hósdagur 10. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 10. apríl 2008
13
S
einastu tíðina hevur verið
ómetaliga nógv tosað um
umhvørvið. Tað er nakað nýtt,
tí føroyingar eru ikki tiltiknir
fyri at geva umhvørvinum
stórvegis ans. Men nú er vent í
holuni. Nú er umhørvið nakað
øll kunnu tosa við um.
Fjølmiðlarnir vísa dúgliga á
hvussu orka kann sparast. Og í
skúlum kring landið verður
umhvørvið sett á breddan sum
ongantíð fyrr. Og orsøkin til at
umhørvið er komið á móta er
sjálvandi nær tengt at stóru,
altjóða umhvørvisráð-stevnuni
TACC – Trans Atlantic Climate
Conference.
Ein slík ráðstevna er við til at
seta eitt ómetaligt fokus á tað
evni hon skal viðgera. Ein
ráðstevna er ein hópur av vitan,
ið verður savnaður á einum
staði, og hendan vitan vil eisini
smitta á kring-liggjandi
samfelagið og vónandi eisini
broyta samfelagið. Vitan kann
tó eisini elva til kjak ella enntá
“mót-vitan”, men sum heild vil
vitan skapa eitt betri grundarlag
til at taka avgerðir.
Vitan finst í nógvum
formum, men er vanliga bundin
at orðum ella tølum. Oftast vil
tann teljiliga ella hagfrøðiliga
vitanin virka sterkari, tí hon
ikki er so løtt at afturvísa. Al
Gore hevur í síni umhvørvis-
herferð “An Inconvenient
Truth” nýtt hagfrøðiliga vitan
til at gjøgnum-trumfa síni
argumentir um umhvørvis-
vernd. Umvent hava
umhvørvis-skeptikarar sum
Bjørn Lomborg eisini nýtt
hagfrøðiliga vitan til at
mótprógva Al Gore. Men undir
øllum umstøðum fáa vit við
hesum kjaki tøl á borðið, og
við hesi vitan verður tað
alsamt truplari at ignorera
umhørvis-trupulleikarnar.
Orkukjak og cool cash
Millum vanligar føroyingar er
umhvørvis-kjakið nær knýtt at
orku-kjakinum. Føroyar eru
eitt sera dálkandi íðnaðar-
samfelag og mobilitets-
samfelag. Men tað at føroyingar
nú byrja at síggja ein fyrimun
við at hugsa orku-sparandi,
byggir sjálvandi eisini á, at
orkan er vorðin so dýr.
Føroyingar verða vanliga
roknaðir sum sera konservativir,
og tað sama er galdandi á
umhvørvis-økinum. Tað er
lættari at halda fast við eina
orku-tøkni man kennir og ið er
prógvað at rigga. Í dag finnast
tó nógvar aðrar alternativar
orku-keldur, ið lættliga kunnu
nýtast í Føroyum. Ein trupul-
leiki er, at hendan tøknin er
relativt nýggj og tískil eisini
dekan ov dýr. Men størsti
trupulleikin er helst, at fólk ikki
duga at síggja hvussu nógv
kann sparast við at umleggja
orku-keldurnar. Vitanin er enn
ikki rokkin út í breiða
almenningin.
Tað gleðiliga við umhvørvis-
dilluni er, at hetta fær fólk fram
við vitnis-burðum um royndir
við alternativum orku-keldum.
Vindmyllur, hitapumpur og
sólpanelir vísa seg at vera ein
góð forrætning, og jú hægri
olju- og elprísirnir verða, tess
betri loysir tað seg at hugsa
alternativt. Og økta samfelags-
liga vitanin um alternativa orku
vil sjálvandi fáa fólk at taka
avgerð um at ogna sær hesi
nýggju tólini.
Alt gott um tað, men tað
hevði verið betri, um fólk vóru
skjótari at taka tað nýggja til
sín. Og her er tað, at hagtølini
koma innaftur. Um tað í
Føroyum varð granskað meiri í
orkusparing, so hevði samfelag-
ið havt betri og skjótari hagtøl
um evnið, og fólk høvdu
skjótari kunnað komið til eina
nýmennandi niðurstøðu.
Hagtøl eru samfelagsskapandi
Tað er nú einaferð soleiðis, at
menniskjur ikki kunnu siga
nakað skilagott uttan vitan. Alt
málið byggir á vitan, eins og
málið er ein fortreyt fyri vitan.
Fyri at nýmenna samfelagið er
tað so ómetaliga týðandi at fáa
nýggj orð og hugtøk inn í
málið. Orðini og hugtøkini eru
gróðrar-botnurin fyri at vitan
yvirhøvur kann spíra. Og tøðið,
ið kann betra um gróðrar-
botnin, er júst gransking og
hagtøl. Eitt hugtak er jú
ongantíð tikið úr leysari luft,
men byggir á okkurt, ið kann
mátast og lýsast. Og hugtøk, ið
eru væl mátað og lýst verða
sjálvandi meiri áhugaverd hjá
fólki at taka til sín. Tey verða
bókstaviliga sagt meiri
meiningsfull.
Tí eru hagtøl samfelags-
skapandi. Hóast alt samfelagið
(sjálvandi) er til, so er ikki alt
samfelagið til-vitað. Tað er
minni parturin av samfelagnum,
ið er sjónligur fyri breiða
almenningin, meðan restin er
krógvað í einum skugga av
ikki-vitan ella smalari serfrøði-
vitan. Við at fara inn og máta
tey duldu tingini í samfelagn-
um, verða hesi ting sjónlig og
kunnu harvið geva meining.
Harvið verða tey áhugaverd fyri
fjøldina og kunnu enntá gerast
hugtøk, ið øll kenna og duga at
nýta.
Enn einaferð er umhvørvið
besta dømið um ein part av
samfelagnum, ið áður var
duldur, men sum í dag stendur í
fullum blóma av tilvitsku.
Meiri tøl um lesiførleikan
Men tað eru so nógv onnur
dømi um ting, ið liva eina
skugga-tilveru.
Í 2006 fingu føroyingar ein
kvøkk, ið seint verður
gloymdur. Tá fingu vit at vita,
at lesi-førleikin hjá føroyskum
næmingum er sambæriligur við
lond sum Mexico og Brazil.
Talan var um sokallaðu PISA-
undankanningina, ið við
hørðum hagtølum meiðslaði
stoltu sjálv-tilvitskuna hjá
føroysku tjóðini. Alt ov leingi
høvdu føroyingar livað í eini
trúgv upp á mentanarligan
framkomin-leika. Men alt ov
sjáldan var hesin framkomin-
leiki mátaður og samanborin
við onnur lond.
Nú verður lesi-førleikin
mátaður, og tað er eisini við til
at økja um tilvitskuna hjá
foreldrum um at ein góður skúli
ikki bara kemur av sær sjálvum.
Tað vil altíð vera munur á
dygdini á skúlum, og tá hendan
vitan verður hagtald, so verður
eisini lættari hjá foreldrum at
seta krøv til skúlarnar. Tað
sama vil vera galdandi fyri
aðrar stovnar sum ellis- og
røktarheim og barnagarðar. Við
hagtølum fáa brúkararnir
møguleika fyri at seta krøv.
Harvið vilja hagtølini umvegis
vera við til at skapa betri
stovnar.
Hvørji fólk búgva hvar?
Í eini kommunu búgva nógv
ymisk fólk. Hesi fólk búgva í
ymisku býlingum ella bygdum,
og hesi støð eru eisini innan-
hýsis ymisk. Men kommunur
hava havt eitt lyndi til at føra
ein politikk sambært hvør rópar
harðast, meðan tað hevur verið
hugsað minni um at planleggja
breitt fyri ymiskleika. Fáar
kommunur hava holla vitan um
hvussu samansetingin av
borgarum er. Hvørji størv hava
borgararnir? Hvussu nógv
arbeiða í øðrum kommunum og
eru harvið pendlarar? Hvussu
nógvar barnafamiljur eru og
hvussu stórar eru tær? Hvussu
nógvir tilflytarar eru og hvussu
nógv eru innfødd?
Tá kommunurnar ikki
hagtelja hvørji ymisk fólk
búgva í kommununum, verður
eisini truplari at finna út av
hvat er best at raðfesta. Um tað
hinvegin finnast hagtøl fyri
bygdir og býlingar, so kunnu
bæði politikarar og borgarar
betri argumentera fyri sínum
ynskjum og krøvum. Fólk vita
hvat tey sjálvi vita, men vita
sjáldan hvussu nógv onnur eru
av somu meining. Við góðum
hagtølum um samansetingina
av borgarunum, ber knappliga
til at mobilisera politiskar
rørslur fyri einum ávísum máli.
Kann tað til dømis staðfestast,
at í einari bygd ella býlingi
búgva nógvir akademikarar, so
kunnu einstakir borgarar lættari
argumentera fyri, at barnagarð-
urin sjálvandi skal hava eitt gott
barna-bókasavn.
Skjótari og betri samfelag
Við at styrkja hagtals-grund-
arlagið verða betri avgerðir
tiknar skjótari. Og ofta vilja
skjótar loysnir vera ein
kvalitetur í sær sjálvum. Í
staðin fyri panikkloysnir í
ellvinta tíma kunnu skilagóðar
avgerðir takast, áðrenn tær
gerast ov átroðkandi.
Tí er tað gleðiligt, at ætlanir
eru um at seta á stovn altjóða
vitanarstovnin “TransAtlantic
Climate Institute” - TACIT.
Hetta fer at fasthalda føroyingar
í umhvørvis-diskursini, ið eisini
kann vísa seg at gerast eitt
avgerandi kappingar-parametur
bæði viðvíkjandi fiskivinnu og
ferðavinnu. Tað er neyðugt, at
ikki einans ein smøl elita skilir
teir umhvørvisligu samanhang-
irnar, men at talan er um eina
breiða, fólksliga vitan. Vitanin
skal gerast ein sjálvsagdur
partur av tí fólksligu, føroysku
mentanini.
Umframt hetta er Hagstovan
farin í gongd við arbeiðið at
gera eina fólkateljing. Tað
verður gagnligt at fáa betri tøl
um føroyska samfelagið, og her
áttu serliga kommunurnar at
spælt við fyri at fingið so
nógvar sosialar og mentanar-
ligar upplýsingar inn í
fólkateljingina sum gjørligt.
Føroya innlutningur av brennievni 1998-2008
Ár:
1998
1999
2000
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
1000kr:
187.575
265.262
508.515
488.614
414.681
445.548
530.772
717.185
861.503
865.328
Kelda: Hagstova Føroya, innflutningur býttur á BEC-vørubólkar
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Tøl skapa veruleikan
Næstu ferð:
Kristian Holbæk um børn og trivnað
Tíðargreinin
tíðargreinin
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
Tøl, ið tala: Tá fólk síggja eina talvu sum hesa, verða tey skjótt
greið yvir, at okkurt má gerast. Er samfelagið ikki væl og virðiliga
hagtalt, so er alt ov lætt at útseta tungar avgerðir.