Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 11 tíðindi Føroya Symfoniorkestur 25 ár Sum fyrsta tiltak at hátíðarhalda dagin fer orkestrið í døgunum 21. til 24. apríl at hava barnakonsertir í Norðurlandahúsinum. Til hesar konsertir eru øll børn í Føroyum frá trý ára aldri til og við skúlabørn í 3. flokki boðin ókeypis til hesar konsertir. Allir barnagarðar og skúlar í Føroyum hava fingið innbjóðing, og vænta tey at eini 4.000 børn. Á skránni verður lættur tónleikur, ein sýning av ymsu instrumentunum og instrumentbólkunum í orkestrinum, framførsla av eini tónleikasøgu við frásøgufólki, og at enda fara børnini saman við orkestrinum at syngja nakrar føroyskar barnasangir. - Skuldi tað hent, at onkur skúli ella barnagarður ikki hevur fingið eina innbjóðing, so ber til at ringja 513312. Oljuprísurin setir met Prísurin á eini tunnu av ráolju endaði í gjár á 110,87 dollarar fyri tunnuna. Tað svarar til 526 krónur. Hetta hendir, nú USA hevur minkað um goymslur sínar av ráolju, og eitt skifti í gjár var prísurin heilt uppi á 112,21 dollarar fyri tunnuna. Eisini í London var talan um methøgar prísir. Har var prísurin eitt skiti 109,50 dollarar fyri tunnuna, skrivar Ritzau. kann eitt nú talan gerast um aldurstreytaðar útreiðslur, sosialt treytaðar útreiðslur og landafrøðiliga treytaðar útreiðslur. Einføld skipan - Okkara sannføring er, at ein einføld kommunal útjavningarskipan er best hóskandi – og alneyðugt er at ansa eftir, at útreiðslu- útjavningin ikki verður ov torskild. Kanska missir skipanin nakað av rættvísi, tá ið alt ikki verður tikið við í útreiðsluútrokningina, men hetta er kostnaðurin fyri at hava eina greiða útjavningarskipan, sum bæði kommunustýri og borgarar hava lætt við at skilja. Búskaparráðið sigur, at áðrenn ein millumkommu- nal útjavningarskipan verð- ur sett á stovn, mugu kommunurnar skipast í størri eindir. - Tænasturnar eru ódýrari at framleiða, tá ið eindirnar eru størri. Haraftrat eigur kommunalur landsstuðul at verða avtikin í størst møgu- ligan mun, eins og greiða má fáast á málsøkjabýtinum millum land og kommunur, sigur ráðið í síni niður- støðu. r at verða stór Heðin Mortensen, formaður í Komm­ unusamskipan Føroya, heldur, at Búskaparráðið bert skavar útyvir yvirflatuna í sínum uppleggi um útjavning. – Her vantar ein djúpari analysa av fleiri strukturum, sum hava stóra ávirkan á inntøkur eins væl og útreiðslur hjá kommununum, sigur hann Útjavning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir framløguna hjá formanninum í Búskapar- ráðnum, Jørn Astrup Hansen, um kommunala útjavnan, varð skipað fyri pallborðsorðaskifti. Ein av luttakarunum við pall- borðið var Heðin Morten- sen, borgarstjóri í Tórs- havnar kommunu og for- maður í Kommunusam- skipan Føroya. Tað vóru serliga hansara meiningar um hesi viður- skifti, sum elvdu til orðaskifti. - Her er einki nýtt undir sólini í mun til kommuálitið fyri 10 árum síðan, segði hann. Borgarstjórin, sum eisini er formaður í Kommunusamskipan Føroya, segði, at KFS seinastu 10 árini hevur viðgjørt spurningin um kommunala útjavnan. - Vit hava vitjað og tosað við kommunur og kommunufelagsskapir í Íslandi, Noregi og Danmark. Øll hava stór ivamál um útjavningarskipanir, tí hesar hava so nógvar negativar avleiðingar, eitt nú spekulatión, minni kommunalt sjálvræði – og at tann initiativríka kommunan verður sektað. Borgarstjórin helt, at Búskaparráðið í síni frá- greiðing skavar útyvir yvirflatuna, sum hann tók til. Hann helt, at her vantar ein djúpari analysa av fleiri strukturum, sum hava stóra ávirkan á inntøkur eins væl og á útreiðslur hjá kommununum. - Ein slík analysa má gerast, um ein útjavning- arskipan bara so nøkulunda skal gerast rímilig og rættvís, legði hann aftrat. Hann vísti á, at stórar kommunur ikki av sær sjálvum tryggja eins livistøði. - Kommunusamskipanin er ikki sannførd um, at ein útjavningarskipan fer at tryggja eins tænastu. Heðin Mortensen helt, at frágreiðingin hjá Búskaparráðnum – fak- tiskt – váttar øll fyrivarnini, sum KSF hevur mótvegis eini slíkari skipan. - Vit eru púra samd við ráðið um, at ógreiða uppgávu-og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er ein tann størsti trupul- leikin. Einasta og besta loysn á hesum er, at eldraøki og skúlaøki verða løgd út til kommunurnar. Vit eru eisini samd um, at vit skulu hava munandi færri kommunur, áðrenn ein útjavning yvirhøvur kann koma uppá tal, segði hann. Hann segði, at ein møgu- lig útjavningarskipan skal bert útjavna teir struku- trellu skeivleikarnar, og tað er ikki bert komm- unurnar ella kommunu- bygnaðurin, ið eru atvold til hesar skeivleikar. - Landið hevur eisini ábyrgd, eitt nú gjøgnum sína lóggávu, segði Heðin. Formaðurin í Komm- unusamskipan Føroya vísti á, at frágreiðingin javnar bert skattainntøk- urnar og aldurstreytaðan útreiðslutørv. - Men hetta gevur als ikki eina rættvísa mynd av veruligu ójavnunum mill- um kommunur. Neyðugt er eisini at taka tann sosialt treytaða tørvin, eitt nú børn við serligum tørvi eins og landafrøðiliga tørvin, har høvuðsstaðar- kommunan hevur út- reiðslur vegna landið, við í útjavnanina. Heðin Mortensen segði, at tað einasta nýggja í frágreiðingini hjá Búskap- arráðnum er javningar- prosentið, sum er trífaldað í mun til kommunuálitið. - Við einum javningar- prosenti upp á 90 % verður øll sjálvdrift tikin frá kommununm. Effektin av hesum verður júst tann øvuta, sum javningin annars skuldi givið. Vit fáa í staðin ein munandi ineffektivari rakstur, spekulatión og fastlæstan kommunalpolitikk, segði Heðin Mortensen. Búskaparráðið skavar útyvir Tað var Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, sum vegna ráðið hevði framløguna um útjavning á Hotel Føroyum í gjár Mynd: Jens Kr. Vang Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu