Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 70 - 11. apríl 2008 Húsavirðið fellur nógv Íslendski tjóðbankin roknar við, at húsavirðið í Íslandi fer at fella heilt upp ímóti 30 prosentum hetta til árslok 2010. Orsøkin er, at tað verður truplari at læna pengar, samstundis sum útboðið veksur. Bankin sigur, at íløgurnar í hús og íbúðir eru byrjaðar at minka, men at tann veruliga minkingin kemur næsta ár og í 2010. Bankin væntar, at íløgurnar til bústað fara at minka 14 prosent hesi árini, og at húsavirðið kann fella heili 30 prosent. Vil hava skattalætta Hóast tann serliga skattanevndin hjá donsku stjórnini ikki er liðug við sítt arbeiði enn, leggur Bendt Bendtsen, búskaparráðharri, nú dent á, at tað mest umráðandi er at lækka inntøkuskattin. Við Børsen sigur hann, at sambært metingum verður búskaparvøksturin 1,4 prosent í ár og 1,0 prosent næsta ár, og at umstøðurnar loyva stjórnini at geva fólki ein lætta í inntøkuskattinum. Men tað eigur at vera ein lætti, sum munar, sigur Bendt Bendtsen. Bendt Bendtsen, búskaparráðharri, vil hava lægi inntøkuskatt (Mynd: Scanpix) - Við fleiri enn sjey kommunalum eindum, verða tær minstu eindirnar ov smáar til at røkja kommunalu upp- gávurnar effektivt. Við færri enn fýra kommunum er spurningurin, um tað ikki er betur bara at lata landið røkja allar almennar uppgávur, sigur Búskaparráðið Útjavning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Búskaparráðið hevur arbeitt við eini frágreiðing, sum lýsir, hvussu ráðið heldur, at ein kommunal útjavningarskipan kann leggjast til rættis. Á fundi á Hotel Føroyum hósmorgunin hevði for­ maðurin, Jørn Astrup Hansen, eina framløgu av tí tilfari, sum ráðið er komið til. Sjálv framløgan tók ein tíma, har formaðurin legði tøl fram sum lýsa, hvussu støðan í ymisku økjunum í landinum er – við inn­ tøkum og útreiðslum. Hann vísti eisini á, hvussu ein møgulig útjavning millum ymisku økini í landinum kundi farið fram. Jørn Astrup byrjaði við at vísa til samgonguskjalið, sum leggur upp til størri og skikkaðar kommunalar eindir, so hesar gerast betur førar fyri at taka á seg fleiri uppgávur, samstundis sum eitt javnari tænastustøði verður tryggjað um landið. Sosialurin hevur hugt at innleiðing, samandrátti og niðurstøðu í frágreiðingini, sum vit fara at gera burtur úr í dag. Støðan í dag Í innleiðingini vísir Bú­ skaparráðið á, at fólkatalið í Føroyum er 48.425, og at landið er skipað í 34 kommunur. Í Tórshavnar kommunu búgva 40% av íbúgvunum, meðan einans 43 fólk búgva í eitt nú Fugloyar kommunu. Búskaparráðið heldur, at tær smáu kommunurnar forða fyri einum skila­ góðum arbeiðsbýti millum land og kommunur, tí flestu kommunur hava als ikki orku til at átaka sær ábyrgdina av vanligum kommunalum uppgávum. Aftrat hesum kemur, at málsøkjabýtið millum land og kommunur í Føroyum er heldur ógreitt. ­ Skilagott er at umhugsa, um tað yvirhøvur er neyðugt við kommunum í Føroyum, áðrenn farið verður undir at umskipa kommunurnar. Búskaparráðið spyr, um tað yvirhøvur er neyðugt við eini tvey­streingjaðari myndugleikaskipan í einum samfelag við so fáum íbúgvum. Og tó. ­ Nógvar orsøkin eru tó til at varðveita kommunalu eindirnar. Ikki allar orsøkir hava búskaparfrøðiligar grundgevingar, men tær kunnu hóast alt vera upp á sítt pláss. Í innleiðing síni heldur Búskaparráðið kortini, at um haldast skal fast við at hava kommunalar eindir í Føroyum, eiga hesar at verða færri og størri. Ráðið heldur, at eini fýra til sjey kommunalar eindir er hóskandi tal. ­ Við fleiri enn sjey eind­ um, verða tær minstu eind­ irnar óiva ov smáar til at røkja kommunalu uppgáv­ urnar effektivt. Við færri enn fýra kommunum er spurningurin, um tað ikki er betur bara at lata landið røkja allar almennar upp­ gávur. Við lóggávu Búskaparráðið heldur, at ein samanlegging av kommunum eigur at verða framd við lóggávu, tí tað hevur víst seg at ganga alt ov striltið hjá kommunu­ num at leggja saman sjálvboðið. Føroysku kommunurnar hava sera ymiskar fíggjar­ ligar fyritreytir. Stundum hevur verið roynt at bøtt um hetta við at flyta fyrisit­ ingarligar eindir og almennar fyritøkur úr miðøkinum til útjaðaran. ­ Vit halda ikki, at hetta er skilabesti hátturin at útjavna millum økini, tí ein ávísur samfelagsligur væl­ ferðarmissur kann verða knýttur av at flyta stovnar og fyritøkur við lóg. Ráðið heldur, at tá ið kommunurnar verða lagdar saman, eigur ein m i l l u m k o m m u n a l útjavningarskipan heldur at verða sett á stovn. ­ Hetta merkir, at pening­ ur tá verður fluttur í staðin fyri fyrisitingarligar eindir og almennar fyritøkur. Í frágreiðing síni vísir Búskaparráðið á, hvussu ein millumkommunal út­ javningarskipan, har mis­ vág í kommunalum inn­ tøkum og útreiðslutørvi, verður skipað. ­ Okkara frágreiðing hevur einans til endamáls at vísa, hvussu ein slík skipan virkar, og vit halda, at ein føroysk útjavningarskipan eigur at verða løtt at skilja – ein skipan, sum hóskar til føroysk viðurskifti, sigur Búskaparráðið. Eiga at lóggeva um størri eindir Tað er ymiskt, sum kommunurnar í Føroyum eru fyri til tess at veita sínum borgarum tænastur Útjavning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samandrátti og niðurstøðu síni vísir Búskaparráðið á, at Føroyar hava eina tví­ streingjaða myndugleika­ skipan við landsmyndug­ leika og kommunalum myndugleika. ­ Kommunalu myndug­ leikarnir veita ein stóran part av vælferðartænast­ unum og fylla nógv í almenna búskapinum – og væntandi er, at komm­ unurnar fara at fylla enn meira, sum tíðin gongur. Ráðið vísir á, at inntøkur og útreiðslur eru ójavnt býttar millum føroysku kommunurnar. ­ Útrokningar vísa eitt nú, at íbúgvar á Streymoynni høvdu eina miðalinntøku upp á 174.244 krónur, meðan íbúgvar á Sandoynni bert høvdu eina miðalinn­ tøku upp á 132.462 krónur í ár 2006. Ymiskar útreiðslur Útreiðslurnar hjá komm­ ununum eru eitt nú tengdar at fólkabýtinum, har lut­ falsliga nógv børn geva størri útreiðslur til barna­ ansing og fólkaskúla – eins og lutfalsliga nógv eldri fólk geva størri útreiðslur til eldraøkið. ­ Tá ið hugt verður at fólkabýtinum, sæst, at 12% av íbúgvunum í Suðuroynni vóru 70 ár, meðan talið í Eysturoy einans var 10% í ár 2006. Búskaparráðið vísir á, at kommunurnar í Streym­ oynni sambært miðalinn­ tøkunum fáa meira í komm­ unuskatti enn kommunurnar í Sandoynni – við sama skattaprosenti. ­ Kommunurnar í Suður­ oynni hava størri útreiðslur til eldraøkið enn komm­ unurnar í Eysturoynni. Ráðið vísir á, at hesin ójavni millum kommunur­ nar í Føroyum ger, at tær hava ymiskar fyritreytir at bjóða sínum íbúgvum tænastur. ­ Kommunur við høgum inntøkum og lágum út­ reiðslum hava soleiðis ráð til lutfalsliga lágt skattastøði og høgt tænastustøði, sam­ stundis sum minni hepnar kommunur mugu antin hava eitt lutfalsliga høgt skattastøði – ella lágt tænastustøði. Útjavningarskipan Búskaparráðið sigur, at hesin ójavni elvir til ósamsvar í livistøðinum. ­ Fara kommunurnar at fylla uppaftur meira í almenna búskapinum, verður munurin enn størri. Tí verður neyðugt við kommunalari útjavningar­ skipan, um bøtast skal um henda ójavna. Ráðið er tí sannført um, at landsins politikarar eiga at skipa eina millumkomm­ unala útjavningarskipan, har kommunurnar rinda til hvørja aðra innanhýsis og soleiðis útjavna útreiðslu­ tørv og inntøkur. ­ Útjavningin eigur at verða stór, tú tess størri útjavningin er, jú meira líkt verður tænastustøðið í kommununum. Sambært niðurstøðuni í frágreiðingini hjá Búskap­ arráðnum verður tí mælt til eitt utjavningarstig áljóð­ andi umleið 90%. ­ Inntøkuútjavningin er rættiliga greið í einari mill­ umkommunalari útjavningar­ skipan, men útreiðsluút­ javningin krevur meira um­ hugsni. Neyðugt verður at áseta útreiðslutørvin í hvørj­ ari einstakari kommunu. Hinvegin, sigur ráðið, at støða má takast til, hvørjar útreiðslur skulu við í útjavningina, og her Útjavningin eigu Ójavnin millum kommunurnar í Føroyum ger, at tær hava ymiskar fyritreytir at bjóða sínum íbúgvum tænastur. - Kommunur við høgum inntøkum og lágum útreiðslum hava soleiðis ráð til lutfalsliga lágt skattastøði og høgt tænastustøði, samstundis sum minni hepnar kommunur antin mugu hava eitt lutfalsliga høgt skattastøði – ella lágt tænastustøði, sigur Búskaparráðið