Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Ove Magnussusen, ættaður úr Sørvági, búsitandi í Saltangará, andaðist á Landssjúkrahúsinum miku­ dagin, 90 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum leygardagin klokkan 16 í Glyvra kirkju. Jarðarferðin verður sunnudagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Ova kunnu lata Glyvra kirkju eina peningagávu. Dávur Samuelsen andaðist á landssjúkrahúsinum mikudagin, 75 ára gamal. Jarðarferðin verður leygardagin úr Havnar kirkju kl.15. Andlát og jarðarferðir nøvn Dagurin 12. apríl. Julius, deyður í 352. Til minnis um pávan Julius I. Rómverskt ættarnavn. 13. apríl. Jústinus, deyður umleið ár 165. Heiðin maður í Sámáriu; varð upplærdur í grikskari heimspeki og fekk navnið heimspekingurin. Gjørdist kristin og varð tí tikin av døgum í Róm. Navnið merkir hin rættvísi. 14. apríl. Summarmáli. Eftir gamlari føroyskari tíðarrokning byrjar summarhálvárið hendan dag. Sagt var, at á summarmála avdagast ikki, tí var klárt í veðrinum, skuldi dagsglæman ikki hvørva. Soleiðis sum summarmáladagur er, soleiðis verður várið. Dagurin eitur annras Tiburtius. Saman við bróður sínum varð hann tikin av døgum umleið 225. Føroya Shell ynskir at finna Føroya besta bilmekanikara. Tiltakið verður á Tekniska Skúla í Tórshavn leygardag­ in 10. mai – frá kl. 10 og úteftir. Bæði sveinar og lærlingar kunnu meldað seg til. Kapp­ ast verður á trimum økjum: at umvæla, at finna feilir og síðan spurningar. Kappingin verður skipað soleiðis, at allir luttakarar verða líka stillaðir. Dómarar verða lærarar á bildeildini á Tekniska Skúla í Havn. Heiðursmerki verða handað trimum teimum bestu. Føroya Besti Bilmekanik­ ari vinnur eina vikuskiftiferð fyri tvey á Hotel Hilton í Keypmannahavn. Onnur spennandi tiltøk verða á Tekniska Skúla henda sama dagin Tilmelding til kappingina kann gerast á telduposti shell@shell.fo, ella við at ringja til 347412. Føroya besti bilmekanikari Tað sama sum hinar dagarnar Navn: Hannes Debes Flokkur: 9.A Bygd: Norðskála Praktikantpláss: Expert 1. Er nøkur serlig orsøk til at tú valdi júst hetta arbeiðsplássið? ­ Mær dámar væl elektrisk ting, spøl filmar o.s.fr. 2. Er tað sum tú helt at tað fór at vera? ­ Ja, nøkulunda. Tað er jú eitt arbeiði. 3. Hvat gert tú vanliga? ­ Standi við kassan, fari eftir vørum og hjálpi kund­ unum 4. Hvat hevur tú gjørt í dag? ­ Eg havi faktisk gjørt tað sama í dag, sum øllum øðrum døgum her á staðnum, staðið við kassan o.s.fr. 5. Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum seinni í lívinum? ­ Ja, men í einum ávísum øki so sum sjónvarp ella bara filmar. 9. flokkur í starvsvenjing StarvSvenjing Orð&myndir: Ragnar Borðoy Hesar seinastu tvær vikurnar hava næmingar í 9. flokki á Felagsskúl­ anum á Oyrarbakka verið í starvs­ venjing ymsastaðni kring landið. Praktikanturin á Miðlahúsinum, Ragnar Borðoy hevur hitt tveir av floksfelagum sínum – Dan og Hannes ­ sum báðir eru í starvs­ venjing í SMS í Havn. Hannes Debes er í Expert Selt nógvar gaggur Navn: Dan Andreasen Flokkur: 9.a Bygd: Eiði Praktikkpláss: Sportmaster 1. Er nøkur serlig orsøk til at tú valdi júst hetta arbeiðsplássið? ­ Mær dámar sera væl ítrótt, so eg helt at tað kundi vera sera skeg at farið og selt ítróttarútgerð. 2. Er arbeiðið, so sum tú helt at tað fór at vera? ­ Nei. Tað er ikki akkurát sum eg helt at tað fór at vera, men tað hevur verið skeg. 3. Hvat gert tú vanliga? ­ Eg hjálp kundum, leggi klæðir og vørur uppá pláss. 4. Hvat hevur tú gjørt í dag? ­ Tað hevur ikki verið nógv at gera í dag, men eg havi selt gaggur og sett vørur uppá pláss. 5. Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum seinni í lívinum? ­ Hettar er kanska ikki akkurát eg, men okkurt líknandi. Dan Andreasen er í Sportmaster www.sosialurin.fo