Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 69 - 10. apríl 2008 ] Talan var ikki um so álvarsligan skaða, sum Ingi Højsted sjálvur bar ótta fyri, tá hann noyddist av vøllinum í farnu viku Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg var sjálvur bangin fyri, at talan aftur var um krossbandsskaða, og eg sá fyri mær, at nú skuldi aftur ganga eitt ár ella so, uttan at eg kundi spæla. Soleiðis sigur Ingi Høj- sted, um skaðan, sum hann fekk, tá B36 fyri viku síð- ani spældi fjórðingsfinalu móti 07 Vestur í kappingini um Løgmanssteypið. Heilt so álvarsligt var tað tó ikki. - Eg var aftur hjá lækna mánadagin, og har vóru boðini hampuliga positiv. Talan er ikki um kross- ella liðbandsskaða, men líkt er til, at talan er um lítlan skaða, har liðbondini í knænum eru fest. - Eg skal so aftur í skann- aran eina ferð afturat, soleiðis at alt kann stað- festast við vissu. Men sum tað sær út nú, so er líkt til, at eg skal halda steðg í einar fýra vikur ella so. Uttan Ronaldinho, Messi og Deco eydnaðist í gjár Barcelona at vinna 1-0 á Schalke 04 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan varð tó um ein sigur, ið langt ífrá var somikið sannførandi, sum catalansku viðhaldsfólkini annars høvdu vónað. Schalke tapti heimadyst- in 1-0, og gjøgnum dystin á Camp Nou royndu teir støð- ugt at javna hendan munin. Fleiri ferðir var vandin eisini heilt stórur framman fyri málið hjá Barcelona, men tað gjørdist bara nær við og næstan hjá Kuranyi, Asamoah og hinum í álopinum hjá Schalke. Einsamalla málið í dyst- inum gjørdi Gnegeri Yaya Toure beint fyri steðgin. Og eftir hetta var at kalla eingin vegur aftur hjá Schalke. Í hálvfinaluni skal Barcelona spæla móti Manchester United. Barcelona-Schalke 04 1-0 (1-0) (Barcelona víðari við samanlagt 2-0) 1-0: Gnegeri Yaya Toure, 43. Barca stríddi seg víðari Fýra vikur til Inga Sjálvur var Ingi Højsted bangin fyri, at hann aftur skuldi enda í einum skaða­ helviti Ása og Durita eru lekrast Enn tveir finalistar eru nú funnir til kappingina um, hvør er tann lekrasta í Sunset-kappingini í hondbólti. Í gjár skuldu lurtararnr hjá Pink á Rás 2 atkvøða um, hvørjar lekrastu kvinnurnar eru hjá Neistanum og Stjørnuni. Og har gjørdust tað Ása á Neystabø og Durita Christophersen, sum gjørdust vinnarar. Soleiðis eru tær báðar saman við Randi S. Wardum úr Kyndli og Ninnu K. Johansen úr Stjørnuni í finaluni. Seinastu tveir finalistarnir verða funnir komandi mikudag, tá atkvøðast skal millum spælararnar hjá VÍF og VB. Lekrasti spælarin í Sunset- kappingini fær klipp og liting frá Salon McGavin í Havn, umframt gávukort á 2.000 krónur frá mótahandlinum, Diva. Edvardsen til Neistan Neistin, sum fyri stuttum gjørdist føroyameistari í manshondbólti, hevur styrkt sær um hópin, nú felagið ætlar at taka lut í Europa-Cup kappingini í hondbólti. Neistin hevur gjørt avtalu við David Edvardsen úr StÍF. David Edvardsen kom til StÍF í fjør, at var hann ein týðandi partur av liðnum, sum vann silvur í bæði lands- og steypakapping. Eisini hevur Neistin gjørt avtalu við Jakob Jónsson, sum í farna kappingarári var venjari hjá kvinnuliðnum. Hann verður komandi kappingarár hjálparvenjari hjá mansliðnum. Sportmaster í Havn og Róðrarfelagið Knørrur hava gjørt avtalu um, Sportmaster kom- andi trý árini er klædnastuðul hjá kappróðrarfelagnum Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er um fyrstu sponsor- avtaluna, sum Sportmaster hevur gjørt við kappróðrar- felag. Og í kappróðrarfelag- num fegnast tey um avtaluna. - Tað ger sjálvandi tað, at vit koma at hava ein sterkari felags samleika. Nú verður tað so, at allar manningarnar hava sama búna, og tað ger, at vit í størri mun tykjast sum ein eind úteftir, sigur Sjúrður Gullbein, sum er skrivari í felagnum. - Og so eru vit sjálvandi ikki øðrvísi enn so nógv onnur feløg. Tað, at vit nú hava gjørt klædnaavtalu fyri næstu trý árini, ger sjálvandi eisini, at vit í fel- agnum hava tann partin minni at hugsa um. Og alt annað líka ger tað jú eisini raksturin av felagnum lætt- ari, sigur Sjúrður Gullbein. Klæði til Knørr í trý ár John Thomsen fyri Sportmaster og Magnus Gaard, formaður í Knørri, fegnast um avtaluna, sum nú er undirskrivað Mynd: Jens Kr. Vang Enn er spæliloyvið hjá nýggja nigerianska áleyparanum ikki komið í rættlag. Og sum skilst er tað upp á tal, at annar av nýggju ungverjunum fer av landinum aftur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B36 og NSÍ spæla í kvøld framskundaða uppgerð í Formula-deildini. B36 verður av fleiri mett sum liðið, ið er viknað mest í vetur, men Óli Hansen hjá NSÍ metir kortini, at talan er um eina av teimum heilt truplu uppgávunum. - Enn taka vit ein dyst í senn, sigur Óli Hansen við einum skeivum smíli. - Men tað er einki at ivast í, at vit síggja hetta sum eina av teimum heilt truplu uppgávunum. Á útivølli móti B36 hevur talan aloft- ast verið um sera tættar dystir hjá okkum, og tí hev- ur ein møguligur sigur stór- an týdning fyri okkum, sig- ur Óli Hansen. NSÍ hevur allar mans tøkar til uppgávuna í dag. Hjá B36 er Ingi Højsted ikki við, nú hann er skaddur. Hinvegin høvdu teir í árstals- felagnum vónað, at spæli- loyvið hjá nýggja nigeri- anska áleyparanum var komið í rættlag, men hann verður so ikki tøkur í kvøld. Og talan verður kanska sam- stundis um seinasta dystin hjá Tamas Nagy. Hann kom til B36 í vetur, men sum skilst, so er hann ikki longur partur av framtíðarætlanun- um hjá felagnum. Broytingar í B36 Úr Runavík verður sagt, at dysturin í kvøld væl kann verða ein av teimum heilt týdningarmiklu hetta kappingarárið