit settu í felagið, var eingin nýggj Norröna komin. Nú hava vit onga ávirkan og mugu meta pengarnar sum mistar, sigur Josie Simp- son. Tað er sjálvandi ein møgu- leiki at selja partabrøvini, men – sum hetlendngarnir vísa á – hvør vil keypa? Shetland Development Trust vísir í einum tíðinda- skrivi á, at útskiftingin av teirra umboði í nevndini kemst av, at Smyril Line ynskir nevndina at verða meiri »business-like«, og at nevndarlimirnir skulu hava fleiri handilsligar royndir. Harmur, ikki vónbrotin Hetlendingurin, sum hevur sitið í nevndini umboðandi Shetland Development Trust, er Robert Walther Hunter, vanliga nevndur Bobby. Og hann er harmur um, at hansara dagar sum nevndarlimur í Smyril Line nú eru taldir. - Vit halda annars, at vit hava verið ógvuliga kon- struktivir í okkara arbeiði í nevndini. Fyri fleiri árum síðani skutu vit upp, at av- marka vetrarsiglingina, men tað er ikki hent fyrr enn nú, vísir Bobby Hunter á. Í 2003 var gjørd ein so- nevnd partaeigaraavtala, sum var galdandi í fimm ár fram, og sum tryggjaði Shet- land Development Trust umboðan í nevndini í Smyril Line. Hendan avtal- an gekk út fyri fáum døgum síðani. - Eg eri sjálvandi keddur um, ikki longur at vera lim- ur í nevndini hjá Smyril Line, men má góðtaka, at felagið ynskir nevndarlimir við handilsligum royndum. Vit skutu annars upp, at víðka nevndina upp í seks limir heldur enn upp í fimm, men tað vann ikki frama, sigur Bobby Hunter. Reglugerðin fyri felagið loyvir annars upp til sjey nevndarlimir. Shetland Development Trust eigur 4,4 milliónir pund í partapeningi í Smyril Line, og roknar nú peningin meiri ella minni mistan. Harmir hetlendingar Josie Simpson (vm) og Bobby Hunter aftaná aðalfundin hjá Smyril Line á Hotel Føroyum í gjár Mynd: Jens Kristian Vang Gloyma samiska málið Felagsskapurin hjá teimum norsku samunum er misnøgdur við, at samisku skattaborgararnir kunnu ikki brúka teirra egna mál, um teir skulu gera broytingar í sjálvuppgávuni. Orsøkin er, at broytingar kunnu bera gerast elektroniskt, og tað vísir tað, at tað kann bara gerast á norskum máli. Samiski tingmaðurin Klemet Erland Hætta sigur við ANB- tíðindastovuna, at framferðin hjá skattavaldinum er brot á ta samisku mállógina. Klemet Erland Hætta: – Óneyðugt við mállóg, um myndugleikarnir ikki halda hana (Mynd: Nordlys) Dreamliner seinkað Tað gongst illa hjá Boeing-verksmiðjuni at halda tíðarætlanina fyri, nær verksmiðjan skal lata sítt fyrsta flogfar av slagnum Boeing 787 ella Dreamliner, sum flogfarið verður rópt. Nú hevur verksmiðjan fyri fjórðu ferð útsett ætlanina, og nú verður sagt, at tað fyrsta flogfarið lættir sær á síðst í 2009. Upprunaliga skuldi japanska felagið Air Nippon fáa tað fyrsta nú í vár. Íslendska Icelandair Group hevur bílagt fýra Dreamliner, skrivar Morgunblaðið. Handilsligt grundarlag - Vit ynskja at reka Norrönu á einum handilsliga so tryggum grundarlag sum gjørligt, meðan hetlendingar fyrst og fremst hava gjørt íløguna fyri at styðja undir egið infrakervi, sigur Gunnar í Liða, stjóri í TF Holding AÐALFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo TF Holding eigur saman við Framtaksgrunninum meiri enn 50% av partapen- inginum í Smyril Line, og sum eitt felag rikið á hand- ilsligum grundarlagi ynskja eigararnir, at felagið skal standa seg so væl fíggjar- liga, sum yvirhøvur tilber. Gunnar í Liða, stjóri í TF Holding, heldur ikki, at tað er fremsta áhugamálið hjá hetlendsku íleggjarunum. - Hetland hevur sum partaeigari sæð hetta sum eina íløgu, ið fyrst og fremst skal gagna infrakervinum í Hetlandi. Orsøkin til, at teir yvirhøvur vóru umboðaðir í nevndini var, at gjørdur varð ein partaeigarasáttmáli, sum tryggjaði teimum umboðan í nevndini fimm ár fram, sigur Gunnar í Liða. Hann heldur, at tá teir ikki hava sama handilsliga áhuga í Smyril Line, sum restin av íleggjarunum, er tað upp á sítt pláss, at skifta hetlendska nevndarlimin út við ein, sum ynskir at reka felagið á handilsligum grundarlagi. - Tá tað vísir seg, at tað ikki er fíggjarligt grundarlag fyri at sigla upp á Hetland, so mugu vit taka skipið úr teirri rutuni. Og tað er ikki í áhugamálinum hjá het- lendsku myndugleikunum. Men vit mugu reka skipið so fíggjarliga forsvarligt, sum gjørligt, sigur Gunnar í Liða. Hann vísir annars á, at tá Smyril Line verður rikið væl so væl sum tilber á handilsligum grundarlagi, so kemur hetta eisini Shet- land Development Trust til góða sum íleggjari. - Men tað stutta av tí langa er, at hetlendingar ikki hava somu áhugamál í Smyril Line, sum restin av íleggjarunum, og tí meta vit onga grund var til, at teir eru umboðaðir í nevndini, sigur Gunnar í Liða. Gunnar í Liða umboðar TF Holding, sum saman við Framtaksgrunninum eigur meirilutan í Smyril Line