Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti 14 Wilhelm II spælir høgt spæl Tað var helst í roynd og veru eitt Griff nach der Weltmacht, sum heitið á einum gitnum verki frá 1961, eftir týska søgufrøðingin Fritz Fischer, boðar frá. Neistin sum festi í bálið, plaga vit at siga, var tó morðið á tann eysturríkska trúnarvingin Franz Ferdinand og konu hansara í Sarajevo tann 28. juni 1914. Eysturríki-Ungarn setti serbum órímiliga hørð krøv, og russar styðjaðu sínar serbisku brøður. Og eftir fáum vikum stóðu tær báðar samgongurnar, Ententan (Russland, Frakland og Bretland) og Alliansan (Týskland og Eystur- ríki-Ungarn) hvør yvir av øðrum í bardaga. Ikki tí, ofta upp ígjøgnum 20. øld hevur verið peikað á meira abstraktar ella yvirskipaðar orsakir, eitt nú stríð um ráevnir ella hjálond. Nútíðar søguvísindir vísa tó ofta á ein høvuðsíbirtara: keisararíkið Týskland, har Hohenzollern-ættin ráddi. Landið hevði, eftir at Bismarck var farin frá, ført ein vinglutan og amatør- kendan uttanríkispolitikk, ikki røkt tann samgonguvilja yvir av øllum pørtum (uttan Fraklandi), sum Bismarck legði so stóran dent á, og við at byggja upp ein stóran herflota ørkymlað Bretland. Schlieffen-ætlanin Høvuðstrupulleikin hjá Týsklandi var, at ríkið lá gyrt inni millum tvey stórveldir. So var tað góða grannalagið ikki røkt, var bara ein møguleiki eftir: kríggj. Men at føra kríggj á tveimum hermótum samstundis var torført, kanska ómøguligt. Longu meira enn 10 ár fyri kríggið lá tí ein ætlan á borðinum í Berlin, nevnd Schlieffen-ætl- anin, sum miðaði ímóti, at týskurin skuldi yvirkoma at leggja Frakland undir seg so skjótt, at russar ikki fingu tíð at koma sínum vinum til hjálpar. Týskir herar skuldu við miklari ferð herja norður um Frakland og síðani hertaka París aftanífrá. Ætlanin hevði fingið sítt navn frá Adolf von Schlieffen, ið var týskur herleiðslustjóri frá 1891 til 1905. So var bara eftir at snara sær á og berja Russland niður. Hetta var grundin til, at Wilhelm II, ein veikur og gávuleysur statsmaður, eggjaði Eysturríki-Ungarn til at øsa serbar og russar. Hann vildi hava kríggj, hann fekk kríggið, og heimssøgan var eftir tað broytt á kollveltandi hátt. Danmark var í hesi støðu sum lús ímillum tvær negl. Sæð úr Týsklandi var tað bara ein lítil, fløt hálvoyggj og nakrar pannu- kakuoyggjar, sum kanska bara áttu at verið innlimaðar í Das Reich. Men landið var samstundis í tí hepnu støðu at vera stýrt av eini stjórn, sum skaraði framúr til vit og dugnaskap, kanska tí bestu, sum landið nakrantíð hevur havt. Fyri uttanríkis- og verjupolitikkinum stóðu tveir gløggir rationalistar, ávikavist Erik Scavenius, royndur diplomatur við serligum kunnleika um Týskland, og Peter Munch, radikalur politikari og virdur søgufrøðingur. Vinarligur neutralitetur Í stuttum kunnu vit um teirra politikk siga, at hann minnir um atburðin hjá Odysseusi í helli- num hjá tí einoygda risanum Polyfemos. Líkasum Odysseus hevði Danmark yvir av einum ovursterkum mótríki einki vald. Tað ráddi tí um at brúka vit og skil og – fyrst og fremst – snildir. Høvuðsmálið hjá tí donsku stjórnini var fyri ein og hvønn prís at sleppa undan herseting og undan at gerast partur av bar- daganum. Tað ráddi tí um at fáa Wilhelm II – alias Polyfemos – at halda, at Danmark var ein vinur. Scavenius og Munch evnaðu tí til ein politikk, sum kann rópast vinarligur neutralitetur. Men støðan var fløktari, tí tað ráddi eisini um, at bretar skiltu Danmarkar viðkvæmu støðu, og at Bretland helt Danmark vera eitt vinarland. Danmark skuldi tæna tveimum harrum við líka stórum kærleika. Tað heilt merkiliga er, at hetta lukkaðist. Danir drivu í krígsárunum handil bæði við Týskland og Bretland (sum frá leið tó nógv meira við Týskland), og royndu annars at gera seg ósjónligar. Um Suður- slesvík var, óneyðugt at siga, ikki ønt eitt orð. Ein týðandi leiklut, sum óalmennur ferðandi diplomatur, hevði hesi árini tann danski ØK-stjórin H.N. Andersen. Føroyar Var Danmark lítið, vóru Føroyar bara nakrar steinpirrur úti í Atlantshavinum, ella, sæddar við donskum eygum, nakrir hólmar, har sjófuglur og seyður helt til, grasvaksnar eystanfyri, á vestursíðunum berg, enni og hálsar blettað við lomvigaskræpu. Íbúgvarnir á hesum hólmum vóru so merkiligr, at hóast teir ivaleyst bara búðu í kroysum ella hellum, vildu nakrir teirra hevja sítt ótelgda bygdamál upp til at vera mentanarmál. Úr hesi trá var sprottið eitt politiskt stríð millum samband og sjálvstýri, sum í huga- num á fólki í oyggjunum rúgvaði væl meira upp enn bardagarnir • Adressumálið – fyrsti partur Embætisman Hanus Kamban Greinarøð Erik Scavenius umboðaði, sum danskur uttanríkisráðharri undir fyrra heimsbardaga, vinarligan neutralitet Danska stjórnin við krígsbyrjan, ein tann dugnaligasta landið hevur havt. Mitt á myndini, við hond undir kinn, sæst forsætisráðharrin C.T. Zahle. Scavenius er ikki á myndini