Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. apríl 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ SvF • Sunnudag 13. kl. 20.50 »Kongemordet« - dansk/svenskt krimi 1:4 Danska Hanne-Vibeke Holst hevur skrivað bestseljaran, sum er grund undir hesi svenskt framleiddu krimirøð. Valkvøld 2006 – tað er greitt, at javnaðarflokkurin hevur haft eitt vanlukkuligt val. Og í leiðsluni er nú opið stríð. Fíggjarmálaráðharrin, javnaðarmaðurin Gert Jakobsson trínur fram sum formansvalevni. Men hann goymir ein myrkan loynidóm, sum ikki tolir dagsljós. SvF • Mánadag 14. kl. 21.05 Mamma er í kríggi í Irak – Fr. Dok. frá 2006 20.000 kvinnur eru í amerikanska herinum, og tað er umleið 15% av samlaða talinum. Síðan 20. september 2001, tá kríggið móti yvirgangi brast á, hava 41.000 kvinnur verið við herinum í Afghanistan og í Irak. Meðalaldurin er 23 áar og flestallar eru giftar og eiga børn. Tv3 • Hósdag 17. kl. 21.45 »Sex & the City« Hetta er parturin, tá ið Samantha avdúkar, at hon aftur er saman við Richard – vinkonurnar eru ikki samdur um, hvørt hetta er eitt gott hugskot ella ikki. Og Carrie gerst ikki sørt bilsin av blaðstjóranum hjá sær.