Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 13 HUGLEIÐING Dagny Joensen V it liva í eini globaliserings­ tíð, verður sagt. Tað merkir m. a., at heimurin rundan um okkum regluliga kemur inn til okkara um sjónvarp og internet. Tað er kortini ikki alt, sum kann røkkast tann vegin. Vit hava eisini tørv á at fáa farmagóðs til lands, men vit taka tað kortini fyri givið, at borgarnir skulu hava góða tænastu, og at tíð ikki skal fara til spillis – og tað er gevandi fyri tann ótolna! Orð eru takksom, siga vit vanliga, men orðini telja ikki so nógv í hesum føri. Tað er tørvandi reglusemi og tíðarspill í vanliga gerandisdegnum, sum darvar okkum her á landi. Norrøna, flaggskip føroyinga, sum øll eru so errin av, skal veita okkum og útlendingum góða tænastu. Nú eiga vit eitt skip, sum nøktar tørvin hjá nútiðar ferðandi, verður sagt. Skipið er stórt og tekur ímóti fleiri hundrað bilum og ferðafólki. Bert er reglusemi ikki galdandi í hesum føri. Antin er veðrið ov vánaligt til at skilagott er at fara avstað, ella eisini er vindmegin ov stór, so ikki ber til at leggja at bryggju. Hartil kemur m.a., at farmagóðs og annað ikki kemur rættstundis fram tíðliga á morgni. Tað merkir at ovurstóru flutnings­ bilarnir standa í handilstúninum, tá fólk koma til handils eftir arbeiðstíð mánadag. Ætlanin var helst, at vøran skuldi avskipast til handlarnar, áðrenn fólk komu til handils. Inni í handlunum er tí eisini eitt øgiligt rok, har starvs­ fólk og viðskiftafólk kappast um at sleppa framat vøruhillunum. Tað er so ein partur av nútíðini, sum als ikki borgar fyri góðsku ella at alt er meira tænastuvinarligt í dag í mun til í gomlum døgum. Fyri 50 árum síðani fór rutu­ báturin Pride í Klaksvík frá bryggju kl. átta á morgni, og ikki eitt minutt fyrr ella seinni. Hevði tú ikki klokku, kundi tú bara kaga út í fjørðin at vita, hvar rutubáturin var staddur í leiðini, so visti tú, hvussu nógv klokkan var. Tá legði Tjaldur, ferðaskipið hjá Skipafelagnum, sum tá var flaggskip føroyinga, at bryggju í Klaksvík 14. hvønn dag, og vit vistu, nær best var at fara til handils, eftir posti á Posthúsinum og í kioskina hjá Johs. Nolsøe eftir bløðunum, á keikøkinum úti í Klaksvík. Sum smágenta var tað oftani mín uppgáva at fara eftir bløð­ unum. Mamma skuldi hava Familie Journalen og pápi Berlinske Tidende. Blaðið til mammu var eingin tungur burður, men eg knógvaði undir byrðuni av Berlinske Tidende í 14 eintøkum. Tað var tó eingin trupulleiki, tí tað var so spenn­ andi og forvitnisligt at frætta um ymiskt úti í heimi. Um Bamse og Dukkelise og brævkassan hjá Tove Ditlevsen í Familie­ journalen og um tíðindini í Berlinske Tidende. Eg minnist ongantíð at Tjaldrið ikki kom leiðina fram til ásettan dag. Talan kundi vera um gott ella vánaligt veður, og at vit tosaðu um, hvørt tað hevði verið ein buldrut ferð, um skipið legði seint at bryggju. Tjaldið kom kortini fram og øll fingu post og vøru. Í dag eru alt øðrvísi. Fólk eru vorðin vand við, at fáa fatur í tí, sum tey hava brúk fyri, tá farið verður til handils. Vanligt hevur verið at keypa fríska vøru og bløð hvønn mánadag, men nú er tað ein “saga blot”, av tí skipið ikki er ført fyri at sigla í øllum veðri. Hugsandi er, at partur av farminum umborð á Nørrønu, er farin til aðrar veitarar, men tó so, Norrøna er rúmlig og tekur nógvan farm, sum sostatt ikki kemur fram til ásettu tíðina. Hvat er so vunnið? Telur tað meira, at vit kunnu bjóða útlendskum ferðafólki at sigla við stórum og stásiligum skipi, enn tað, at veita føroyingum góða og regluliga tænastu? Tað tykist ikki sum globaliseringin í hesum føri rættiliga hevur rakt Føroyar, ella hvussu? Nútíðar vantandi reglusemi Leygarkvøldið verður konsertin við Peter Hentze Niclasen, tenorsangara, og Ólavi Jakobsen, guittarleikara, í Húsavíkar kirkju. Sunnukvøldið verður konsertin í Mariukirkjuni í Havn KONSERT Tíðindaskriv Tenorsangarin Peter Hentze Niclasen og guitarleikarin Ólavur Jakobsen eru í hesi vikuni á konsertferð kring Føroyar. Konsert var í Ribarhúsi í Fuglafirði hós­ kvøldið. Leygardagin hava teir konsert í Húsavíkar kirkju, sunnukvøldið eru teir at hoyra í katólsku kirkjuni í Tórshavn, Mariu­ kirkjuni. Guitar og sangur er ein samanseting, ið ikki er so ofta at hoyra í føroyska klassiska tónleika­um­ hvørvinum. Enn meira forkunnugt er, at teir eisini fara at framføra okkurt nýgjørt fyri guitar og sang. Talan er um sanglag skrivað av Bjarna Restorff. Bjarni hevur sett lag til yrking eftir Carl Jóhan Jensen. Ólavur Jakobsen hevur skipað føroysk løg av nýggjum til guitar og sang. Her er serliga talan um sangir eftir Regin Dahl, eins og Hans Jacob Høj­ gaard eisini er umboðaður. Teir fara víða um í kon­ sertini – bæði landafrøði­ liga og í tíð. Har verða verk eftir enska renæssencu­ tónaskaldið John Dowland (1563­1626), sum uppruna­ liga skrivaði sín tónleik til lut. Somuleiðis verða sungnir fólka­sangir, sum enska tónaskaldið Benjamin Britten (1913­1976) hevur lag til rættis. Okkurt kent frá italskum bel­canto operum verður at hoyra, umframt at Ólavur fer at framføra solotónar eftir Johann Sebastian Bach á guitara. Peter Hentze Niclasen er tenorsangari og syngur við í m. ø. Tórshavnar Manskóri og Tarira. Hann var næm­ ingur á Íslendska sang­ skúlanum – Føroya deild, ið virkaði í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og hevur hann leitað sær lær­ dóm hjá m. ø. Garðar Cortes og Óløf K. Harð­ ardóttir. Eisini hevur hann í styttri tíðarskeið fingið sangundirvísing í Keyp­ mannahavn og Aberdeen. Umframt solistuppgávur í kórum, hevur hann eisini sungið við á fleiri fløgu­ útgávum. Ólavur Jakobsen er av Kamarinum. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla gittara. Hann var so at siga sjálvlærdur innan klassiskt guitarspæl, tá ið hann kom gjøgnum nálareygað á tónlistarskúlanum í Keyp­ mannahavn. Hann tók dip­ lompr. Lærari hansara var Ingolf Olsen, sum er hálvur føroyingur, mamman var úr Leynum. Ólavur var á árs­ skeiði í 1993/94 í Frankaríki. Hann var næm­ ingur hjá Roland Dyens, núverandi professara á Conservatoire Superieur í Paris. Konsertirnar verða: Leygarkvøldið 12. apríl kl. 19.00 í Húsavíkar kirkju Sunnukvøldið 13. apríl kl. 19.30 í Mariu kirkjuni í Tórshavn Ókeypis atgongd er til konsertirnar. Klassisk konsert í Húsavík og Havn um vikuskiftið Peter Hentze Niclasen er tenorsangari, og Ólavur Jakobsen klassiskur guitarleikari Í gamlari tíð var tað ein stórur dagur tá Tjaldur hjá Skipafelagnum kom á Havnina. Sum myndin sýnir fóru nógv fólk kaitúr í hesum sambandi. Til Klaksvíkar kom Tjaldur 14. hvønn dag, og tá fór maður og kvinna av húsi – til handils, eftir posti og í kioskina hjá Johs. Nolsøe eftir bløðunum, skrivar Dagny Joensen, sum hugleiðir um reglusemi fyrr og nú