fríggjadagur 11. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 • 11. apríl 2008
Vikuskifti
10
Kunoy: Guli liturin á stóra
lastbilinum hjá Landsverki er
eyðsýndur her í ovara borði á
Kunoyarvegnum.
Hegnisliga stýrir Poul Sivert
Sivertsen úr Norðdepli krananum
niður til frárenslið, har makkari
hansara, Páll Gunhard stendur og
fyllir upp í grabban.
Uppgáva teirra henda hósdagin
í farnu viku var at reinsa rennur
og frárensl á vegastrekkinum
millum Kunoyartunnilin og sjálva
bygdina.
Hetta er ikki løtuverk, tí á
strekkinum eru ikki færri enn 40
av slagnum og sum renna útav
bakkanum.
- Hetta skal gerast ordiligt,
og tí má tað bara taka sína tíð,
sigur Páll Gunhard, nú Snoddi hjá
Sosialinum koyrir framvið.
Í dag er gott veður til slík
arbeiði. Aðrar dagar er arbeiðið
neyvan eins hugaligt!
Altíð okkurt
Henda seinnapartin í farnu viku,
tá vit hittu Páll Gunhard var
hann í ferð við at reinsa rennur á
einum staði, sum teir staðkendu
kunoyingarnir kalla „Á Táini“.
Landslagið á staðnum er
formað eins og ein fótur, og av
hesum hevur hetta ávísa staðið
fingið sítt navn og úttalu „á
tánni“.
- Nú er veturin vónandi
liðugur. Tað vísir seg, at tað altíð
kemur nógv grót og evja niður
í rennurnar. Nú reinsa vit frá
frárenslunum, so alt ikki tippist.
- Vit tóku hesa rennuna fyrst, tí
tað var komið so nógv tilfari niður
í hana, greiðir hann frá.
Tað vísir seg, at tað altíð er
okkurt í hvørjum frárensli, og
onkutíð koma teir eisini fram á
slík sum eru tipt.
- Sjálvandi – taka vit tað nóg
ofta, er ikki so nógv í hvørja
ferðina, slær hann fast.
30 ár
Páll Gunhard Poulsen er eingin
ársungi í hópinum av starvs-
fólkum hjá Landsverki.
Hann hevur í roynd og veru
arbeitt her í sløk 30 ár.
Fyrsta arbeiðið, hann var við
í var tá teir boraðu tunlarnar á
Kalsoynni í 70’unum.
- Ja, teir bóðu meg koma til
arbeiðis í einar 14 dagar ella so,
men tað bleiv altso til 30 ár. Tað
bleiv kanska nakað leingi, sigur
Páll Gunhard við einum brosi.
Eftir at allir tunlarnir á
Kalsoynni vóru boraðir ígjøgnum,
helt hann fram í somu fyritøku og
er har enn.
- Tað mangla faktiskt bara 3-4
mánaðir í, til eg havi verið her í
30 ár, sigur hann.
Reinsa rennur
regluliga
- Vit komu her beint eftir døgurða, og
verða lidnir hvørja løtu. Síðani fara vit
báðir til Árnafjarðar í somu ørindum,
sigur kunoyingurin, Páll Gunhard
Poulsen, sum hevur drúgvar royndir sum
arbeiðsmaður hjá Landsverki
Vegir
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
myndir: Høgni Thomsen
Poul Sivert Sivertsen stýrir hegnisliga krananum
Teir hava 40 slík frárensl at reina bara á Kunoyar
- Eg havi arbeitt hjá Landsverki í 30 ár.
Tað bleiv kanska nakað leingi, sigur
Páll Gunhard Poulsen úr Kunoy