Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti 9 Tað er møguligt, at hendan myndin til grein um Heimamissiónin bara skal fatast sum ein illustratión og ikki so bókstaviliga – men skuldu vit tikið tað bókstaviliga, so lógu góðar 30 krónur eftir. Kelda: Nym.fo skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Kjakast við seg sjálvan Eftir at hava kjakast í næstan tveir tímar um hansara nýstlu av umboðspeniningi, avvísir Lars Løkke Rasmussen, at hann hevði ov langar fingrar, tá hann sat sum fíggjamálaráðharri Vikublaðið At skapa ella loysa teir? Danir: Teir borgarligu bestir tá tað snýr seg um búskaparligar trupulleikar Norðlýsið Wauw! Vitan fær okkum at síggja tað ósjónliga Sosialurin Gyltar tíðir Grønlendskt gullnám á børsin Vikubaðið Endiliga ein stuttur vetur Heilan vetur í fimm dagar Sosialurin Bogi for President Bogi Hansen – betri enn Al Gore Norðlýsið Al Gore dálkaði ikki umhvørvið, men hann dolkaði tíðindafólkini í ryggin! Al Gore á føroyskum= ALfrøði? Al Gore trýr fult og fast uppá, at „Anything you say, can and will be used against you“ Bill Clinton was a WISE PRESIDENT, Al Gore was only a VICE PRESIDENT!! Someone gets a BILL for Gore’s visit! Tinganes fer at skifta navn til WICH-SUND, tá tað fer at fløða meir. Lyset fra OLE overstiger Torshavns MOLE Fysioterapeuturin spardi seg Tað var ikki hissini uppgáva, sum danski fysioterapeuturin hjá hondbóltskvinnunum hevði á Cypros. Við 15 spælarum, sum meira ella minni vóru fyrilagstar eftir eina strævna dystarskrá, var tørvurin á viðgerð ógjørligur at nøkta hjá einum einsamøllum fysioterapeuti. Ráðaleys var Tina Jacobsen tó á ongan hátt. Her hevur hon sett allar spælararnar í eina langa røð, og so er nóg mikið hjá henni við einari viðgerð, hóast allar 15 sleppa at fáa nakað av vøddamýking. Hvalbingar hava síðani 1923 havt Bóltfelagið Royn í bygdini, men líkt er til, at nú er farið at tynnast í flokkinum. Skeltið á Royn-høllini sigur, at nú eitur bóltfelagið Oyn, men so illa man neyvan standa til við limatalinum. Leyst og fast um stórt og smátt Tredivu krónur lógu eftir Seinasti Royn’arin