fríggjadagur 11. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 70 - 11. apríl 2008
Bilrøðirnar vóru óvanliga langar á Hvísnesvegnum í morgun
Vilja hava Norðpólin
Kanada hevur nú av álvara gjørt vart við í stríðnum um,
hvør eigur ræðisrættin til økið við Norðpólin. Kanadiskir
granskarar, sum hava kannað viðurskiftini í Ellesmore
Island, sum er í útnyrðing úr Grønlandi, siga, at
norðuramerikanska landgrunnastøðið røkkur allan vegin
frá Ellesmore Island til Norðpólin. Tí kann Kanada av
røttum krevja ræðisrættin yvir póløkinum, siga teir.
USA, Russland og Danmark vilja eisini hava póløkið.
Kanadiumenn siga nú, at teir eiga rættin til Norðpólin
Mynd: KNR
Eingin bati í toskinum
Yvirlitstrolaringar hjá íslendsku fiskirannsóknarstovuni
vísa, at toskaárgangurin í fjør var í minna lagi og á somu
stødd sum árgangirnir í 2005 og 2006. Tvey skip hjá
rannsóknarstovuni og tríggir trolarar gjørdu kanningar
kring landið, og tað vísti seg, at mest var til av toski
norðanfyri og út av Vestfirðum. Fiskifrøðingarnir siga, at
2004-árgangurin vísir seg framvegis at vera vánaligur,
meðan teir eldru árgangirnir eru heldur størri enn í fjør.
ðugt til
Leygarmorgunin
letur upp nýggjur
matvøruhandil við
Sundsvegin í Havn.
– Vit hava góðar
vónir, sigur annar eig
arin av hesum INN
handlinum, Jóhanna
Christiansen við Sosi
alin. Grundarlagið fyri
handlinum er millum
annað tey 3000 fólkini
í Hoyvík
Handil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Hesar seinastu dag-
arnar hevur nógv virksemi
verið innanfyri og uttanfyri
Termovirkið við Sundsvegin.
Uttanfyri
hava
menn
stríðst við at leggja asfalt á
stóra økið til bilarnar, með-
an eigararnir báðir, Jaspur
Johannesen
og
Jóhanna
Christiansen og onnur hava
stríðst innanfyri við at seta
hillar upp og at seta vørur
uppá pláss.
Arbeiðið er nú komið so
væl áleiðis, at klárt er at taka
ímóti fyrstu viðskiftafólk-
unum fyrrapartin í morgin.
- Ja, hetta hevur verið
strævið, men nú er alt komið
uppá pláss, sigur Jóhanna, tá
vit høvdu hana í telefonini í
morgun.
Hesin fjórði INN-handilin
er um 500 fermetrar til
støddar, og hevur allar tær
vanligu vørurnar, ið krevjast
til eitt húsarhald.
Upplatingartíðirnar
eru
slíkar, at farast kann til hand-
ils árla á morgni og seinast á
kvøldi allar dagar í viku, utt-
an sunnudag, tí tá er aftur-
latið.
110 bilar
Hesi seinnu árini er ovari
partur av høvuðsstaðnum, og
serliga Hoyvíkin vaksin øgi-
ligt.
Her finnast onkrir mat-
vøruhandlar frammanund-
an, men bæði Jaspur og
Jóhanna hava kortini góðar
vónir um at grundarlag
eisini er fyri teirra handli.
- Okkara handil liggur á
tí perfekta plássinum í
Havn. Her koyra bilar í stór-
um tali framvið hvønn ein-
asta dag, og tí skuldi ligið
væl fyri hjá fólki at komi
inn í INN.
- Vit hava eisini gjørt
umstøðurnar hjá bileigarun-
um so góðar sum yvirhøvur
gjørligt. Her verður nevni-
liga pláss fyri ikki færri enn
110 bilum, sigur Jóhanna
Christiansen.
Tað verður Jaspur Johanne-
sen sum skal reka henda
fjórða INN-handilin, sum
kanska ikki verður tann
seinasti. Aðrir møguleikar
verða alla tíðina kannaðir.
- Vit lukka ikki av, og siga
at hetta verður tann seinasti
handilin í INN-samtakinum,
staðfestir Jóhanna.
Nýggjur handilin
í Havn
In at
handla
Tað var fyri fimm árum
síðani, at fyrsti INN-
handilin lat upp við
Norðskála.
Síðani hevur tað verið
rættiliga in at fara undir
slíkar handlar kring land-
ið. Í dag eru teir tríggir
og í morgin klokkan 10
letur altso tann fjórði
upp.
Eftir at fyrsti handilin
lat upp í 2003, lat sam-
takið upp tveir aðrar
handlar í 2006 – annan í
Klaksvík og hin triðja í
vesturbýnum í Havn.
Nú stendur so tann
nýggjari og ovari parturin
av Havnini fyri tørni, tá
tann fjórði handilin letur
upp í morgin við Sunds-
vegin í Havn.
Í dag eru um 100 fólk
á lønarlistanum í teimum
fýra
INN-handlunum
kring landið.
Jóhanna Christiansen og Jaspur Johannesen hava góðar vónir um nýggja matvøruhandilin. Grundarlagið undir handlinum er
ovari partur av Havnini og Hoyvíkin
Mynd: Jens Kristian Vang
kast, spjótkast, hæddarlop,
longdarlop og stangarlop,
umframt alla renning, har-
undir eisini forðarenning,
sigur Rúni Abrahamsen.
Hann sigur, at tala er um
fyrsta floks tilfar til renni-
breytina.
Hetta er sama slagið av
undirlagi, sum liggur á tjóð-
arstadion í Oslo í Noregi,
Bislet. - Vit hava hildið
okkum til norskan standard,
og talan er sjálvandi um
altjóða góðkent undirlag,
sigur Rúni Abrahamsen.
Men sjálvt um teir hava
hildið seg til norskan stand-
ard, so hava teir eisini kanna
eftir, hvat verður nýtt í
Hetlandi og Íslandi.
- Tað er serliga við atliti
at váta føroyska veðurlagn-
um, at vit hava valt hetta
slagið av undirlagi, sigur
Rúni Abrahamsen.
Tað er bygt eitt lítið hús,
sum hevur skiftingarfasilit-
etir, men bert í minni mun.
Svimjihøllin liggur jú nær
við. Eisini verður bygt eitt
minni hús við endan av
stadion ætlað útgerð so sum
bukkum til forðarenning og
aðra kasti- og lopútgerð.