hósdagur 10. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 69 - 10. apríl 2008
Ætlar sær ikki frá
Borgarligi Atassut-flokkurin tapti kommunuvalið í Grønlandi
fyrradagin. Afturgongdin var 5,2 prosentstig, og flokkurin misti
serliga nógv í Suðurgrønlandi og í Nuuk. Tað hevur fingið
fjølmiðlarnar at reisa spurningin um framtíðina hjá
floksformanninum Finn Karlsen. Men hann ætlar sær ikki frá. Hann
sigur við KNR, at kommunuval snýr seg í høvuðsheitum um
lokalpolitikk og er tí ikki avgerandi fyri støðuna hjá
floksformanninum.
Lort í Býin í Vági
Leygardagin vitja Meyla og vinir í Vági og hava á skránni
leik, sang og dans. Meyla og vinir hennara eru landskend fyri
sangirnar frá fløguni Lort í Býin, og nú fáa børn í Suðuroynni
høvi at uppliva stuttligu persónarnar og sangirnar á palli.
Tiltakið verður í høllini í Vági leygardagin klokkan 15. Men
umframt ber eisini til at tekna seg til dansiskeið, so ein dugir
dansirnar, tá konsertin fer í gongd. Forsølan av atgongu-
merkjum til stóra barnatiltakið fer fram á Shell og Statoil í
Vági og í Handlinum í Toftum í Vági og á Statoilstøðini á
Tvøroyri. Tað eru 7.a og 7.b í Vágs Skúla, ið skipa fyri.
Finn Karlsen fer ikki frá orsakað av ósigrinum á kommunuvalinum
Mynd: KNR)
Í gjár frætti Sosialurin
frá álítandi keldum, at
Fiskimannafelagið og
Reiðarafelagið skuldu
á fund um Carlton-
málið í dag
Carlton-málið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Framvegis røkist lítið fyri,
at teir seks limirnir hjá
Fiskimannafelagnum, sum
vóru við pelagiska skipinum
Carlton, sleppa umborð
aftur í bræði, men í dag
skuldi so ætlandi verða
fundur millum Fiskimanna-
felagið og Reiðarafelagið
um málið. Um nøkur loysn
fæst á hesum fundi, man
vera ógvuliga ivingarsamt,
so fastlæst sum hetta mál
hevur víst seg at vera.
Mynstringarbannið
hjá
felagnum mótvegis skipin-
um stendur framvegis við
og menninir, sum nú hava
verið í landi – og uttan inn-
tøku – í einar 5 vikur, duga
ikki at síggja, at nøkur
gongd er í málinum.
Formaðurin í Fiskimanna-
felagnum heldur fast um, at
skipið skal sigla eftir ídnað-
arsáttmálanum, sum gevur
27% til manningina, meðan
reiðarin heldur upp á, at
skipið ber so nógv frá teim-
um gomlu ídnaðarskipun-
um, at hesin prosentsatsur
er ov høgur.
Reiðarin hevur tí skotið
upp, at millumverandi verð-
ur avgreitt í rættinum, at part-
arnir hyggja frameftir, og at
Carlton frameftir sleppur at
sigla við einum manningar-
parti svarandi til 23,24%.
Meðan stríðið stendur
millum FF-formannin og
reiðaran, missa dekkarar
inntøku, tí hvørki reiðaríið,
ei heldur felagið rindar
teimum eina krónu, meðan
arbeiðssteðgur er.
Við skipinum eru navigat-
ørar og maskinmenn, og
hóast bæði Føroya Skipara-
og Navigatørfelag og Mask-
inmeistarafelagið hava heitt
á sínar limir um ikki at taka
upp arbeiði hjá limum FF’s,
sum eru í landi, siglir Carl-
ton framvegis.
Á heimasíðunum hjá báð-
um hesum feløgum lýsa tey
við, at “noktað verður lim-
um at taka upp arbeiði, sum
er rakt av mynstringar-
banni…”
FSN lýsti hesa fráboðan
19. mars og Maskinmeist-
arafelagið 21. mars.
Feløg á fund um Carlton-málið
- Eg haldi, at flestu
kommunur royna og
vilja gera sítt besta,
men at uppskotið hjá
Búskaparráðnum
kann gerast ein koddi
hjá útjaðaranum, er
lítið at ivast í, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórs-
havnar kommunu
Útjavning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Búskaparráðið hevur arbeitt
við eini frágreiðing, sum
lýsir, hvussu ráðið heldur,
at ein kommunal útjavning-
arskipan kann leggjast til
rættis.
Á fundi á Hotel Føroyum
í morgun hevði formaðurin,
Jørn Astrup Hansen, eina
framløgu av tí tilfari og til-
mælum, sum ráðið er komið
til.
Sjálv framløgan tók ein
tíma, har formaðurin legði
tøl fram sum lýsa, hvussu
støðan í ymisku økjunum í
landinum er – við inntøkum
og útreiðslum.
Hann vísti eisini á, hvussu
ein møgulig útjavning mill-
um ymisku økini í landinum
kundi farið fram.
Jørn Astrup byrjaði við at
vísa til samgonguskjalið,
sum leggur upp til størri og
skikkaðar kommunalar eind-
ir, so hesar gerast betur før-
ar fyri at taka á seg fleiri
uppgávur, samstundis sum
javnt tænastustøði verður
tryggjað um landið.
Búskaparráðið er av tí
fatan, at skal eitt skilagott
ábyrgdarbýti gerast millum
land og kommunur, er fyri-
treytin, at vit hava færri –og
størri - kommunalar eindir
enn í dag. Hetta er eisini
treytin fyri eini skilagóðari
útjavningarskipan millum
kommunurnar.
- Tað er okkara vón, at frá-
greiðingin, sum vit hava
gjørt, kann gerast partur av
kjakinum og hugskotinum
hjá politisku flokkunum,
sum skulu taka avgerðirnar,
segði Jørn Astrup Hansen.
Eins tænastustøði
Endamálið við eini komm-
unalari
útjavningarskipan
er, at tænastustøðið kring
um í landinum skal gerast
so eins sum gjørligt.
Hetta merkir, at fólk í
útjaðaranum ikki skulu hava
verri tænastustøði enn fólk á
meginøkinum – og øvut.
Jørn Astrup Hansen vísti
á, at viðurskiftini kring
landið eru ymisk, og ymiskt
kann vera, hvussu inntøkur
og útreiðslur hjá kommun-
um eru.
- Tí er ikki bara neyðugt
við eini skipan, sum útjavn-
ar inntøkusíðuna, men eis-
ini útreiðslusíðuna.
Hann sergði, at uppskotið
hjá Búskaparráðnum ikki
byggir á at gera seg inn á
kommunala sjálvstýri, men
heldur byggir uppskotið á,
at ymisku økini í landinum
vera betur før fyri at veita
somu tænastur.
Heðin sigur nei
Eftir framløguna hjá for-
manninum í Búskaparráð-
num varð skipað fyri pall-
borðsorðaskifti. Við borðið
sótu landsstýrisfólkini, Kar-
sten Hansen og Helena Dam
á Neystabø, Heðin Mort-
ensen, formaður í Kommu-
samskipan
Føroya
og
Asbjørn Djurhuus, formað-
ur í Føroya kommunufelag.
Tað eydnaðist ikki Sosial-
inum at vera við til kjakið,
men í gongini – undan fram-
løguni hjá formanninum í
Búskaparráðnum – segði
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri, seg als ikki taka undir
við eini slíkari skipan.
Borgarstjórin er samdur
í, at neyðugt er við greiðari
ábyrgdarbýti millum land
og kommunur, men hann
tekur ikki undir við, at borg-
arar í høvuðsstaðarøkinum
skulu rinda fyri borgarar úti
um landið.
- Skulu vit tað, merkir
hetta, at tænastan hjá okk-
um, sum hava so nógvar
uppgávur at røkja sum mið-
staður, lækkar. Skulu vit
uppihalda
hesi
tænastu,
noyðast okkara borgarar at
gjalda uppaftur meira.
Hann vísti á dømir úr eitt
nú Íslandi, har kommunur í
útjaðaranum sita hendur í
favn og bíða eftir einum
kekki.
- Eg haldi, at flestu komm-
unur royna og vilja gera sítt
besta, men at hetta kann
gerast ein koddi, er lítið at
ivast í, sigur Heðin Morten-
sen, borgarstjóri.
Tænastustøðið
skal útjavnast
Nógv fólk vóru á Hotel
Føroyum í morgun
til framløgu hjá
Búskaparráðnum
Mynd: Jens Kr. Vang
Formaðurin í
Búskaparráðnum
hevur framløgu um
eina kommunala
útjavningarskipan
Mynd: Jens Kr. Vang