fríggjadagur 11. apríl 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 70 - 11. apríl 2008
»Reinur og fríður
– Klaksvíkar býur«.
Soleiðis hevur tað
ljóðað í Klaksvík í
mong ár, og soleiðis
ynskir býráðið eisini
at tað skal ljóða í
framtíðini. – Vit
í býráðnum vilja
fegin ganga á odda
at fríðka bý okkara,
sigur borgarstjórin,
Steinbjørn O.
Jacobsen
Umhvørvi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Klaksvík: Seinnapartin í
gjár var ein fittur skari av
vaksnum fólki at síggja
niðri á Hellisenda við Borð
oyavík.
Við nærri kanning vísti
tað seg, at hetta vóru fólk
úr umsitingini í Klaksvíkar
kommunu. Við borgarstjór
anum sjálvum, umhvørvis
leiðaranum og øllum hinum
var endamálið at rudda
sandin á hesum vakra stað
num.
Tey ruddaðu eisini á sama
staði í fjør, og kundu í ár
staðfesta, at átakið í fjør
hevði gjørt mun: Tað var
væl minni av ruski á sandi
num í gjár.
Okkara ynski er, at hetta
skal vera eitt signal til hinar
borgararnar um vit øll eiga
at hugsa meiri um um
hvørvið í okkara býi.
Vit hava ein vakran bý,
og tað bæði ynskja vit og
kunnu vit framvegis hava,
um hvør tekur upp eftir seg
sjálvan, sigur Steinbjørn O.
Jacobsen.
Seinni í hesum mánaði
num sleppur øll Klaksvíkin
at rudda, tá almenn um
hvørvisvika
verður
á
skránni.
Útum eina løtu
Klaksvíkar kommuna skip
aði á fyrsta sinni fyri slíkum
ruddingardegi í fjør. Hetta
royndist helst so mikið væl,
at avgjørt varð at endurtaka
tiltakið aftur í ár.
Í middegi hósdagin varð
umsitingin í býráðnum í
roynd og veru stongd, tí nú
skuldu øll fólkini út at
rudda – hesaferð í Borðoyar
vík.
Vit sita jú inni so at siga
allan dagin, og tí er ikki so
galið at fara útum eina løtu,
sigur borgarstjórin við ein
um brosi.
Herfyri fekk kommunan
ein nýggjan umhvørvisleið
ara – Tórhild Bjarkhamar –
og tað er hon sum stendur
fyri tí stóra átakinum, sum
fer at sermerkja næststørsta
bý okkara henda komandi
mánaðin.
Nú hetta átakið verður
skotið í gongd, varð hildið
rættast at fólkini í umsiting
ini gingu á odda og ruddaðu
líkasum slóð fyri øllum hin
um.
Fylti posan
Eitt av aðalmálunum hjá
kommununi hevur verið at
hava býin so vakran og
ruddiligan sum gjørligt.
Út frá slagorðinum oman
fyri hevur verið roynt at
gera sítt til, at býurin kundi
liva upp til hetta endamál
ið.
Men Klaksvík er annað
enn býurin og bygdirnar í
kommununi. Borðoyarvík
er eisini ein partur av hon
um, og tað vísir seg, at her
er nóg mikið av upptaki,
millum annað plastikki og
nógvum rekaviði.
Ja, eg veit ikki. Eg eri
beint nú komin, og tað tók
mær bert eina lítla løtu at
fylla tann fyrsta skrelliposan
við ruski, sigur Steinbjørn.
Hann leggur tó dent á, at
henda uppgávan er ikki bert
ætlað fólkunum í umsiting
ini. Her má hvør einstakur
klaksvíkingur taka lut.
Vit mugu gera hetta sam
an, og vit í umsitingini vilja
fegin ganga á odda, slær
borgarstjórin fast.
Pappír sløðist
Millum ælini seinnapartin í
gjár ruddaðu tey uttandura.
Men sum ein part av átaki
num skuldu tey eisini rudda
innandura – á skrivstovun
um hjá teimum sjálvum.
Vit hava verið sera effek
tiv í dag, og eg ivist onga
løtu í, at tá vit fara at rudda
inni hjá okkum sjálvum,
verða vit minst líka so effek
tiv.
Sjálvandi eru fólk ymisk
og rudda meiri og minni
eftir sær. Men tað er sjálv
andi altíð nógv pappír og
annað sum sløðist á eini
skrivstovu
sum
okkara.
Hetta ynskja nú vit at fáa á
sítt rætta pláss, sigur Stein
bjørn, og leggur aftrat:
Á henda hátt vóna vit at
skrivstovan og býráðshúsið
verða ein fyrimynd fyri onn
ur!
Og tað kundi meiri enn
so hent, at tey komu fram á
okkurt gott uppskot til
frama fyri Klaksvíkina, og
sum í síni tíð varð lagt í nið
astu skuffuna!
Rudda slóð fyri hinum
- Øll kunnu gera eitt
sindur, sigur borgarstjórin
Steinbjørn O. Jacobsen
Klaksvíkar kommuna setti herfyri
ein umhvørvisleiðara, Tórhild
Bjarkhamar (fremst á myndini).
Hon helt seg heldur ikki aftur, tá
umsitingin í býráðnum ruddaði í
Borðoyarvík seinnapartin í gjár
Umhvørvisætlan fyri
Klaksvíkar kommunu
Tórhild Bjarkhamar varð herfyri sett í starv sum
umhvørvisleiðari í Klaksvíkar kommunu, og longu nú
sæst fyrsti farvegurin eftir hennara arbeiði. Herfyri
varð hildin fundur, har eina ætlan um eitt stórt
umhvørvisátak varð til viðgerðar. Umboð fyri allar deildir í býráðsumsitingini vóru uppmøtt,
politikkarar og onnur. Bergmann Finnson frá Agenda 21 stovuni varð eisini boðin við og greiddi
frá virkisøkinum hjá Agenda 21 stovuni, har serliga burðardygg menning er miðdepilin.
Týdningarmikið er at fáa allar borgarar við, tá ein umhvørvisætlan verður gjørd, hetta fyri at
tryggja ein ognarskap í átakinum, vísti Bergmann Finnson á.
Ruddingardagar fyri fríðum býi
Eitt av arbeiðunum hjá nýggja umhvørvisleiðaranum, Tórhild Bjarkhamar
hevur verið at evna eina umhvørvisætlan fyri alla kommununa. Ein partur av
hesum er longu sett í verk, millum annað við ruddingardegnum í gjár, sum
greitt er frá niðanfyri. Á skránni er annars hetta teir komandi dagarnir: Hósdag
in ruddaði býráðsumsitingin í Borðoyarvík. Frá mikudegnum 7. apríl til og við
sunnudagin 11. apríl fara allar deildir hjá umsitingini at rudda innanhýsis.
Fríggjadagin 9. mai fer býráðsumsitingin at rudda upp í býráðshúsinum.
Almenn umhvørvisvika verður í viku 18 har almenn umhvørvistiltøk verða alla
vikuna, og leygardagin 2. mai verður almennur ruddingar dagur fyri alla
kommununa