Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 17 Eitt evangeliskt tiltak verð­ ur í Auluni í skúlanum í Vestmanna vikuskiftið 11.­ 13. apríl. Byrjað verður fríggja­ kvøld­ið 11. apríl kl. 20 har eitt mannskór fer at luttaka. Eitt kór, sum er samansett av monnum úr ymiskum samkomum í Tórshavnar Kommunu og er stjørnað av Eli Smith. Hetta kórið bleiv serliga kent und­ir tí stóru samfelagsstevnuni í novem­ ber í fjør, har teir bergtóku eina stúgvand­i fulla høll á Nabb í Havn. Leygarkvøld­ið 12 apríl kl. 20 held­ur møtirøðin fram, og tá fara Jógvan Mortensen og Co. at luttaka. Teir eru kend­ir frá størri møtitiltøkum kring land­ið, men mest kend­ir frá møtun­ um, sum plaga at vera í bad­­ mintonhøllini í Klaksvík. Teir hava ein serliga lættan og »íoyrafalland­i« stíl. Sunnukvøld­ið 13. apríl kl. 18 end­ar møtirøðin har eisini kend­ar sangkreftir lut­ taka. Talarar hesi kvøld­ini vera m.a. Rógvi Joensen, David­ Lukama, Jákup Han­ sen, Marius Sørensen og Bogi Simonsen. Ein kaffi­ munnur verður at fáa aftaná hvørt møti, har høvið er at samtala og at fáa forbøn. Fyrireikarnir vóna at síggja so mong sum tilber til hesa møtirøð. Evangeliskt tiltak í Vestmanna nøvn Torgerð Suðuroy Við hesum vil eg takka manning á Smyrli og Strand­ferðsluni fyri óføra tænastu, tá vit leygard­agin 29. mars høvd­u d­ópsd­øg­ urða umborð á góðu mat­ stovuni á Smyrli, ið nevnist Beinisvørð. Eftir d­ópin, sum fór fram í Hoy­ vík, fóru vit umborð á Smyril um 13 tíðina at eta. Vit vóru yvir 30 fólk. Mat­ skráin var frálík, 3 rættir, og maturin var frálíkur, og tænastan var sera góð, so hetta er avgjørt ein tæn­ asta, ið fleiri áttu at roynt. Hervið tøkk til tykkara, ynskir Torgerð Omman. Dópsdøgurði á Beinisvørði www.sosialurin.fo Mynd­ frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsd­óttir skip­ aði fyri í Kommunuskúl­ anum í Havn í summar. Mynd­in her er av realskúla­ næmingum í 1964. Aftara rað f.v.: Per Persson og Ása Sørensen (á Mýrini). Fremra rað f.v.: Elsa Mortensen, Dagbjartur Johansen, Kristina Abra­ hamsen og Herman í Stóru­ stovu. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd­, er við­ komand­i vælkomin at vend­a sær til Jórunn Dánjalsd­óttir á telefon: 226024. (Mynd­ nr. 496). Myndaeigari: Jógvan Christiansen Realskúlamynd frá 1964