Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti navaldið við Verdun og Somme ella land­ gongan á Gallipoli­hálvoynni. Embætis­mannavaldið Tá ið kríggið byrjaði, var beisk­ leikin stórur millum sjálvstýris­ fólk. Síðan 1906 hevði sambandið havt meiriluta á tingi. Tað bøtti ikki um støðuna, at fólksins ting bara hevði ráðgevandi vald, at tveir tinglimir, próstur og amt­ maður, høvdu atkvøðurætt, hóast teir ikki vóru fólkavaldir, og at báðir um hetta mundið vóru sambandshallir. Men tann beiskasti dropin var helst, at tann danska stjórnin, eftir ynski frá tingsins meiriluta, í januar 1912 hevði samtykt og sett í gildi eina lóg, har tað í grein sjey var ásett, at landsins undirvísingarmál var danskt, og at móðurmálið bara var eitt lægri hjálparamboð. Tann litríki, ótroyttiligi og virtuost polemiski blaðstjórin Kristin í Geil rópti teir menn, sum tá stílaðu fyri í Føroyum, em­bætism­annavaldið. Valdsins kongur var Svenning Rytter amt­ maður, ein myndugur, dugnaligur, men eitt sindur turrisliga neyvur junkari. Hann var tingsins formað­ ur og eitt slag av sambindingar­ liði millum stjórnina í Keypmanna­ havn og tingið. Tá ið kríggið byrjaði, var tað eitt høvuðsmál hjá sjálvstýrinum at reka embætis­ mannavaldið og Rytter amtmann á dyr. Tvøroyri Minni enn eitt ár eftir krígsbyrjan kom ein riva í valdið hjá sam­ bandinum. Fyri at skilja tað sum nú hendi, mugu vit gera eitt rend til Suðuroyar, til bygdina Tvøroyri, sum um hetta mundið, við meira enn 1000 íbúgvum, sjey stórvirkjum og o.u. fjøruti fiskiskipum, stóð í hægsta blóma sum fiskivinnupláss. Um hetta mundið var tað triðja ættarliðið eftir Johan Morten­ sen, slóðbrótaran, vaksið upp og hevði fingið ávirkan. Ein av hansara abbasonum, Johan Mortensen, lærari, hevði í 1915 flotað ta reystligu og greidliga skrivaðu blaðskútuna Føroya­ tíðindi. Ein annar abbasonur, Edward Mortensen, var komin heim sum nýklaktur løgfrøðingur og hevði starvast eitt skifti sum sýslumaður. Jóannes Patursson, sum hevði ásannað, at hann eftir øllum at døma ongan møguleika hevði fyri at koma aftur í danska ríkisdagin, vendi sær í 1915 til Edward og spurdi, um hann hevði hug at stilla upp til tað komandi fólkatingsvalið. Eftir nakað av umhugsan játtaði Edward at stilla upp uttanflokka. Edward Mitens­ Edward Mortensen (seinni Mitens) er ein sera áhugaverdur persónur í Føroya nýggjari søgu, og at hann ikki hevur fingið meiri umrøða av søgufrøðingum, er dømi um bara eitt av teimum mongu holum, vit duga so væl at víðka og varðveita. Tað er søgunnar spei, at hesin sprotin av einum ættarbuli, hvørs virkis­ fúsa meginumboð ráddi (sum rithøvundurin Martin Joensen tekur til) í sínum býi sum “høvuðs­ prestur í einum templi”, settur av “teirri alvísu forsjón”, steig fram í 1914 sum ein óvanliga modernaður, frísinnaður maður. Hann tók sum ein tann fyrsti upp viðurskiftini hjá kvinnum og tørvin á yrkisfeløgum í teirri nýggju kapitalistisku tíðini, og hann bar longu um 1918­19 fram tankan um at stovna studenta­ skúla í Føroyum. Edward var enn við sítt fríska lív í mínum ungdómi, og tað var hugtakandi at hoyra hann, tá hann í okkara unga útvarpi sang Schubert á týskum við fylgispæli. Hóast Edward Mortensen á vári 1915 stillaði upp til fólka­ tingsval uttanflokka, var hann í sínum hjarta ein modernaður sjálvstýrismaður. Hansara høvuðsmál var at fáa løgtingið demokratiserað, so at próstur og amtmaður fóru úr tinginum ella mistu sín atkvøðurætt. Eitt annað høvuðsmál var at fáa ásett, at føroyskt kom at vera undir­ vísingarmálið í skúlanum. N.J. Mortens­en háls­ar um Tað áhugaverda er, at Suður­ oyggin tá var ein sambandsoyggj, og at báðar ættirnar hjá Edwardi, bæði Effersøe­fólkið og Mortensens­menninir, vóru stuðlar hjá sambandinum. Skal ein trúgva søgufrøðing­ inum John F. West, so fekk Edward stuðul frá pápa sínum, Niels Juel Mortensen, tí at hesin útgerðarmaðurin og reiðarin var misnøgdur við gongdina í havna­ byggingarætlanunum á Tvøroyri. Sóknarstýrið fór í 1913 undir eina ætlan um havnarbygging, fyritøkan Saabye & Lerche skuldi gera arbeiðið, og Ráðið fyri almenn Arbeiði í Danmark skuldi hava ábyrgdina. Men henda ætlan kom í drag, og kanska var hetta, soleiðis sum West vil vera við, orsøkin til, at Edward fekk so dyggan stuðul har suðuri. Á valinum í mai 1915 fall Andrass Samuelsen, og Edward kom inn á fólkatingið. Tá var sigursrómur í sjálvstýrisleguni, tí, so tóktist, nú fór grundin undir embætismannavaldinum at ridla. Stívar tveir mánar seinni lýsti Hans Andrias stemningin, og serliga “kongsins” fall, í sínum gitna “Sambandsfalli”: Ein bøllutur harri á gum­pin datt og kleim­di sín nýstrokna herm­ans hatt, m­estan lorgnettin var klovnað. Nakkin tók í ein gluggakarm­, har m­undi hann brotið dintil og arm­, reyvin var blá og hovnað. Fólkatings­ins­ Benjamin Og soleiðis varð Edward Morten­ sen, á mjúkum sjálvstýrisveingj­ um, í mai 1915 borin inn í tann danska ríkisdagin. Hann var 25 ár og tingsins Benjamin, gløggur, vitandi, høviskur og ivaleyst nak­ að av einum verðinsmanni. Sum føroyskt umboð í eini vandatíð og sum ein fongur fyri tann radikala stjórnarflokkin, sum hann styðjaði, kom hann at hava væl av samskifti við stjórnina, og m.a. menn sum Zahle og Scavenius. Edward vakti ans, tí at hann greidliga og reystliga dugdi at svara braneggjaðum donskum tinglimum sum eitt nú javnaðar­ manninum H.P. Hansen úr Skive og rætta teirra misfatanir um føroysk viðurskiftir. Hann kom eisini at fáa ein ávísan leiklut í einum máli ella einari gølu, sum í 1917 tók seg upp, og sum fekk navnið Adressumálið. Hetta mál kom, umframt í sjálvum sær at vera áhugavert, at fáa avleiðingar bæði fyri embætismannavaldið í Føroyum og fyri javnvágina millum samband og sjálvstýri. Um hetta mál skulu vit hoyra meira í næstu grein. Svenning Rytter, am­tm­aður 1911­18, var dugnaligur em­bætism­aður, m­en illa um­tóktur av sjálvstýrisfólki Edward Mortensen, valdur á fólkating í m­ai 1915, var frísinnaður sosialliberalur politikari og sjálvstýrism­aður