hósdagur 10. apríl 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 10. apríl 2008
37
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Petur Pólson
E
itt tað allarbesta, eg havi
upplivað í nýggjari tíð, er, at
síggja mín góða vinmann, Knút
Háberg Eysturstein, standa sælur
á einum dansigólvi, við einum
hálvfjákutum, hálvsælum
andlitsbrái, inniliga dansandi.
T
að er nakað serstakliga
rørandi við teirri sjón.
Minnist, at eg og sami
Eysturstein stóðu einaferð í Club
20 og filosoferaðu øgiligt um alt,
sum gekk fyri seg har.
Kjøtmarknaðin. Tónleikin.
Smyrslið og alt, sum livir og rør
seg har. Og tað er gott til tað, tað
er. Tó at tað ikki altíð er so lætt
at vita júst, hvat tað er. Tað er eitt
slag at vera til uppá. Eitt slag at
vera ein partur av sær sjálvum.
Eitt slag av rásarúmi. Eitt slag av
andarúmi. Tað segði sum so
ongantíð mær nakað. Havi altíð
kent meg sera, sera illa í
sambandi við at dansa. Tað er
eisini nakað, eg onkuntíð fái at
vita frá konuni. Eg eri so
syndarliga trekur at dansa. Dugi
heldur ikki. Tá man gekk í býin,
snúði tað seg meiri um at drekka
seg sansaleysan. DJ’urin,
plátuvendari, ella hvat tað æt, var
av minni týdningi. Tað var partur
av ambiensini. Av huglagnum.
Tónleikurin var av minni
týdningi. Seinastu dansirútmur
nar, sum við vissu fingu fólkini,
sum vóru so pyntað og smurd og
lekkur, at rista kroppin eitt
sindur, lyfta annan armin, men
ikki longri enn so, at tú sást
sveittablettirnar. Og tey ristu.
Onkuntíð, nóg mikið varð komið
niður um, fór mann sjálvur at
blamera seg á gólvinum. Tá ein
var so passaliga doyvdur, at ein
onki legði í tað alíkavæl. Heldur
ikki tað.
F
yri nøkrum vikum síðani var
eg á Undirbeat tiltaki. Havi
ikki gingið í býnum tað, sum
kann kallast nakað. Legði av at
doyva meg fyri seks árum síðani.
Trongdin at sveiggja reyv, og
síggja reyvar hjá øðrum sveiggja,
minkaði onkursvegna. Býarlívið
misti týdning (um tað nakrantíð
hevði nakran). Men eg smakkaði
nakað hetta kvøldið fyri nøkrum
vikum (ella mánaðum) síðani.
Eitt annað slag av »at ganga í
býin«. Har tónleikurin hevði
týdning. Har DJ’urin hevði
týdning. Har frælsið at vera júst
tann, tú ert, soleiðis sum tú ert
tað, hevði týdning. Har ongin
hugdi niðrandi eftir einum
øðrum, tí at plaggini vóru giggut.
Tí at tað var ok at vera giggutur.
Ella kanska tað kendist bara
soleiðis hjá mær, tí eg eri
giggutur. Har tað ikki kendist
sum ein meiningsleysur
kjøtmarknaður, har tað fyrst og
fremst snýr seg um at sleppa
niður í fremmandar trussur at
grópa. Har staðið sjálvt hevði
týdning. Ikki tað, ið drukkið
verður. Og spýð. Helst eisini
fríggjað. Sigi ikki tað. Men rúm
var. Tað er tað eisini aðrastaðni.
Bara ikki fyri øllum. Nú er pláss
fyri fleiri. Har tað, at venda eini
plátu, er ein list í sær sjálvum.
Har tú gert títt egna DJshit. Har
fólk sleppa at vera giggut,
nørdut, kiksað, pen, ljót, grað,
glað, samkynt, hinkynt, eittkynt,
altkynt, alt í senn. Har eg kendi
tað, sum var tað eitt stað, sum
var jaligt. Har verðin og lívið
dansaðu. Har Knút dansaði.
– Eg eri so syndarliga trekur at dansa. Dugi heldur ikki. Tá mann
gekk í býin, snúði tað seg meiri um at drekka seg sansaleysan. DJ’urin,
plátuvendari, ella hvat tað æt, var av minni týdningi
Hugleiðingar um
føroyska DJ mentan
hatta har, sum eingin tímir
at hoyra nú. »Grease
megamix«, »Summer of
’69« osfr. Eg visti ikki so
nógv um tað at vera DJ tá,
men eg spældi bara fyri at
gleða fólk. Nú er tað blivið
øðrvísi, tí at eingin tímir at
standa og bara blíva við at
trýsta á »play«. Nú er mann
DJ fyri at framføra sínar egnu
samansettu playlistar, miks,
dygdir við effektum osfr.
Motivatiónin liggur í at
sleppa at undirhalda fólki við
tínum tónleiki. Í at fáa tey at
reagera og snakka við tey
ígjøgnum tónleikin. Tað má
vera ein útfordring. Tað er
nevniliga ein rættiliga
kompliseraður teknikkur, sum
skal til, um tú skalt vera ein
hampuligur DJ. Trupulleikin í
Føroyum er bara, ella hevur í
øllum førum verið inntil nú í
seinastuni, at øll skíta á, hvør er
DJ, og hvat fyri tónleikur verður
spældur. Inntil víðari hevur tað
næstan verið soleiðis, at teir
vánaligastu donsku DJ’arnir hava
verið betri enn nakar føroyskur.
Eg haldi tó, at hendan
hugsanin er við at broytast. Tað
blívur stuttligari at DJ’a fyri
hvørja ferð. Fólk skilja betri,
hvat gongur fyri seg og byrja at
hoyra tað, tá mann ger okkurt
serligt miks. Tey halda ikki
longur, at tað bara er ein fløga,
sum verður koyrd frá, men tey
skilja arbeiðið í tí. Hetta ger tað
nógv meira nøktandi.
Tað er eisini blivið ein
útfordring nú meira enn
nakrantíð, serliga tí at fleiri
DJ’ar eru komnir, og kapping
er komin í. Støðið er
spakuliga byrjað at blíva
betri, og við tíðini skulu vit
nokk koma har, sum restini
av heiminum er. Føroyingar
hava bara altíð verið so
seinir í sovornum.
Tónleikurin og
komandi gigg
Hoyr tónleikin hjá Árna Neon á
myspace síðu hansara, myspace.
com/djjoensen. Á hesari síðuni
er eisini leinkja til beatport.com,
har tú kanst keypa staklagið
Booster.
Árni Neon er bookaður í
Eclipse næstu mánaðirnar.
Stakfløgan »Booster« hjá Árna Neon
er givin út ígjøgnum plátufelagið
Nightrain Music í Florida. Útgávan
kann einans keypast sum download
og tað á 12 ymsum heimasíðum í
fýra londum
ikki spæla alt tað, sum tú vilt, tí
fólkið kemur ikki at lurta eftir
tær, men vil altíð hava okkurt
annað. Eitt ella annað stað haldi
eg eisini, at tað er ein forðing hjá
mær, at eg minnist teir gomlu
dagarnar. Tað ger, at eg eri eitt
sindur smæðin við at spæla alt
tað, sum eg vil. Teir yngru
DJ’arnir eru nógv meira upfront
og gera bara tað, sum teir gera.
Teir skíta so deiliga nógv á,
hvussu lítið mentaðir áhoyrarar
nir eru.
Hevur tú nakað boð uppá, hví
hendan útviklingin fer fram júst
nú?
Tað trúgvi eg er tí, at fólk
tora betri at standa fram í dag.
Fólk eru farin at dáma house,
techno osfr. Høvdu promotararnir
á teimum ymsu klubbunum ikki
verið so líkaglaðir við, hvat teir
smekka á plakatina, hevði
føroyska náttarlívið kunnað verið
enn meira etablerað.
Jantelógin er ikki líka nógv
galdandi nú, sum hon var, men
hon er har enn. Ein skal ongantíð
halda, at ein er nakað; ein
sleppur enn ikki heilt at standa
einsamallur aftanfyri pultin og
vera kul.
Hevur tú nakað boð uppá, hvat
vit kunnu gera betri?
Fyrst og fremst skuldu vit
havt fleiri arrangørar/promotarar,
ið ikki eru so líkasælir við
góðskuni. Áðrenn ein bólkur ella
DJ verður bókaður, áttu teir at
kanna, at viðkomandi navn dugir
nakað live og ikki bara bóka
hann, tí hann kann trýsta á play
og spæla í fýra tímar. Tað snýr
seg ov nógv um pening hjá
føroyskum bookarum. Húsið skal
bara fyllast, og tað er tað.
Og ikki minst hevur tað
alstóran týdning, at DJ’arnir gera
tað við hjartanum. Eitt slíkt starv
skal drívast við gleði og áhuga.
Tað er eisini tað feita, sum eg
havi upplivað niðri í Cippo, tá
Undirbeat er; at allir djarnir
brenna fyri tí. Tað smittar
fjøldina og gevur eitt nógv meira
positivt huglag. Fólk kunnu
dansa og hava tað stuttligt uttan
at vera hamrandi skít ella uppá
stoffir, og tað er mega kul.
Tað tekur nokk bara eitt
sindur av tíð afturat, inntil fólk
hava lært at vera kul, tá tey fara
út. At taka ímóti nýggjum
tónleiki og umhvørvi. Tí dámar
tær tað ikki, kanst tú bara fara
onkra aðrastaðni. Fyrr høvdu vit
bara Club20, men í dag er nógv
meira at velja ímillum. Fólk
skulu bara líka læra at hava eina
positiva tilgongd til DJ mentan
ina. Og tá tað hendir, fer tað at
vera nógv feitari at vera DJ í
hesum landinum. Inntil ta tíð, má
ein bara síggja tað sum eina
avbjóðing og gera sítt besta.
Vitja Frisko á myspace.com á
adressuni myspace.com/frisko28i
a seg vera nakað
- Jantelógin er ikki líka nógv galdandi nú, sum hon var, men hon er har enn.
Ein sleppur enn ikki heilt at standa einsamallur aftanfyri pultin og vera kul
elektroniskur tónleikur • Føroysk DJ mentan og elektroniskur tónleikur