Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 69 - 10. apríl 2008 Týskvøldið varð enn ein leki staðfestur í Norðoyatunlinum. Menn frá Landsverki fóru beinanvegin at umvæla skaðan, og í morgun varð arbeiðið liðugt. - Vit vita ikki rættiliga hví, at tað hendir aftur, sigur Uni Danielsen, stjóri í Norðoyatunlinum Tunnil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Norðoyatunnil: - Men nú skuldi verið í lagi aftur!, staðfestir stjórin. Eftir at ávaringartólini fyrrakvøldið søgdu frá, at vatnstøðan var í hægra lagi, vóru menn skjótir á staðið fyri at kanna, hvat var áfatt. Teir kundi beinanvegin staðfesta, at skaðin minti ikki sørt um tann undan- farna, bert nakrar fáar hundrað metrar longur niðri í tunlinum: Trupulleikin var í sjálvari vatnleiðingini. Ein líknandi støða hendi herfyri, og viðkomandi spurningurin til Una Daniel- sen er tí, um hesin seinasti lekin er tann seinasti. - Vónandi er tað so, men eg kann sjálvandi ikki geva nakað garanti uppá tað, sigur hann við Sosialin niðri á botni í Norðoyatunli- num. Ótøtt samankoming Uni Danielsen var tíðliga í morgun komin ”on loca- tion” fyri at kanna støðuna. Hann hitti arbeiðsmenn og rakstrarleiðaran hjá Norð- oyatunlinum, Birgir Jo- hannesen. Teir vístu hon á skaðan, telduskíggjan sum hevur eftirlit við pumpum og trýsti, og teir fingu tosað saman um tað arbeiðið, sum varð framt í nátt. Og fyri Sosialinum kundi stjórin stutt staðfesta, at nú var alt í lagi aftur: Lekin var tettur, pump- urnar vóru settar til, trýstið er í lagið, rætta vatnnøgdin verður pumpað úr tunlinum og út í Leirvíksfjørð og ávaringarnar á telduskíggja- num tagnaðar. Hann kundi haraftrat stað- festa, at arbeiðsøkið var ruddað, nú teir troyttu arbeiðsmenninir vóru farnir til hús, eftir eina strævna nátt, har teir hava umvælt skaðan. Bilar í hópatali koyra framvið stjóranum, nú hann er farin at inspisera arbeiðið og fáa tað seinastu gongdina við. Spurningurin fyri tey ferð- andi er, hví slíkt hendir aft- ur nú, og ikki minst, um tað kann henda aftur eina aðru ferð?! - Vit kunnu bert staðfesta, at hesin lekin er hendur í eini samankoming. Nú fara vit at eftirmeta, hvat orsøkin kann vera til tað, sigur stjór- in í tunlinum. Forskriftirnar hildnar Tað eru minni enn tvey ár síðani at Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu, og fólk undra seg um, hví lekar so- leiðis verða staðfestir á vatnleiðingini so skjótt aftaná. Er arbeiðið nóg væl úr hondum greitt? - Jú, sigur Uni Danielsen. - Arbeiðið er gjørt eftir somu forskriftum sum nýtt- ar verða í líknandi norskum tunlum, og sum eisini vórðu nýttar í Vágatunlinum. For- skriftirnar eru í øllum før- um hildnar. Teir eru ikki vitandi um líknandi lekar, hvørki í øðrum norskum tunlum ella í Vágatunlinum. Satt at siga standa teir tí á ein hátt spyrj- andi um, hví tað hendir tvær ferðir innan fyri so stutta tíð í Norðoyatunli- num. - Vit hava ikki nakað greitt svar uppá tann spurn- ingin beint nú, slær tunn- ilsstjórin fast. Tryggur tunnil Sambært teimum nýggjastu hagtølunum koyra í miðal 1814 bilar um samdøgrið gjøgnum Norðoyatunnilin. Hetta er ein hækking uppá einar 100 bilar í mun til árið fyri. Fyri Una Danielsen er eingin ivi um, at hvør ein- asti av hesum bilførarunum kann kenna seg púrasta tryggan at koyra gjøgnum tunnilin. - Vit hava góðar ávaring- arskipanir, sum beinanvegin siga frá um nakað er áfatt. - Og tann innsatsurin sum varð gjørdur av nógvum fólkum í nátt, vísir eisini greitt, at tilbúgvingin virkar sum hon skal, sigur hann. – Vónandi seinasti lekin Laksaprísurin fellur Ta seinastu tíðina hava norskir alarar fingið heldur minni fyri laskin, sum verður seldur av landinum. Fyri einari viku síðani var prísurin 26,41 norskar krónur fyri kilo, og NTB skrivar, at tað var 2,9 prosent minni, enn alararnir fingu í næstsíðstu viku. Sagt verður, at hetta er triðja vikan á rað, at laksaprísurin fellur, men uggin er, at munandi meiri laksur fer av landinum. Í síðstu viku va4 útflutningurin 9.655 tons ímóti 8.070 tonsum í næstsíðstu viku. Norðmenn útflyta nógvan laks, men prísurin fellur (Mynd. Nordlys) - Nú er í lagi, sigur stjórin í Norðoyatunlinum, Uni Danielsen sum í morgun inspiseraði umvælingina av vatnleiðingini í tunlinum Ávaringartólini virkaðu sum tey skuldu, tá staðfest varð at leki var á vatnleiðingini. - Hetta er prógv um, at tilbúgvingin virkar sum hon skal, staðfestir Uni Danielsen Arbeiðsmenn hava í alla nátt umvælt skaðan, og um 8-tíðina í morgun var tað arbeiðið liðugt. Vinstrumegin Uni Danielsen, stjóri, Ernst Vágsgarð, økismformaður í Norðoyggjum, Birgir Johannesen, rakstrarleiðari hjá Norðoyatunlinum og Tummas Lervig