hósdagur 10. apríl 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 10. apríl 2008
27
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tað týdningarmesta
var helst, at Man
chester United spældi
seg víðari. Men fyri
áskoðararnar var
talan eisini um stóra
løtu, tá Gary Neville
steig inn á vøllin
fyri fyrstu ferð í 13
mánaðir
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Har vóru fleiri framúr evna
ríkir ungir spælarar, sum
komu upp á besta liðið hjá
Machester
United
fyrra
partin av 90’unum. Millum
ungar mans sum Ryan
Giggs, David Beckham,
Paul Scholes og aðrar var
eisini
ein
ungur
Gary
Neville.
Veruligan sáttmála sum
yrkisspælari fekk hann ikki
fyrr enn í januar 1993, men
longu í september 1992
hevði hann spælt fyrsta
dystin á besta liðnum. Hetta
var í Europa Cup dysti móti
Torpedo Moskva.
Uppgávurnar vóru kan
ska ikki heilt so nógvar
fyrstu árini, men frá kapp
ingarárinum 1994/95 setti
hann seg á plássið, sum
Paul Parker annars hevði
havt á høgra bakki.
Fer ikki til
annað felag
Og sæð burtur frá teimum
løtum, tá skaðar hava hildið
honum burtur, hevur hann
síðani hetta verið fastur
partur av teimum fyrstu
ellivu hjá Sir Alex Fergu
son. Aloftast sum høgri
bakkur, men eisini hevur
hann til tíðir verið partur av
miðverjuni.
Ofta verður hann kanska
eitt sindur undirmettur av
mótstøðufólkunum,
sum
ikki beinleiðis halda hann
vera Guds gáva til fótbóltin.
Men millum viðhaldsfólk
ini á Old Trafford er eingin
ivi um, at Gary Neville
telist millum yndisspælar
arnar. Hann er uppvaksin í
Manchester, og har er
United einasta felagið, sum
hann hevur spælt fyri. Og
nú dópsbrævið er farið um
tey 33 árini sigur hann fram
vegis, at hann ongan tíð fer
at spæla nakra aðrastaðni
enn í felagnum, har hann
nú er tann spælarin, ið
hevur spælt fimt flestu
dystirnar. Einans Bobby
Charlton (759 dystir/249
mál),
Ryan
Giggs
(750/143),
Bill
Foulkes
(688/9) og Paul Scholes
(563/138) hava spælt fleiri
dystir fyri felagið.
Og tað var ikki annað enn
náttúrligt, tá hann í kapp
ingarárinum 2005/06 tók
yvir sum liðskipari, eftir at
Roy Keane gjørdi av at
royna eydnuna í skotska
Celtic. At hann so í sama
kappingarári fekk bót fyri at
háa Liverpooláskoðararnar,
eftir at Rio Ferdinand skor
aði sigursmálið á Anfield,
gjørdi ikki umdømið hansara
millum fjeppararnar á Old
Trafford verri.
Óheppin við skaða
Skaðar hava tó eisini havt
sín part. Byrjanina av kapp
ingarárinum 1999/00 sat
hann uttan fyri við skaða í
lærkrikanum. Á sumri 2001
breyt hann eitt bein í fóti
num, og hetta helt honum
uttan fyri næsta hálva árið.
Á sumri 2005 argaði
lærkrikin aftur, og hesa ferð
sat hann uttan fyri í tríggjar
mánaðir. Móti endanum av
kappingarárinum í fjør varð
hann aftur skaddur, men
hann var tó maðurin, sum
slapp
at
lyfta
Premier
League steypið, men síðani
hevur økulin hildið honum
púrasta burtur frá liðnum.
Samanlagt gjørdist talan
um 13 mánaðir uttan fyri
liðið, og tí var talan um ikki
sørt kensluborna løtu fyri
bæði spælaran og áskoð
ararnar, tá Gary Neville í
gjár varð skiftur inn í
dystinum móti Roma.
Hvussu drúgvur steðg
urin á besta liðnum verður
hesaferð, er ilt at siga, tí
skaðar hava hetta við at
arga Gary Neville á yrkis
leiðini. Men stendur tað
bert til spælaran sjálvan, so
setir hann seg aftur á fast
pláss á liðnum hjá Man
chester.
Ein
hugburður,
sum higar til hevur borið
hann langt. Bæði á vøllinum
og á vegnum til hjørtuni hjá
viðhaldsfólkunum
hjá
Manchester United.
Roma tók
ikki av
Tá Roma misnýtti
brotsspark fyri
steðgin, var
vegurin hjá
Manchester
United móti
Barcelona at kalla
asfalteraður
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við einum 20 útisigri í
viðførinum var Man
chester United stór
favorittur at vissa sær
pláss
í
hálvfinaluni
móti Barcelona. Og
fyrstu longu løtuna av
dystinum á Old Trafford
í gjárkvøldið sótu vert
irnir eisini á tí mesta.
Roma fekk tó spaku
liga fótin fyri seg, og
seinna partin av hálv
leikinum
hóttu
teir
eisini fleiri ferðir málið
hjá Edwin van der Saar.
Størsta møguleikan av
øllum fekk Daniel de
Rossi, men í besta
Elkjærstíli
bankaði
hann brotsspark langt
niðan til áskoðararnar.
Og eftir steðgin setti
United seg aftur á tað
nógva. Hóast menn sum
Ronaldo og Rooney
vórðu spardir á beinki
num, so løgdu eitt nú
Tevez og Heargraves
nógv fyri í royndunum
at sannføra Sir Alex
Feguson um, at teir
skulu roknast millum
teir fyrstu 11.
Heargraves
hevði
nógvar góðar renningar
í dýpdina, og hann átti
eisini at lagt United á
odda fyri steðgin. Men
tað gjørdist ístaðin eins
hart arbeiðandi Carlos
Tevez, sum varð sigurs
harri, tá hann sera hegn
isliga stútaði innlegg
frá júst Heargraves.
Og so var leyst og
liðugt. Fagnaðurin økt
ist, tá Tevez fór út fyri
Gary Neville, men tað
týdningarmesta var, at
hálvfinalan var heima.
Ein
hálvfinala,
har
Manchester United skal
dystast móti Barcelona.
Manchester United-Roma
1-0 (0-0)
(Man Utd. víðari við 3-0)
1-0: Carlos Tevez, 70.
Kenslurnar sjónligar
á Old Trafford
Talan var um kensluborna
løtu á Old Trafford, tá
Gary Neville í gjár varð
skiftur inn í dystinum
móti Roma. Og sjálvandi
fekk hann alt fyri eitt gula
bindið um armin
Føddur: 18. februar 1975
541 dystir/7 mál fyri Manchester United
85 landsdystir fyri Ongland
Vunnið Premier League 9 ferðir
Vunnið FA-cup 4 ferðir
Vunnið Liga-Cup 1 ferð
Vunnið Champions League 1 ferð
FAKTA um Gary Neville