fríggjadagur 11. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 70 - 11. apríl 2008
Til háttvirda Føroya
Løgting
Landssjúkrahúsið hevur
verið nógv á breddanum
tað seinasta árið. Mest
hevur tað snúð seg um
sjúklingaviðgerð, arbeiðs
umstøður og løn hjá
sjúkrarøktarfrøðingum.
Lat hetta verða mítt
ískoyti við sannroynd um
játtanina til rakstur og
viðlíkahald av bygningum
og skrivstovunum á Lands
sjúkrahúsinum.
Ein játtan má byggja á
eina viðtikna fíggjarætlan,
sum er grundað á tænast
ur, ið vit eru samd um.
Lat meg byrja við at
siga, at eg eri púra samdur
við landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, Karsten
Hansen, at ein ikki uttan
heimild kann nýta meira
pening enn tað, ið er játtað.
Spurningurin er so, um
játtandi myndugleiki krev
ur meira fyri játtanina, enn
peningur er til.
Ein kann ikki stýra
einum bili við at hyggja í
bakspeglið og so als ikki,
um kósin skal broytast. Tí
kann ein ikki taka støði í
roknskapinum árini framm
anundan og við bindi fyri
eygað framskriva tey.
Ein skilagóð útmelding
kom frá landssýrismanni
num í almanna og heilsu
málum, Hans Paula Strøm,
um veruliga at kanna, hvat
tað eigur at kosta at reka
eitt landssjúkrahús við
teimum veitingum, sum
vera veittar í dag og so
taka støðu til, um løgtingið
vil játtað fígging til tað
tænastustøði, sum er í dag
ella at minka um tað.
Ikki skal eg her gera við
merkingar til, at vit polit
iskt vilja fíggja ella undir
fíggja trý sjúkrahús til
47.893 fólk. Ei heldur við
merkingar til leiðslubygn
aðin á Landssjúkrahúsinum
við tí trýstrongdu leiðsluni
og teimum seks
depilsleiðslunum.
Eg skal heldur ikki koma
inn á, hvussu nógv verður
nýtt til sjúklingamat í dag.
Seinast, eg roknaði tað út,
var í 2005, og minnist meg
rætt, var tað 37 kr. pr.
sjúkling pr. samdøgur.
Tað er játtanin til rakst
urin av bygningum og út
gerð, sum liggur mær á
hjarta.
Eg skal her loyva mær at
vísa á, hvussu nógvur
peningur er settur av til
raksturin av bygningunum
og útgerð, sum er tengd at
bygningunum, so sum
lyftur, ventilatión og mangt
annað hjá Landssjúkra
húsinum.
Landssjúkrahúsið er sum
kunnugt samansett av nógv
um gomlum bygningum,
sum geva ein dýrari rakst
ur, enn um alt var savnað
saman í nýggjar bygningar.
Her eru nøkur tøl, sum tala
fyri mongdirnar: Sí Talvu
Hetta merkir, at tað eru
slakar 2. mill. krónur
eftir til at viðlíkahalda
bygningar, vegir, tunnlar,
lyftur og mangt mangt
annað. Tað gevur 41 kr./
m2/ár.
Íbúðarkompleks í Dan
mark, sum eg veit um, nýta
142 kr./m2/ár. Tá eru tað
bert uttandura bygningsvið
líkahald. Tað eru einfaldar
installatiónir og ikki eitt
sjúkrahús, talan er um.
Vit hava keypt eina
telduskipan til at skráseta
bygningar og útgerð við. Í
skipanina verður eisini lagt
inn, hvussu viðlíkahaldið
eigur at fara fram. Hetta er
tó næstan spilt arbeiði, tí
tað eru so langt millum
ta upphædd, vit fáa til
viðlíkahald, og tað sum
krevst.
Virðið á bygningunum
hjá Landssjúkrahúsinum
var í september 2005 mett
til 705 mill. kr. Um 1% av
virðinum á bygningunum
verður játtað til viðlíka
hald, hevur tað við sær, at
7 mill. kr. skulu setast av
um árið.
Landssjúkrahúsið hevur
tekniska útgerð fyri umleið
70. mill. kr. Hetta er útgerð
við einum miðallivialdri
uppá 10 ár. Tað merkir, at
7 mill. kr. skulu til um árið
fyri at dagføra útgerðina.
Við einki at skifta út,
verður útgerðin koyrd í sor.
Vandi kann standast av
manglandi viðlíkahaldi
Enn kann eg ikki vísa á
hendingar, sum hava kravt
mannalív, men manglandi
viðlíkahald førir við sær
óhepnar hendingar. Dømi
er sum, tá sjúklingakalli
skipanin í barakkini at
enda ikki orkaði meira. Vit
høvdu í fleiri ár gjørt vart
við, at hon átti at verið
skift út, tó uttan úrslit ella
fígging. So brotnaði skip
anin og stóð ikki til at
umvæla aftur.
Sjúklingarnir máttu í nakr
ar dagar nýta sleiv til at
banka á radiatorar fyri at
fáa samband við starvsfólk
ini. Landssjúkrahúsið
mátti út at læna “baby
alarmar” at seta upp, til
vit fingu eina nýggja
kalliskipan. Okkurt annað
átrokandi arbeiði mátti so
bíða tað árið. Elding skal
hava tøkk fyri beinasemi
við at læna okkum
babyalarmarnar.
Landssjúkrahúsið eitt
ómettandi hol
Hetta er ein viðmerking,
sum ofta eru komin mær
fyri oyrað, og viðmerk
ingin er púra røtt. Sum
játtanin hevur verið sein
astu árini, verður tað sera
sera leingi til, vit kunnu
standa fram við fattari
pannu og siga “Her stendur
eitt vakurt vælhildið Lands
sjúkrahús, sum er ogn hjá
Føroya fólki”.
Eg skal her nevna nakrar
av teimum mest átrokandi
ábótunum, sum mugu
gerast. Her er bert tikið
tilvildarligt burturúr lista
num, sum er sera langur.
Nýggir matvognar mugu
keypast. Teir verandi hava
frá Heilsufrøðisligu Starvs
stovuni fingið forboð móti
at koyra, tí teir lúka ikki
tey heilsufrøðisligu krøv
ini. Teir eru 30 ára gamlir
og hava koyrt langt yvir
30.000 km. Í fleiri ár hava
vit søkt um játtan, tó uttan
úrslit.
Kostnaður umleið 2
mill. kr.
Køkurin er 30 ára gamal
og lýkur ikki krøvini til ein
tíðarhóskandi køk. Hann
kostar alt ov nógv í orku,
viðlíkahaldi og arbeiðsløn
um at reka, tí hann er so
óarbeiðsligur.
Kostnaður umleið 10
mill. kr.
Eingin brand/royksektión
er í tunlinum. Um eldur
kemur í, fer roykurin um
allar bygningarnar.
Landssjúkrahúsið er álagt
ikki at hava nakra trygging,
og roykskaðar eru
kostnarmiklir.
Kostnaður umleið 2
mill kr.
Sum einasta fyritøka í
landinum hevur Lands
sjúkrahúsi fingið álagt at
hava reinsibrunn til spilli
vatnið. Heilsumyndugleik
arnir hava nú álagt okkum
at girða brunnin inn og
leggja lok á hann.
Kostnaður umleið 1
mill. kr.
Íbúðarblokkarnir hjá
Landssjúkrahúsinum
treingja til stórar ábøtur.
Jarnarnmeringin er tærd,
og vindeygu eru um at
detta út. Trappur og annað
minna um tað ringasta
slummið. Læknar og
onnur, sum koma frá
útheiminum og skulu
búgva har, vilja heldur á
hotell at búgva, tí støðið er
so vánaligt. Kostnaður
umleið 45 mill. kr. (ár
2000)
Kloakkirnar millum
bygningarnar er nógva
staðni dotnar saman.
Kostnaður umleið 2
mill. kr.
Vit hava tørv fyri einum
skipaðum ruskplássi. Sum
er, er handfaringin av ruski
og medisinskum ruski
undir alt lágmark.
Kostnaður fyri eini
lappaloysn er 500.000, kr.
Fyri eini varandi loysn er
kostnaðurin umleið 2
mill. kr.
Nýggjur køkur og
ventilatión á føðideildini.
Kostnaður umleið 0,5
mill. kr.
Nógv starvsfólk kenna
seg gloymd, tá tey síggja
hendan stutta listan, men,
sum tað sær út, er hetta
sum eitt ómettandi hol.
Landssjúkrahúsið
hevur ongantíð fingið so
nógvan pening, sum tað
fær nú.
Tað er púra rætt, at
løgtingið hevur viðtikið
eina verklagslóg, sum
gevur Landssjúkrahúsinum
105 mill. kr. yvir 3 ár. Nú
eru vit á 3. ári. Fyri hesa
upphædd hava vit fingið
nýggja móttøku, nýggjan
sterilsentral og dagført
hæddirnar B8, B7, B6, B5
og B4. Hetta eru vit sera
fegin um, tí tað var harð
liga tiltrongt, men hetta
hjálpir ikki uppá tørvin
fyri fígging av tí dagliga
rakstrinum.
Mitt í 60unum var býtið
millum útreiðslur til lønir
og til rakstur 60/40. Í dag
er býtið 86/14.
Hvørja ferð, vit taka
nýggjar viðgerðir ella
nýggjar læknar heim til
Føroyar, svarar játtanin
ikki til tørvin, og undir
fíggingin verður tikin av
rakstrinum.
Eg skal tí heita á Føroya
Løgting um at bera so í
bandi, at játtanin til rakstur
av bygningum og tólum
verður skipað á sama hátt
sum játtanin til medico
tekniska útgerð, sum er ein
serskild játtan.
Hon skal verða greinað
sundur í fýra partar.
1) Endurnýgging av
tólum, útgerð og inventar.
10% av verandi virðinum,
svarandi til 7 mill. kr.
2) Rakstur av bygningum
(uttan el og olju) svarandi
til 1% av verandi virði,
svarandi til 7 mill. kr.
3) Útreiðslur til el og
olju. Elútreiðslurnar verða
í 2008 10% hægri,
svarandi til 3,7 mill. kr.
Oljan er ring at siga
nakað um, men góð 10%
prísvøkstur viðførir
oljuútreiðslur uppá 5 mill.
kr.
4) Nýggj útgerð 1,5 mill.
kr.
Íalt gevur hetta eina
rakstrarjáttan uppá 24 mill.
kr. ella ein vøkstur uppá
12,3 mill. kr.
Landssjúkrahúsið er ogn
Føroya Fólks, og áttu vit at
kunna verið errin av at vísa
tað fram, men tíverri er tað
ikki soleiðis í dag.
Í gjár var val, og í dag er
gerandisdagur.
Gandið tey, sum ganda
kunnu. Tað er ómøguligt at
reka eitt landssjúkrahús við
ov lítlari játtan til raksturin.
Rakstrarjáttanin tvey tey seinastu árini
Rakstrarjáttanin fyri 2007 og 2006, og hvussu játtanin er nýtt, er víst á niðanfyri
standandi talvu.
Stór tøl og smáar upphæddir
depilsleiðari
Tænastudepilin
Landssjúkrahúsið
Jan á
argJaboða