hósdagur 10. apríl 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 10. apríl 2008
29
Ernst Bugislaus Wesenberg
var føddur 21. februar 1832
í Viborg. Hann var í 1866
útnevndur sóknarprestur í
Norðoyggjum. Hann og
húskið saman við eini
lærarinnu Johanne Elvine
Futtrup komu til Viðareiðis
20. oktober 1866.
Konan kallaðist Laura, f.
Blicher. Pápi hennara Lau
rids var systkinabarn kenda
danska prestin og rithøv
undan St. St Blicher. Laura
var annars abbasystir Blicher
Winther, sum var prestur á
Sandoynni eitt mannaminni.
Tað er ikki nógv vit vita
um virksemið hjá Wesen
berg í Føroyum. Men í 1869
stovnaði Ernst B. Wesenberg
eitt
mátahaldsfelag
í
Mikladali. Hann fekk nakað
av undirtøku, men tá hann
var deyður á sumri 1871,
byrjaði felagið at minka, og
at enda vóru teir bert 3 limir
eftir.
Eftir 1875 er so farið at
ganga
framá
aftur
og
fráhaldsrørslan í Kalsoynni
gjørdist ein tann virknasta í
landinum.
Wesenberg doyði av tyfus
í 1871. Hann var biðin at
koma til ein gamlan mann
við Ánirnar, tí hesin lá
sjúkur av tyfus og væntaði
at doyggja. Prestur vildi
treyðugt fara, men noyddist.
Gamli maðurin kom seg,
men presturin var smittaður,
gjørdist sjúkur og doyði.
Nú var ikki annað at gera
hjá einkjuni enn at pakka
saman og fara til Danmarkar
aftur við líkinum. Ætlanin
var, at Wesenberg skuldu
jarðast í heimbygdini hjá
pápanum. Skip lá á reduni,
men tá kaptainurin hoyrdi
deyðsorsøkina vildi hann
ikki taka kistuna umborð
vegna ótta fyri smittu. Tá
ynskti
sóknarfólkið,
at
kistan varð send norður
aftur til Viðareiðis, so hann
kom at hvíla, har hann
hevði virkað, men hetta lat
seg ikki gera. Tí bleiv Ernst
Wesenberg jarðaður í Havn.
Yvir hann talaðu prestarnir
H. J. Lohmann, helst prestur
í Havn, og H. Jensen prestur
á Sandi. Meinigheitin í
Norðoyggjum reisti grav
steinin yvir hann í kirkju
garðinum á Svínaryggi.
Væl umtóktur prestur
Hetta sigur nakað um, at
Wesenberg hevur verið væl
umtóktur. Tað sæst eisini í
gravtalunum,
sum
eru
prentaðar í Færøsk Kirke
tidende í 1947. Lohmann
sigur m.a. í síni talu: ”Han
var meget for eder Nord
ringer. Derom vidner eders
Ord til mig, da I kom hertil
med hans Lig, da I græd og
sagde: ”En saadan Præst
faar vi aldrig mere. (Ein av
hesum monnum var Ole
Sørensen á Grømma.)
Men han var ogsaa meget
for eder som Sjælesørger.
Han besøgte gerne de syge,
de lidende, dem der trængte
til trøst”.
H. Jensen og Wesenberg
kendust úr Danmark, og
hann gevur eisini sínum
deyða vini sítt besta skoðs
mál. Hann sigur millum
annað, at ”det var en mild
Aand, der boede i dette
afsjælede Legeme, en stille
og fredelig Aand, saa vrede
og ukærlige Ord lige som
døde paa ens Læber i hans
nærværelse.”
Prestakonan
varð skíggjað
Kona Wesenberg, Laura,
skrivaði aftaná ein sang til
minnis
um
mannin.
Sangurin er heili 20 ørindi,
har høvuðsinnihaldið er
vónin um at síggjast aftur.
V.U.
Hammershaimb
greiðir
eitt
sindur
frá
Wesenberg í sín ævisøgu.
Hann frætti í Danmark, at
Wesenberg var deyður av
tyfus, og at eingin tordi at
nærkast prestagarðinum av
smittuvanda. Tá ið hann
kemur aftur til Føroyar, fer
hann til Viðareiðis at vitja
einkjuna. Hann skrivar:
..da vores Baad roede
gennem Haraldssund, mød
te den en Ottemandsfarer,
hvis Besætning paa afstand
tog sig noget besynderlig
ud. Da Baadene lagde sig
til
hinanden
viste
det
afstikkende udseende sig at
skyldes nogle Bredskyggede
hatte, som samtlige mænd
bar paa hovedet. I denne
baad befandt fru Wesenberg
sig. Vi udvekslede hjertelige
hilsener, og fru Wesenberg
fortalte os bevæget, at hun
nu ikke længere kunde
holde ud at være i præste
gaarden, der blev skyet for
smitte, og at hun derfor var
paa vej til Klaksvig for at
træffe J.C. Djurhuus (fak
torin) med Familie. Hun
haabede, at de vilde tage
imod hende. Men nu be
høvede hun ikke længere at
tage til Klaksvig for at faa
Mennesker i tale. Baaden
vendte tilbage til Viderejde
med hende og vi efter i
Kølvandet. Noget senere
kom fru Wesenberg med
sine børn til Næs, hvor hun
vidste, hun traf Venner, som
tog del i hendes sorg.
Børnini
Einkjan er so seinni flutt til
Danmarkar, fyrst til Jylland
og síðan til Keypmanna
havn.
Aftaná Wesenberg gjørt
Jens
Christian
Evensen
prestur á Viðareiði. Kona
hansara var Anna, dóttir A
C Lutzen. Hennara hugtak
andi frásøgn, sum eisini
var um tíðina á Viðareiði,
hevur verið prentað í FF
blaðnum.
Um børnini hjá Wesen
berg kann sigast:
Albertine
(18591940)
var ógift. Hon var kend sum
málari og hevði málaraskúla
í Keypmannahavn. Hon
hevur málað tvær altartalvur
í Føroyum, í Sjóvar kirkju
og Leirvíkar kirkju.
Sofie (18611919) giftist
í 1880 við Fríðrik Petersen
(18531917),
sum
var
politikkari og próstur. Tey
fingu
tvey
børn
Ernst
Wesenberg Petersen (1881
1921) ógiftur, og Frida
Susanne (18861972), sum
giftist í 1909 við Henrik
Bichel (18821939), Keyp
mannahavn. Sofie hevði
sera gott orð á sær á Nesi.
Astrid (18641930) giftist
við Arnold Viggo Eduard
Bertram (18631915). Hann
var arkitektur og teknaði
millum annað kirkjuna á
Tvøroyri, sum verður 100
ár í ár. Verdóttir teirra hava
hjúnini Ingrið Sondum og
Jóannes Dalsgarð hitt. Hon
greiddi
frá,
at
Laura
Wesenberg hevði pensionat
í Keypmannahavn. Hon
doyði í 1911.
Í Føroyum fingu tey ein
son Marius Achton (1866
1937. Hann var tvær ferðir
giftur.
Prestagarðurin
Húskið
hjá
Wesenberg
stendur í fólkateljingini í
1870. Ein slíkur presta
garður var ein stór fyritøka,
tí hann var eisini bónda
garður. Tey vóru ikki færri
enn 17 fólk í húsi. Húsfólkið
saman við lærarinnuni sjey.
Tænastufólkini vóru 10 í
tali.
Her kenna vit fleiri aftur.
Ein er Katrine Henrikke
Viderø, sum tá var 30 ára
gomul. Hana hava vit um
røtt fyrr. Tað var hon, sum
giftist við Jógvan Niclassen
av Skálatoftum. Tey fluttu
til Leith í Skotlandi og
gjørdust verforeldur hjá
Daniel J Danielsen, sum
eitt skifti var trúboðari í
Congo. Hon flutti aftur til
Føroyar saman við Linu og
Daniel í 1904, og er jarðað
í gamla kirkjugarði í Havn.
Tað er bert ein favnur
millum teirra gravir. Hetta
var ein merkilig tilvild.
Annars kom gamli M.C.
Restorff at liggja undir
liðuni á Wesenberg.
Keldur:
Ingrið Sondum
Andrass Joensen
V.U. Hammershaimb
Færøsk Kirketidende
Jógvan Ravnsfjall
Óli Wolles
Gunvør Justinussen
Líkið av Wesenberg presti slapp
ikki av landinum
ÓLI JACOBSEN
olij@sosialurin.fo
Gunnvør Justinussen hevur
í savninum hjá ommu síni,
Mariu hjá Konrad, funnið
hetta:
Sørge=Digt
i Anledning af Pastor
Wesenbergs pludselige Død
Handritið er illa farið og ikki
væl lesiligt, men hetta er so
enn eitt dømi um, at presturin
hevur verið syrgdur
Prestagarðurin í Ónagerði, har Wesenberg virkaði
HER HVILER STØVET AF
ERNST BUGISLAUS
WESENBERG
FØDT I VIBORG
F 21.2 1832
D. 24.JULI 1871
SOM SOGNEPRÆST
FOR NORDØERNES
MENIGHEDER.
DE SATTE HAM DETTE
MINDE
JESUS SIGER:
KOM TIL MIG, ALLE
SOM ARBEJDE OG ERE
BESVÆREDE OG JEG VIL
GIVE EDER HVILE
MATT 11,28
Næsta frásøgnin
Komandi partur í hesi
røð verður um Annette
og Hans Joensen. Hans
vildi ikki arbeiða í
handlinum hjá pápanum,
tí hann seldi brennivín
Sofie og Fríðrik Petersen. Hon var dóttir Wesenberg
Tað var ikki lukkuligt at doyggja av tyfus í gomlum døgum. Eitt var tað, at kistan við
Wesenberg presti ikki slapp heim til Danmarkar, tí menn ræddust smittuvandan. Men
konan varð eisini skíggjað av somu orsøk