hósdagur 10. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 69 - 10. apríl 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mia Davidsen, Æðuvík andaðist á Landssjúkrahús
inum 7. apríl, 55 ára gomul. Farið verður úr kapell
inum hósdagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr heim
inum fríggjadagin kl. 14 í Nes kirkjugarð. Tey, sum
vilja minnast Miu kunnu lata jólabygdini í Æðuvík
eina peningagávu. Konta í Norðoya sparikassa.
Kistan við Karl Kenning fer úr kapellinum á Suður
oyar sjúkrahúsi hósdagin klokkan 18. Jarðarferðin
verður fríggjadagin klokkan 13 úr Tvøroyrar kirkju.
Tey, ið vilja minnast Karl kunnu lata Tvøroyrar
missiónshúsi eina peningagávu. Konta í Eik.
Andlát og jarðarferðir
Ruth Olsen
fødd Isaksen
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 6. apríl,
70 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin kl. 17.30.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin kl. 13.30.
Vegna tey avvarðandi
Jákup N. Olsen
Mentamálaráðið hevur sett
Hans Petur Jacobsen í starv
sum skúlastjóra í Stranda
skúla frá 14. apríl 2008
Hans Petur Jacobsen hevur
starvast sum lærari í fólka
skúlanum síðani 1. august
2002 og hevur nomið sær eft
irútbúgving í alisfrøði, stødd
frøði, ítrótti og innan trivnað.
Hans Petur er upprunaliga
maskinmeistari, men hevur
seinni tikið HF prógv og
síðani læraraútbúgving.
Hans Petur hevur leiðslu
royndir frá smiðjuarbeiði,
sum maskinmeistari og sum
formaður í ítróttarfelag. Eis
ini hevur hann fyrisitingarlig
ar royndir sum limur í bygda
ráðnum í Sjóvar Kommunu
og formaður í trivnaðarnevnd
ini, har hann m. a. hevur sum
uppgávu at seta starvsfólk í
kommununi.
Hans Petur skúlastjóri
á Strondum
Hans Petur Jacobsen er 43 ára
gamal
Dagurin
11. apríl. Leo, deyður í 461. Pávin Leo I, nevndur tann
Mikli. Hann talaði Artala húnakong frá at hertaka og
ræna Róm. Navnið Leo merkir leyva.
Fríggjadagin kl. 15 – 18 letur
ein forvitnislig framsýning
upp í Smiðjuni í Lítluvík við
donsku listafólkunum Tove
Damm og Bjørn Wandall.
Talan er um eina sølu
framsýning við listaverkum
hjá føroyskum og donskum
listafólkum sum t.d. Sámal
Joensen
Mikines,
Ruth
Smith, Hans Hansen, Krist
in í Geil, Jógvan Waagstein,
William Heinesen, Niels
Bjerre, Jack Kampmann og
Sven Havsteen Mikkelsen.
Umframt málningar eru
eisini onkur gomul sjald
som, grindaknívar o.l.
Framsýningin
verður
annars opin leygardagin 12.
og sunnudagin 13. apríl frá
kl. 11 til 18.
Kend listaverk í Smiðjuni
Í dag hósdagin 10.
apríl eru 65 ár liðin,
síðani Elly og Eivind
Niclasen í Klaksvík
giftust
Eftir so langt lív saman
sigur tað seg sjálvt, at tey
bæði eru væl kendur partur
av býarmyndini í Klaksvík.
Tey búgva framvegis í
húsunum á Gerðareiði, sum
tey høvdu latið byggjað og
fluttu í, tá ið tey giftust í
1943.
Elly er ættað úr Norður
stovu í Gerðum. Hon er
fødd 4. august í 1922 og er
dóttur Karl, bónda, og Karo
linu, sum var úr Trøllagili.
Tey fingu átta børn: John
hild, Óli, Lena (doyði sum
smágenta), Elly, Trinilena,
Karl Monrad, Hedvig og
Mikkjal. Trinilena býr niðri,
og øll hini búsettust í Klaks
vík, har eftirkomararnir hjá
teimum eru rættuliga nógv
ir. Eftir á lívi eru Elly, Trini
lena, Hedvig og Mikkjal.
Eivind er ættaður úr Sør
vági. Hann er føddur 16.
juli í 1918. Foreldrini vóru
Elisabeth og Óli Niclasen .
Tey fingu níggju børn: Erik
búsettist í Klaksvík, Karl á
Tvøroyri, Nikolina í Vági,
Lena í Søldafirði, Hjalmar,
Jóhannus og Hans Dávid í
Sørvági og Ove og Eivind í
Klaksvík. Eivind er einsa
mallur eftir á lívi.
Elly og Eivind eiga trý
børn: Karolina, Ólavur og
Ragnar. Karolina og Ólavur
búgva í Klaksvík, og Ragn
ar hevur verið trúboðari á
Filipsoyggjunum og nú í
Onglandi.
Eivind kom til Klaksvíkar
fyrst undir krígnum. Hann
helt til hjá beiggjanum Ova,
sum hann trý ár seinni gjørd
ist granni hjá. Eivind tók
motorpassaraprógv
og
skiparaprógv, og miðskeiðis
í fimmti árunum tók hann
longdina í Klaksvík.
Í 1947 keypti Eivind sam
an við beiggjanum Hans
Dávidi og Guðleivi Thor
steinsson í Klaksvík útróðr
arbátin
Barðið.
Seinni
keypti Eivind partarnar hjá
hinum báðum, og hann
dreiv sjálvur bátin inntil
seinnapartin
av
fimmti
árunum. Í 1957 lótu Eivind
og brøðurnir Hjalmar og
Hannus línubátin Vesturvón
byggja. Eivind var skipari
fyrstu árini. Í seksti árunum
var hann í fleiri ár stýrimað
ur á einum donskum sleipi
báti, Sigyn, sum sigldi í
Grønlandi. Í 1969 lótu
Eivind, Hjalmar og Hannus
fyrsta hekkutrolaran Vestur
vón byggja. Fyri nøkrum
árum síðan gavst Eivind við
reiðaravirkseminum.
Bæði umborð á útróðrar
bátinum, línuskipinum og
trolaranum var hann tiltikin
røkin og nýtti sítt góða
hegni og sínar góðu arbeiðs
gávur. Elly hevur, sum nógv
tær flestu føroysku konurnar
og mammurnar tá í tíðini,
altíð verið heima og ansa
manni, børnum og heimin
um. Har hevur skinið av
hvørjum spreki, gestablídni
hevur verið stórt, og tey
bæði hava verið tiltikin fyri
góða urtagarðsrøkt.
Krúndiamantbrúdleyps
dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í kvøld.
65 ár í hjúnabandi