fríggjadagur 11. apríl 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 70 - 11. apríl 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Ókeypis hjá Lands
kassanum at gjalda
bil MVG aftur
Í seks ár kravdi Toll- og Skatt, sum TAKS
tá æt, ov nógv inn í MVG á bilum. Mett
verður at talan er um einar 125 milliónir,
sum landskassin av órøttum hevur kravt
inn. Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum
er hægsti myndugleiki innan skatta og
avgjaldsøkið, hevur talað, og hevur álagt
TAKS at viðgera málið. TAKS hevur noktað
at viðgjørt eitt ítøkiligt krav um afturgjald
av MVG á bili, ið var keyptur innan hetta
tíðarskeið, og hevur harvið valt ikki at fylgja
hægsta fyrisitingarligan myndugleika innnan
skatta og avgjaldsøkið. Tað er løgið, at eingin
politikari úr andstøðu ella samgongu hevur
tikið hetta mál upp. Hetta er álvarsamt. Tað
ber jú ikki til, at eitt nú Fíggjarmálaráðið
og stovnarnir harundir seta hægri krøv til
borgaran, enn hesir stovnar seta sær sjálvum.
Skal borgarin fylgja einari avgerð hjá Skatta-
og Avgjaldskærunevndini, so skal TAKS, sum
Toll og Skatt nú eitur, sjálvandi eisini.
Harafturat, so er hetta ikki eitt einfalt
mál, um at MVG er skeivt útroknað. Her
er talan um eina innkrevjing, sum eftir
øllum at døma er framd í heimildarloysi,
og tí eigur Fíggjarmálaráðið at útgjalda
peningin aftur til øll tey, sum hava keypt bil í
umrødda tíðarskeiði. Onkur vil meina, at ein
fyrispurningur á tingi var uppá sítt pláss, so
borgarin visti, hvar hann fleyt. Tað er ov seint
til tað. Tað er uppá tíðina, at Tingið sjálvt sigur
Fíggjarmálaráðharranum, hvar borgarin flýtur.
Fyrst og fremst, so eigur ábyrgdin at
plaserast fyri hetta mistak bæði politiskt
og umsitingarliga, og so má borgarin fáa
sínar pengar aftur við einari umbering,
óansæð hvussu nógv tíð er fráliðin. Tað
kann ikki góðtakast, at TAKS (Toll og Skatt)
krevur pengar inn í heimildarloysi. Tað er
tað, sum talan er um sambært Skatta- og
avgjaldskærunevndini, og hesum kunnu
avvarandi myndugleikar ikki liva við. Sagt
hevur verið, at hetta kann koma at kosta
landskassanum 125 milliónir. Hetta er skeiv
tulking. Um ein av órøttum tekur 100 krónur
og rindar tær aftur til rætta eigara, so hevur
tað ikki kostað viðkomandi eitt klovið oyra.
Tað er tað, sum hetta snýr seg um. Tað er púra
ókeypis at lata nakað aftur, sum ein ikki átti at
havt í fyrsta lagi.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Sosialurin hevði mikudag
in ein leiðara um ferðina
hjá Al Gore til Føroya og
segði, hvussu fittur Bill
Clinton var, tá hann var í
Føroyum eisini við
fjølmiðlarnar.
Eg fylgdi við Bill
Clinton her, men hvørki eg
ella nakar annar journa
listur varð boðin á tíðinda
fund hjá Bill Clinton,
meðan hann var í Føroy
um. Vit stóðu í kuldanum
uttanfyri Hotel Føroyar og
bíðaðu eftir honum. Rætt
skal vera rætt, hann kom
yvir til bláfrystu
tíðindafólkini at práta
nakrar minuttir. Tað var alt.
Bill Clinton gav ikki
pressuni meira enn Al
Gore. Jú, fyrrverandi
amerikanski forsetin var
meira høviskur enn vara
forseti hansara. Men so er
alt sagt um teir báðar og
viðurskifti teirra við
føroysku pressuna.
Nú er tað so mangt, sum
føroyska pressan má liva
við, men til báðar vitjan
irnar eru útlendskir
journalistar komnir til
Føroya, og tað er
undranarvert, at
fyrireikararnir ikki hava
tryggjað teimum, at nakað
var at koma til.
Big business
Tað Bill Clinton og Al
Gore hava fyri er big
business. Bill Clinton selir
seg sjálvan, men tað eru
ikki so nógvir pengar hjá
Al Gore í at selja Al Gore,
og tí hevur hann gjørt
heimsins størsta vandamál
til sín boðskap. Veðurlags
broytingarnar. Men Al
Gore hevur ongan boðskap
til teirra, sum ikki gjalda
fyri hann.
Norska Nobelnevndin
syrgdi annars fyri, at Al
Gore seinast kom upp í tað
liðið av høgt mettum fólki,
sum hevur fingið nobel
friðarheiðurslønina fyri
ósjálvsøki arbeiði, tað veri
seg Desmond Tutu, Nelson
Mandela ella Lech Walesa.
So tað eru ikki bert føroy
ingar, ið hava latið seg
draga upp á tráð av hesum
amerikanska umhvørvis
spekulantinum. Og tað er
spell, tí boðskapurin um
veðurlagsbroytingarnar er
álvarsligari enn at hann
kann pakkast niður í
kuffertið hjá einum slíkum
handilsreisandi.
Fyrireikararnir kunnu
sjálvsagt bjóða hvørjum
teir vilja til Føroya at halda
fyrilestur fyri fólki, sum
vilja gjalda eisini Al
Gore. Men er tað fyri
afturlætnum hurðum, so er
tað ikki eitt alment tiltak.
Og tá høvuðspersónarnir
so heldur einki vilja hava
við pressuna at gera, má
niðurstøðan vera, at
annaðhvørt misbrúka
fyrireikararnir fjølmiðl
arnar ella lata fjølmiðlarnir
seg misbrúka.
Hurrá, hurrá, hurrá, og
so tað langa
hurraaaaaaaa
Ja so hendi tað aftur, at í
hesum føri bleiv B71
trumlað niður í hesum føri.
Tað sum B36 ger, er sera
vánaligt og ósportligt.
Fyrst løgdu teir eftir
málmanninum, men hann
var somikið heilhjartaður
B71ari, at tað gekk ikki.
Men B71 skuldi álíkavæl
nívast. Teir løgdu so sum
Judas við silvurpeningi
eftir útispælara, og stóð
hann ikki ímóti freistingini.
Hettar er sera hugstoytt.
B71 roynir við tungari
fígging at venja spælara frá
óvitanum av, og tá ið teir
eru búnir – so eru millión
ingarnir hjá B36 har –
haps.
Eg skilji ikki, tá ið teir
fáa so góðar treytir, og hví
tað ikki verður kunngjørd
hvørjar treytirnar eru.
Og dreygar tað seg um
pengar – eigur so ikki
keisarin at fáa sítt.
B36 eigur so nógvar
góðar spælarar, at teir
mátti verið synd at sett teir
til síðis fyri sokallað
bygdagrell.
Eg eigi sjálvur tveir stak
fittar abbasynir, ið eru
ógvuliga glaðir fyri at
spæla við B36. Eg vóni
ikki at eg komið at uppliva,
at teir koma at sita á
bonkinum fyri tveir
keyptar abbasynir úr B71.
Við ítróttarkøvðu.
Teir stóru fiskarnir eta teir smáu
SóLvIt
SIMoNSEN
Umhvørvisspekulanturin Al Gore
BogI
godtFREd
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.