fríggjadagur 11. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 • 11. apríl 2008
Vikuskifti 13
nevniliga fyri, at nærum eingin
skuldu fáa hægri útbúgving. Men
hetta forðaði ikki fyri, at teir
kortini vildu hava sjálvstýri, og
tað fingu teir í 1960. Men hetta
var illa fyrireikað og endaði við
at forsætisráðharrin Lumumba
varð myrdur. Tað gjørdist borgara
kríggj, sum kostaði meira enn eini
millión offur.
Í 1965 tók Mobutu valdið.
Hann varð gjøgnumkorruptur og
legði navn til eina stýrisskipan,
sum kallast ”kleptokrati”. Hetta
merkir, at teir ráðandi ríka
seg upp av landsins ognum.
Men Mobuto kundi brúkast
av vesturheiminum, tí hann
var roknaður sum trygd móti
kommunismu í økinum. Tá ið
Mobuto varð feldur í 1997 í
einum uppreistri var landið á
húsagangi, meðan Mobuto átti
eins nógv av peningi sum øll
uttanlandaskuldin hjá landinum.
Tá tók Laurent Kabila við, og tá
hann var myrdur, gjørdist sonur
hansara Joseph forseti. Hesir
uppreistrar kostaðu um 2,5 mill.
fólki lívið.
Framvegis hoyrist um ófrið í
landinum, men serfrøðingar halda
kortini, at tað nú kanska gongur
nakað framá aftur.
Áhugin fyri Congo
vaknar
Áhugin á okkara leiðum fyri
Congo byrjaði fyri nøkrum árum
síðandi í samband við tað, sum
kom fram um ræðuleikarnar
undir stýrinum hjá Leopold kongi
18851908, og sum greitt varð frá
í umrøddu røð í Miðvikuni.
Serliga gjørdist áhugin í
Norðanlondum stórur, tí so nógvir
norðurlendingar vóru í Congo
tá. Teir hava vitað um tað, sum
gekk fyri seg. Teir flestu hava
bert verið áskoðarar. Nakrir hava
verið í parti við maktini. So vóru
tað nakrir fáir, serliga trúboðarar,
sum royndu at gera vart við
ræðuleikarnar og gjørdu tað, teir
kundu, at hjálpa hesum kúgaða
fólki.
Framsýningin
Fornminnissøvn í Norðanlondum
hava havt nógvar lutir, sum
norðurlendingar í Congo høvdu
heim við sær. Men nú tóku tey
sær fyri at gera eina serliga
framsýning um Congo, sum skuldi
ferðast til stóru norðanlondini.
Her skuldi lýsast søgan um
”Norden i Congo – Congo i
Norden”.
Í hesum sambandi hevur
eisini verið prentað serligt
kunningartilfar. Ein bók kallast
Congospor, og so er gjørt eitt
serligt undirvísingarhefti fyri
skúlarnar.
Í hesum sambandi varð kannað,
um Føroyar áttu nakað íkast
til hesa søgu. Tað hevur verið
alment kent, at Daniel Jacob
Danielsen var trúboðari í Congo
í 190103, og at hann var við at
royna at bøta um viðurskiftini hjá
fólkinum. Men hetta varð roknað
fyri at vera so lítið ítøkiligt, at tað
ikki fekk pláss á framsýningini.
Hendan framsýningin hevur
so verið í teimum stóru norðan
londunum, og er nú í Gøteborg í
Svøríki. Áhugin hevur verið sera
stórur, og eini 250.000 fólk hava
tilsamans vitjað. Framsýningin
hevur eisini fingið nógva umrøðu
í pressuni.
Okkara umboð
í Congosøguni
Sjálvur kendi eg væl gravsteinin
hjá Daniel í gamla kirkjugarði
í Havn og hevði eisini roynt
onkra slóð at fáa meira at vita.
Men hetta miseydnaðist í fyrsta
umfari. Men fekk so eina slóð,
sum kallaðist Roger Casement,
og tá kom gongd á málið. Hetta
førdi til aðrar slóðir, sum so aftur
førdu til hesa søgu, sum vit hava
havt.
Hon er í stuttum, at Daniel í
1901 fer til Congo sum trúboðari,
og virkar hann inni í landinum
framvið Congoánni. Hann verður í
1902 ákærdur fyri harðskap móti
teimum innføddu, sum arbeiða
fyri hann, og hann verður kallaður
heim til Bretlands. Á vegnum
heim oman eftir Congoánni fær
hann boð um at heimkallingin er
afturtikin, tí ákærurnar hava víst
seg at vera falskar. Tá er tað,
hann hittir Roger Casement, sum
av bretsku stjórnini var biðin um
at kanna søgurnar um yvirgang
móti fólkinum. Casement biður
Daniel til maskinmeistara og
skipara á tí missiónsbáti, sum
hann hevur leigað til hetta
endamál. Hetta ger Daniel til ein
part av heimssøguni, sum tá var.
Hann gjørdist nevniliga fremsta
álit á hesi truplu ferðini hjá
Casement, hvørs frágreiðing til
bretsku stjórnina gjørdist byrjanin
til endan á ognarskapinum hjá
Leopold kongi til Congo, sum
hann mátti geva frá sær í 1908.
Daniel kemur aftur til Bret
lands í 1903. Tá fer hann í
holt við at kunna almenningin
um støðuna í Congo á fundum
og bløðum. Hetta setir hann
í samband við tann fremsta
stríðsmannin á hesum øki,
Edmund Morel, sum er ein annar
høvuðspersónur í hesi søk. Tað
verður sagt, at hetta var fyrsta
mannarættindarørsla í heiminum,
og her var ”okkara maður” í
fremstu røð frá byrjan av.
Daniel kunnaði eisini føroyingar
um hesi viðurskift í 1904. Eitt
blað, sum eisini hevði eina greiða
meining um óskilið í Congo, var
Tingakrosssur við Kristin í Geil
sum blaðstjóra.
Umrødda greinarøð er
gjørd í samstarvi við fremstu
serfrøðingar í hesi søgu. Teir
eru Espen Wæhle úr Noregi
og Séamas O. Síochain úr
Írlandi. Teir eru báðir ovfarnir
um tað, sum tað er eydnast at
fáa fram um Daniel. Nú verður
hann viðurkendur sum ein
týðandi partur av søguni hjá
norðanlondum í Congo.
Føroyar koma
upp í part
Nú er hent tað, at tey forn
minnissøvn, sum hava skipað
fyri umrøddu ferðaframsýning,
arbeiða við ætlan at fara út
um norðanlondini við henni.
Tað mest áhugaverda er, at
ætlanin er at fara til Congo við
framsýningini. Sendiharrin hjá
fyrrverandi fronskum Congo hevur
enntá áhuga fyri at hava eitt
permanent savn um hesa søgu í
høvuðsstaðnum Brazzaville.
Ætlanin er eisini, at hon skal
fara til Belgia og Frankaríki, sum
eru tey lond í Europa sum hava
verið mest knýtt at Congo.
Tað áhugaverda er, at Føroyar
eru bodnar at vera við í hesi
verkætlan. Nú hava vit nevniliga
eina søgu at vísa á! Hetta krevur
nú bæði tíð og fyrireiking.
Teir stovnar, sum eru ætlaðir
at standa aftanfyri verkætlanina
eru:
Statens museer för världskultur/
Etnografiska museet í
Stockholm.
Riksutställningar.
Nationalmuseet í Köbenhavn/
Etnografisk samling.
Kulturernas museum í
Helsingfors.
Universitetets kulturhistoriske
museum/etnografisk sekjon í
Oslo.
Føroya Forminnissanvn
Sendiharrin hjá republikkini
Kongo í Norrønu londum M.
André Hombessa.
Verkætlanin er ætlað at vera
sett i verk árini 20082011, og
nú verður søkt um stuðul til
tess. Hetta er fyrst og fremst frá
norrønum grunnum.
Tað er eisini settur ein arbeiðs
bólkur at arbeiða við málinum.
Ein nevndarlimur er umrøddi
Espen Wæhle.
Fyrsta stigið er ein fundur, sum
verður hildin í Gøteborg 12.mai.
Her verður partvíst gjørd ein
eftirmeting av framsýningini, sum
verið hevur. Síðan skal tosast um
ætlanina um at fara longur út í
heim við framsýningini.
Føroyar eru bodnar við til hend
an fundin og fara eisini at luttaka.
Tá er ætlanin at geva eina nærri
lýsing av okkara íkasti til komandi
framsýning. Nevnliga søgan um
Daniel Jacob Danielsen, sum nú
alment kemur í søguna, sum ein,
ið tordi opið at seta seg uppí móti
sjálvum konginum í Belgia.
kortið hjá Congo
Um leið á hesi leiðini byrjaðu Daniel J. Danielsen og Roger Casement teirra
søguligu ferð niðan eftir Congoánni
Mynd: Espen Wæhle
Hetta er upprunaliga høvuðsstøðin hjá amerikanska baptistamissiónin
í Kinshasa. Teir áttu skipið, sum Casement leigaði til ferðina. Tí er sera
hugsandi, at Daniel hevur verið inni her Mynd: Espen Wæhle
Læknatrúboðari í Congo til arbeiðis