Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 69 - 10. apríl 2008 Tónleikur - Mín dreymur er at kunna liva av at vera DJ. Av at framleiða tónleik og at framføra, sigur 20 ára gamli plátuvendarin Árni Joensen, aka Árni Neon, ið júst hevur givið út stakfløgu ígjøgnum plátufelag í Florida Árni er úr Vágunum og hevur havt áhuga fyri DJ’ing síðani hann var 14 ára gamal. Síðani beiggi hansara og nakrir vinmenn hjá honum høvdu diskotek har vesturi. Sum 17 ára gamal keypti hann sær miksara og plátuspæl­ ara og hevur síðani tá verið fastur fúsur á teimum ymsu klubbunum runt í landinum. Hann hevur harafturat eisini verið DJ einaferð í Ibiza á hotellinum, ið hann búði á, til eina veitslu fyri hotell­gestirnar. Fann kontaktirnar á Myspace.com Árni hevur fyri stuttari tíð síðani givið út staklagið »Booster« ígjøgnum plátufelagið Nightrain Music í Florida í Amerika. Hann fann hetta plátufelagið á myspace, tá tey sendu eitt bulletin út um, at mann kundi senda eina demo inn til eina savnsfløgu, sum felagið skuldi geva út. ­ Eg sendi lagið hjá mær inn og fekk svar aftaná fimm minuttir, at teimum dámdi lagið, men at tað ikki passaði inn í heildina til hesa fløguna. Tí vildu tey fegin geva tað út sum staklag ístaðin. Tað segði eg sjálvandi ja til. Stakfløgan er higartil komin út á 12 ymsum internet síðum, bæði týskum, amerikanskum, enskum og donskum. Harímillum á trackitdown.net og beatport. com. Nightrain Music plagar eisini at geva út á iTunes, so tað er ivaleyst bert ein spurningur um tíð, áðrenn Booster eisini verður at finna har. Ein útvarpsrás í Avstralia, sum eitur Kick.fm hevði lagið á top 10 fyri tveimum vikum síðani, so tað verður longu nógv spælt. Tað er spennandi, tá sovorit hendir, sigur Árni. Tíðirnar broytast ­ At byrja við spældi eg alt Eingin tímir bara at trýsta á »play« 29 ára gamli Rúni Friis Kjær hevur verið upptikin við at venda plátum næstan hvørt vikuskifti, síðani hann var 12 ára gamal ­ Hetta er ein hørð bransja, sum krevur nógva venjing. Og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa fólk at skilja, hvat ein DJ er, sigur Rúni, sum í vikuskiftunum gongur undir navninum DJ Frisko og seinastu árini hevur verið regluligur DJ í Eclipse ­ Eg haldi, at Jante spælir alt ov nógv inn í hesum samfelag­ num. Og tað ger hann eisini, tá tað kemur til DJ mentanina. Ein persónur kann ikki stilla seg aftanfyri ein pult og leggja tónleik á, uttan at ein og hvør Hanus og Janus skal koma og brokka seg og biðja um okkurt totalt óviðkomandi, sum tey vilja hoyra. Tú mást nevniliga ikki halda teg vera nakað, bara tí at tú stendur aftanfyri pultin, leggur Rúni út við at greiða frá. Men fyrst eitt sindur av bak­ grund. Hvussu leingi hevur tú verið DJ, og nær kom áhugin fyri hesum? ­ Eg komi frá einari familju, sum altíð hevur lurtað eftir tónleiki. Pápi mín var plátuvend­ ari í 70’unum, og so havi eg sum drongur koyrt nógvar biltúrar við gubbunum, meðan tónleikur hevur verið frá. Eg arvaði eina stóra plátusaml­ ing frá pápa mínum og bleiv frá tí degi til tann, sum altíð varð biðin um at koma við til ymisk ball at leggja plátur á. So mann kann siga, at eg havi verið busy næstan hvørt vikuskifti, síðani eg var 12 ára gamal. Hvussu var føroyski DJ pallurin tá í byrjanini? ­ Í 90unum var DJ Ottar nummar eitt í Føroyum. Hann var eisini totalt kul. Hann kundi spæla onkur reyvkiksað løg, men dugdi stadigvekk at fýra sítt shitt av. Eg havi stóra virðing fyri honum og Martin Kjærbo. Tað, sum teir kanska ikki høvdu í kulheit og í musikalskum innliti, høvdu teir í dugnaskapi. Og tað ger teir kul. ­ Kjakið um føroyska DJ pallin hevur bara verið so ræðuliga keðiligt í seinastuni. Fólk hava tosað keðiligt um hvønn annan á almennum kjakforumum, og tað hevur verið moðið hjá teimum DJ’unum, ið hava verið framman­ undan. Sjálvt um fatanin fyri DJ konseptinum ikki hevur verið serliga stór her fyrr enn seinastu árini, royndu vit at gera okkara ítarsta fyri at halda lívi laga í tí lítla virkseminum, sum var. ­ Bara fyri nøkrum heilt fáum árum síðani mundi føroyski DJ pallurin totalt krakelerað. Fólk byrjaðu at halda alt vera so ókul. Eclipse, tónleikin, DJ’arnar osfr. Men eingin gjørdi nakað við tað. Í eitt tíðarskeið vóru eg og Eyð­ finn Drewsen einastu virkandi DJ’arnir í Eclipse, áðrenn Pætur Magnussen (DJ Switch) og Árni Joensen (Árni Neon) komu. Tað var ein hørð tíð, sum mundi enda við krisu, tí tað er jú avmarkað, hvussu nógv ein kann endur­ nýggjað seg, tá tað bara eru tveir DJ’ar. Hetta var eisini, áðrenn mann kundi downloada á inter­ netinum, so vit høvdu ikki so lætta atgongd til tónleikin. Vit máttu bíleggja stakplátur, og tað kundi taka langa tíð, áðrenn tær komu fram. Hvussu upplivir tú mentalitetin mótvegis DJ’ing her á landi? ­ Antin grenja fólk, ella eru tey líkasæl. Tú hevur sum DJ nøkur basal krøv, m.a tað, at tú mást fáa respons uppá tað, ið tú framførir. Um tað so er við einari fløsku í høvdið ella við rósandi oðrum. Men trupulleikin her er, at fólk eru alt ov apatisk, tey hugsa ov nógv um trend og hava ov lítilan áhuga í tí, sum fer fram tónleika­ liga. Hetta úrslitar í, at fólk ikki síggja mun millum teir DJ’arnar, ið ganga høgt uppí miksing, skratsjing og alt tað tekniska og so aðrar, ið bara koyra á play. Tað er øgiliga harmiligt, tí vit eru nakrir, ið ganga øgiliga høgt uppí hetta. Tað er eitt starv, sum krevur venjing. Tú investerar eina rúgvu av tíð í at venja teg og finna tónleik, men tøkkin er bara eingin, tí fólk leggja einki í, hvør er DJ, ella hvat hann spælir. Bara hann spælir »tað kenda«. Merkir tú nakað til útviklingina, sum fer fram í løtuni í føroysku DJ mentanini? ­ Ja, men tað er enn ikki blivið takknemligt at vera DJ. Tú kanst Ein má ongantíð halda - Tú hevur sum DJ nøkur basal krøv. M.a at tú mást fáa respons uppá tað, ið tú framførir. Um tað so er við einari fløsku í høvdið ella við rósandi oðrum. Trupulleikin her er bara, at fólk eru totalt líkaglað við tí, ið tú gert sum DJ. Mynd: Thomas Koba. Føroysk DJ mentan og elektroniskur tónleikur • Føroysk DJ mentan og e