fríggjadagur 11. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 70 - 11. apríl 2008
Her eru tvær myndir av
Kongabrúnni, Geilini og
Ósanum á Eystaru Vág í
Havn. Tær eru tiknar niðri
við Ósan á Kongabrúnni í
Havn í 1876 og 2005.
Staðarnøvnini »í Trong
anum« og »í Geil« síggjast
fremst á ovaru myndini.
Øll
húsini
á
ovaru
myndini eru so við og við
tikin burtur, og eru nýggj
hús komin ístaðin. Einki av
teimum gomlu húsunum
sæst á nýggjaru myndini, tó
at farvegurin av Handils
foreningini sæst, seinni rópt
hjá Essaba og síðani Cáfé
Nátúr. Hesini húsini eru
bygd í 1892 – partvís upp
íbygd og partvís á grundina
frá øðrum gomlum húsum,
eitt nú Stórustovu.
Gamla myndin er helst
tikin út gjøgnum vindeyga í
einum av teimum gomlu
húsunum í Gongini, har Sjó
vinnubankin seinni bygdi.
Fremst sæst hellan undir
húsunum har, rópt “undir
Kjallara”. Húsini fremst í
myndini eru Baianstova.
Fólkini fluttu úr Baianstovu
í 1877 niðan í Guttastovu í
Gongini, sum síðani hevur
verið rópt Baianstova. Hand
ilsfelagið hjá Jørgen Bech
& Sønner keypti húsini, og
vórðu tey tikin niður og
nýggj pakkhús bygd á
staðnum. Tað var tað húsið,
sum seinni var rópt Grøna
Pakkhús ella Pakkhúsið hjá
Carl á Lag, sum varð tikið
niður umleið 1970.
Ytst høgrumegin sæst
Kongabrúgvin – steinset
ingin undir neystunum og
niðan millum Baianstovu
og Geilina. Kongabrúgvin
var gjørd í sambandi við
fyrstu kongavitjan í Føroy
um, sum var 25. juli í 1874,
tá Christian IX kongur og
Valdemar Prinsur vitjaðu í
Føroyum á veg til 1000 ára
haldið fyri landnámi í
Íslandi.
Ósin fór undir heilt í
1929 – og seinni er navnið
Kongabrúgvin komið at
fevna um hetta øki eisini, tó
at “tann gamla Kongabrúgv
in” man vera áleið framman
fyri handilinum hjá Niels
L. Arge og niðan í Kopar
gøtu.
Ovara myndin: Esther Djurhuus
Niðara myndin: Birgar Johannessen
Broytt býarmynd
Føðingar
25. mars fingu Mia og Steen Sørensen, Trongisvágur, ein
son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3644 gr.
28. mars fingu Maika L. Samuelsen og Niels Kári Nielsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3600
gr.
28. mars fingu Joan Hvidbro og Flemming Wismann,
Skodsborg, DK ein son. Hann var 40 cm. langur og vigaði
1590 gr.
30. mars fingu Marjun Andersen og Einar Jacobsen, Syðru
gøta, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2450 gr.
30. mars fingu Birna Nielsen og Kjartan E. Nielsen, Sal
tangará, ein son. Hann var 54 cm.langur og vigaði 3850 gr.
3. apríl fingu Lydia og Janus Joensen, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3730 gr.
3. apríl fingu Durita og Rúni Nolsøe, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 51 cm. long og vigaði 3500 gr.
3. apríl fingu Oydis Petersen og Tommy Næs Djurhuus,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3490 gr.
7. apríl fingu Fríðbjørg H. og Erling Joensen, Kambsdalur,
ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3250 gr.
7. apríl fingu Sólvá í Selvindi og Leivur Justinussen, Stren
dur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3700 gr.
7. apríl fingu Bjarta og Jónfinn Olsen, Miðvágur, ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 4550 gr.
8. apríl fingu Jórun og Absalon Wolles, Eiði, eina dóttur.
Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr.
9. apríl fingu Turið og Jón Nónklett, Rituvík, eina dóttur.
Hon var 50 cm. long og vigaði 3000 gr.
10. apríl fingu Evie og Jonathan Warner, Sandur, eina
dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4260 gr.
Prógv
Sonni Sandá úr Vági, búsitandi í Ringe á Fyn, varð
útlærdur sum málari og fekk sveinabrævið á Odense
Tekniske Skole 14. mars 2008. Hann lærdi hjá Årslev
Malerforretning.
Árni Gilli Olsen úr Tórshavn hevur í januar 2008 lokið
prógv sum Bachelor í Business Administration við sergrein
í Marketing frá European University í Barcelona. Tey
fyrstu tvey árini las hann á Hawaii Pacific University í
Honolulu.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 13. apríl hava Gudrun og Eli Olsen, Hvalba,
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Roynhøllini 12. apríl
kl. 18 fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 12. apríl klokkan 14.00 giftast í Vestur
kirkjuni í Havn: Eva Kristina Árting og Martin Mørk.
Lesið
-so eru tit við!
nøvn