Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti 12 Congo er í veruleikanum tvey lond. Tað er fyrst og fremst ”demokratiska lýðveldið Congo”, fyrrverandi belgiskt Congo, sum er eitt av størstu londunum í Afrika. Víddin er um 2,5 mill. ferkilometur, sum er nærum 2.000 ferðir so stórt sum Føroyar, ella tríggjar ferðir so stórt sum Danmark, Noreg og Svøríki til samans. Síðan er tað lýðveldið Congo, sum er fyrrverandi franska Congo, og sum er nógv minni. Londini liggja hvør síni megin Congoánna. Í hesi grein verður Congo skrivað við C. Tá tosað verður um Kongo við K, verður víst til stammuna Bakongo, sum er felagsnavnið fyri tey, sum meta seg sum kongofólk. Tey tosa málið kikongo, og búgva í báðum Congolondunum og í norðara part av Angola. Hóast mørkini millum londini metir bakongofólkið seg sum eitt fólk, sum roknar sína søgu aftur til gamla Kongoríkið. Bakongofólkið er eitt tað størsta fólkaslag í Congo, men har eru um 250 onnur fólkasløg í landinum. Tað eru fimm almenn mál í landinum, og franskt er eitt teirra. Vælskipað land í miðøldini Tað vóru nógv væl skipað samfe­ løg í landinum, og tað best kenda er Kongoríkið, sum portugisarar komu í samband við longu í 1482. Í landinum var ein stór skipað framleiðsla av klæði, kopari og nógvum dagligdags vørum, sum til dømis salt. Kongostaturin var so framkomin, at hann kravdi inn skatt og toll. Hann hevði eisini eina miðstjórn og ein stóran her. Her var fýra daga vika, og fyrsti dagur í viku var frídagur. So við og við varð skipað fyri einum stórum samhandli við Portugal, sum í síðsta enda førdi til, at Kongaríkið fall saman. Sum fráleið gjørdist størsta handilsvøran nevniliga trælir, sum vórðu fluttir til Portugal og síðan í stórum tali yvir um hav. Trælahandilin drenaði landið fyri arbeiðsmegi, og gekk hetta útyvir framleiðsluna. Hetta mátti sjálvsagt fáa ein ringan enda. Tað sum var eyðkenni fyri fólkið í Congo var samanhaldið millum ættirnar í sonevndum klanum. Klanurin hevði ein oddamann, sum skipaði fyri at býta ríkidømið hjá ættini so javnt sum gjørligt, so tað gjørdist ikki tann stóri stættarmunurin. Ikki trupulleikar við javnstøðu Her var eingin trupulleiki við javnstøðu, í hvussu er ikki út frá einum konufólkasjónarmiði. Her var ættin ikki roknað eftir hvør var pápin, men hvør ið var mamman. Faðirættin var roknað tvey ættar­ lið aftur. Longri aftur hevði ongan áhuga. Meðan móðirættin var roknað so langt aftur sum tað bar til. Her roknaðu tey sostatt ikki við einum forfaðir men eini formóður! Og var tað hon, sum bant ættina saman. Men so komu euro­ pearar og norðbúgvar Alt hetta byrjar at broytast í 1800 talinum, tá ið europearar fáa eyguni á Congo. Teir vóru áhugaðir fyri einum marknaði uttan fyri Europa, men teir høvdu enn størri áhuga fyri at fáa hendur á teimum mongu ráevnunum í Afrika, sum gull og fílabein, og seinni eisini til dømis gummi. Tað gjørdist eisini áhugi hjá europearum at kanna henda stóra heimspartin, sum eingin visti nakað um. Ikki minst var áhugin at finna keldurnar til tær stóru áirnar. Ein tann kendasti í so máta var Henry M. Stanley. Hann átti ein stóran leiklut, tá ið europearar í 1885 býttu Afrika millum sín, og belgiski kongurin Leopold 2. fekk Congo í sín part. Fyri at tryggja sær eftirlitið við Congo hevði Leopold brúk fyri sjófólki at sigla á Congoánni, sum var høvuðsfarleiðin í landinum. Hetta gjørdist ein møguleiki hjá nógvum sjómonnum úr Norðan­ londum, sum fóru til Congo at sigla í stórum tali. Congo fekk eina sera buldra­ sliga søgu heilt fram til okkara tíð. Belgiarar stýrdu landinum við harðari hond. Teir syrgdu Føroyar komnar á land Í Miðvikuni í vetur hava vit hava eina røð í átta pørtum um havnarmannin Daniel J. Danielsen. Serliga hevur hetta verið um hansara samband við Congo fyrst í farnu øld. Henda røðin hevur givið Føroyum viðurkenning sum part í norrønu søguni í Congo Congo Óli Jacobsen post@sosialurin.fo Fyrsta protestantiska kirkjan í Kinshasa, áður Leopoldville, høvuðsstaðnum í Congo Mynd: Espen Wæhle Daniel J. Danielsen (1871-1916). Takkað verið Miðvikuni er hann nú viðurkendur sum ein partur av norrønu søgunu í Congo Umboð fyri portugisiska kongin er á vitjan hjá konginum í Kongo í 1491. Her møtast partarnir í jøvnum føti. Her var longu tá talan um eitt væl skipað samfelag, sum á mangan hátt kundi mátast við Europa