Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti 16 Í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Føroyski sangarin Teitur Lassen er í hesum døgum á konsertferð í Bretlandi. Teitur spælir nógvar konsertir í stóru bretsku býunum næstu tvær vikurnar – hann verður millum annað at hoyra í London, Sheffield, Grimsby og Glasgow. Eftir tað leggur Teitur leiðina tvørtur um Atlantshavið til USA, har hann fer at so skal á konsertferð fram til endan av mai mánaði. Danska Diabetisfelagið roknar við, at í 2025 hevur ein hálv millión danir sukursjúku. Tað er tvífalt so nógv sum í dag. Um fyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk beinanvegin, ber til at forða fyri stóra vøkstrinum, men verður einki gjørt, er tað meira sannlíkt, at 600.000 fólk hava sukursjúku um góð 20 ár. - Talið á teimum, sum hava diabetis, veksur í stórum, og gera vit einki við gongdina, so svíkja vit túsundtals danir, sigur professarin Allan Flyvbjerg, sum er formaður fyri danska Diabetisfelagið, við Politiken. Sukursjúkan hóttir Nógvir føroyskir bólkar og tónleikarar hava spælt til árliga Spot Festivalin í Danmark, sum er eitt tiltak fyri bólkar, ið eru á veg fram. Nú kunnger festivalurin, at føroysku Boys In A Band skulu spæla á festivalinum í ár. Spot Festivalurin verður hildin í Århus í døgunum frá 5. til 7. juni. Føroyska songkvinnan Lizzie hevur nú heilar 21 vikur verið á listanum yvir sangirnar, sum eru mest spældir á donskum útvarpsstøðum. Tað er sangurin Ramt I Natten, sum hevur verið eitt tað størsta hittið í Danmark í ár. Í nógvar vikur var sangurin mest spældi sangurin í donskum útvarpi, og framvegis er sangurin nógv at hoyra, tí sangurin liggur hesa vikuna sum nummar 7 á airplay- listanum. Eingin annar sangur á listanum hevur verið so leingi á listanum, sum sangurin hjá Lizzie. Nicolette Sheriadan gevst nú í sínum leikluti í sjónvarpsrøðini Desperatar Húsmøður, sum eisini hevur verið sýnd í føroyskum sjónvarpi. Enn er ikki greitt, um hon hevur fingið sekkin, ella um hon er givin sjálv. Søgur hava gingið um, at Nicolette fór at fáa sekkin, og nú er í øllum førum greitt, at hon gevst í sjónvarpsrøðini. Lizzie er drúgv Liðug sum húsmóðir Teitur í Bretlandi og USA Boys In A Band á Spot