Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti 4 - Visjónirnar fyri føroyskan fótbólt má spretta úr øllum føroyska fótbóltsheiminum, t.v.s. úr Fót- bóltssambandinum og úr øllum feløgunum. Vit verða noydd at vinna fram á leið saman. Høgni í Stórustovu er gamal liðleikari, og tað tykist blað- manninum, at hann vil hava sama liðandan at galda hjá teimum, ið stjórna føroyskum fótbólti. Tað liggur honum á hjartað, at allur fótbólturin, líka frá teimum yngstu, og til A-landsliðið skal menna seg. Høgni hevur fyri stuttum vitja íslendska fótbóltssambandið, har bar hann uppá mál, at íslendingar og føroyingar leika ein árligan landsdyst. – Tað hevur so stóran týdning, at vit vinna á Íslandi. Vinna vit ein landsdyst á Íslandi, so er tað eitt gott tekin um, at nú eru vit komin víðari. Vit eru við Høgni var valdur í stjórnina hjá Fótbóltssambandi Føroya í 2006. AB skeyt hann upp, sum nevndarlim. Høgni fekk vorðið, sum elddóp. Hann gjørdist formaður í kappingarnevndini. Tað er vorðið siður, at nývaldu nevndarlimirnir í FSF gerast formenn í Kappingarnevndini. Hetta upplivdi Bjarki Mohr, áðrenn Høgna, og hetta hevur Sveinur Tróndarson sannað nú. Um tað er fyri at herða nýggju nevndarlimirnar beinavegin, skal verða ósagt. Men Høgni hevði ikki meir enn sett seg í sessin, og hevði borið uppá mál fyri fjølmiðlunum, at hann vónaði at fáa eitt friðarligt kappingarár, fyrr enn rok var í steypakappingini. Málið um spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard hjá B36 var fyrsta málið rok stóðst um, so Høgni fekk seg hart royndan beinavegin. Millum jaligu upplivingarnar hava verið FIFA-kongressin í München, í 2006. –Tað er ein heilt ótrúlig kensla at sita á kongress saman við umboðum frá 206 øðrum FIFA- londum, og tú plantar stoltur tað føroyska borðflaggið á borðið. Vit eru partur av øllum hesum. Eru við har avgerðirnar verða tiknar, og hava talurætt og atkvøðurætt. Michel Platini hevði væl ikki vitjað Føroyar, uttan so, at vit høvdu eina atkvøðu? FIFA-kongressin var hildin í samband við HM í Týsklandi. Meir enn 200 fótbóltslegendir, heimsmeistarar frá ymiskum tíðarskeiðum vóru møttir til kon- gressina. Høgni sá allar hetjurnar, sum hann minnist at hava sæð á smalfilmum í gamla HB-húsinum í 1970-unum. – Hevði Bjarni Jacobsen (gamla HB-legendan red.) verið har, so hevði hann ikki komið yvir tað. Nonnugarðurin Høgni byrjaði tíðliga at spæla fótbólt, tó ikki skipaðan fótbólt, fyrr enn hann var 10 ára gamal. Í smápiltaárunum og pinkulinga- árunum spældi hann fótbólt saman við vinmonnunum í Nonnu- garðinum. Millum vinirnar vóru Dánjal Pauli Davidsen. Tá Høgni og tey fluttu oman á Tvørgøtu spældi hann nógv fótbólt saman við hinum í Rabarbukvarterinum. Saman við Niels Juel Arge og Jákup Midjord meldaði Høgni lið til eina innandurakapping í ítróttarhøllini á Hálsi. Innandura kappingarnar vóru tiltiknar tá. Tilmeldingin var so stór, at talan var meira at kalla um eitt Frá Nonnugarðinum til FIFA-kongress í München Høgni í Stórustovu sparkaði til sín fyrsta bólt í Nonnugarðinum. Hann var 21 ára gamal, tá graslíkisvallirnir komu til Føroya, og hann minnist tíðina, tá ið hugt var eftir fótbólti á smalfilmi. Nú skal hann stjórna føroyskum fótbólti í tí talgildu øldini Ítróttarprofilurin Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Navn: Høgni í Stórustovu Familja: Giftur við Jónu Dalsgarð, 3 børn Trónd, Brand og Báru Føddur: 19. mars 1965 Bústaður: Tórshavn Starv: Tryggingarfelagið VíS, formaður í RFF og FSF-forseti Feløg: HB, SÍF og ÍF Føroyar (Fótbóltur), HBF (Badminton) og Kyndil (Hondbóltur) Fakta Høgni um kava Kavi er eitt gott barometur fyri nær ein er við at gerast vaksin. Tá ein ikki longur dámar kava er tað tekin um, at innara barnið er við at dvína, og at ein er við at blíva vaksin. ... um vitjanina hjá Al Gore Al kundi gott gorrað meira. So móðir var hann heldur ikki aftaná tann langa túrin til Føroya, og dysturin ímóti globalari upphiting er júst byrjaður. Vit høvdu gjarna tikið móti einari umhvørvisligari frelsu, um hann orkar.