fríggjadagur 11. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 70 • 11. apríl 2008
Leygarkvøldið 3. mai savnast
nakrir av gomlu dreingjunum
í tónleikalívinum í Klaksvík
aftur. Tað gera teir til tiltakið,
sum hevur fingið navnið
Straight Parade. Hetta er eitt
tónleikatiltak, sum fer at bjóða
Hjarnar, Dynamit, Rag Rags,
Hallur Joensen og Jørgin Dahl á
palli í nýggju Badmintonhøllini.
Tað er Klaksvíkar Sjónleikar
felag, sum skipar fyri tiltakinum,
og Rudolf Joensen er annar
samskiparin.
Vit hildu, at tað skuldi verða
eitt sindur av fest í býnum, nú
kommunan fyllir 100 ár. Og eg
haldi, at teir bólkarnir, sum fara á
pallin hetta kvøldið, eru garantar
fyri einum góðum og festligum
kvøldi, sigur Rudolf Joensen.
Hann og Sonhard Johannesen
standa fyri fyrireikingunum,
og teir hava áður skipað fyri
stórum tiltøkum – til dømis Beat
festivalinum í Klaksvík í 1972.
Kendir bólkar á palli
Bólkarnir, sum spæla til
Straight Parade, eru nakrir
av undangongubólkunum í
føroyskum tónleikilívi.
Ólavur Presley And His Dirty
Rag Rags eru víðagitnir fyri teirra
lívligu framførslur, har Ólavur sum
ein rættur oddamaður í bólkinum
kundi finna upp á bæði eitt og
annað á pallinum.
Hjarnar vóru stóri rockbólkurin í
Føroyum í 70’unum og fyrra parti
av 80’unum. Seinni hava teir
spæla aftur til ymisk tiltøk.
Jørgin Dahl var rockkomponist
urin fram um allar aðrar. Hann
var oddamaður í Straight Ahead,
og tað varð sangir frá teirri tíðini,
sum Jørgin Dahl fer at spæla á
konsetini. Hann verður stuðlaður
av Hjarnum á pallinum.
Dynamitt høvdu sína stóru tíð
í 80’unum, tá ið teir vóru tiltiknir
sum dansibólkur kring landið.
Bólkurin skrivaði sangir sjálvur,
og teir góvu fleiri útgávur út
við kendum sangum sum Grøv
Nummar 13, Pápi tín býr ei í
Tórshavn og ommuna og abban
frá Gjógv.
Hallur Joensen er mest aktuella
navnið á pallinum hetta kvøldið,
tí hann gevur í næstum út eina
countryfløgu, sum er tikin upp í
USA. Tónleikurin av hesari útgáv
uni verður spældur til konsertina.
Umframt hesar bólkar, fáa
eisini tveir ungir lokalir bólk
ar møguleikan at verða við á
konsertini. Teir verða funnir til
innleiðandi konsert í Virkishúsinum.
Straight Parade
í Klaksvík
Onkrir teirra skipaðu fyri festivali fyri 35 árum síðani, onkrir hava hittað uttanlands, og aðrir
hava fingið hvørt dansigólv í landinum at kóka. 3. mai savnast teir til stóra konsert í Klaksvík
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jørgin Dahl – oddamaðurin í Straight Ahead – fer at spæla saman við
Hjarnum, har hann eisini spældi við eitt skifti
Mynd: Álvur Haraldsen
Ólavur Presley á odda fyri Rag Rags. Bólkurin hevur havt
nógvar villar – ja, næstan ørar – framførslur gjøgnum árini.
Teir kunnu upplivast aftur á konsert í Klaksvík í næstum
Mynd: Álvur Haraldsen