fríggjadagur 11. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 • 11. apríl 2008
Vikuskifti 17
umborð
Søgan um Viberg Sørensen, er
søgan um 15 ára gamla dreingin,
sum valdi at søkja sjógvin.
Pápin Anskar var skipari, og tá
ið nýbygningurin Gudmund kom
sum stállínubátur á heysti í 1961,
var Viberg við á fyrsta túri.
Saman við pápa sínum og
øðrum monnum bar leiðin til
Grønlands á saltfiskaveiði, og ein
slíkur túrur vardi vanliga millum
hálvan triðja og tríggjar mánaðir.
Viberg sigldi soleiðis í fleiri ár
saman við pápa sínum.
- Eg havi siglt alt mítt lív, sigur
maðurin, sum í fjør heyst gjørdist
formaður í Reiðarafelagnum
eftir at hava sitið í nevnd og sum
næstformaður í felagnum í fleiri ár.
Viberg, sum er farin um tey
seksti, lyfti arvin eftir Jákupi
Sólstein, og nú er næstformaður
felagsins, Jónsvein Knudsen.
- Eg havi siglt lítið seinastu 10
árini, og tí havi eg góðar stundir
at taka mær av tí arbeiði, sum
nevndin í Reiðarafelagnum nú
hevur víst mær álit at røkja.
Viberg gjørdist fyrstu ferð skipa-
eigari í 1970, tá ið hann keypti
skittaran Norðland.
Øll hesi mong ár síðan
hevur hann fingist við skip og
skiparakstur, hóast hann seinnu
árini ikki hevur ført skip sjálvur.
Í dag eigur hann garnaskipið
Anitu, sum er uppkallað eftir
einastu dóttrini.
- Sonur mín Ragnar, sum
er yngstur í røðini av trimum
børnum, førir Anitu, og miðling-
urin er skipari við norskum kemi-
kaliutangaskipi.
Í móðirættini hjá Vibergi varð
abbin gamal skipari, róptur Viberg
á Sevmýru. Abbin í faðirættini,
Janus, sigldi eisini í sínum góðu
árum, men honum dámdi eisini
væl at fáast við jørð.
Viberg hevur verið undangongu-
maður á fleiri økjum innan føroyska
fiskivinnu, og hann var millum teir
fyrstu, sum fór at fiska svartkalva
og havtasku við gørnum.
Eisini var hann ein av slóðar-
unum í royndini at gera tunfiska-
veiði til vinnu her hjá okkum.
Nú situr hann so sum formaður
í Reiðarafelagnum og er soleiðis
andlitið hjá skipaeigarum úteftir.
Hann sigur seg harmast um tað
rák, sum hevur verið í seinastuni
um, at tað skal vera so ótrygt,
keðiligt og lítið gevandi at sigla
við føroyskum fiskiskipum.
- Vit síggja og hoyra í heilum,
at føroyskir fiskimenn rýma av
landinum, tí tað skal vera so
ótolandi at vera fiskimaður her
heima. Róð verður uppundir,
at einki skil skal vera á, at
sáttmálar verða brotnir – og at
sjálvt lógarverkið eisini svíkur
fiskimannin. Arbeiðsdagarnir eru
langir og trygdin vánalig, verður
sagt upp í saman. Tað skal snøgt
sagt ikki vera siglandi í Føroyum.
Hann heldur, at eitt tað mest
dapurskygda, hann hevur sæð
á prenti í hesum sambandi, er
samanburðurin millum føroyskar
fiskimenn og ein kúgaðan
fólkabólk í Burma.
- Róð verður ferð eftir ferð
uppundir, at alt er so gott í
okkara grannalondum – ikki
minst í Noregi, sum ofta verður
tikið fram, og tí freistast tú at
spyrja, um teir, ið umboða okkara
fiskimenn, eru umboðsmenn fyri
norðmenn.
Viberg sigur, at er tað veruliga
soleiðis, at føroyskir fiskimenn,
sum sigla her heima, heldur vilja
sigla eftir norskum enn føroyskum
sáttmála, fer Reiðarafelagið ikki
at seta seg upp ímóti hesum.
Føroyskir sáttmálar eru betri
enn aðrir, og tað er ongastaðni,
at fiskimaðurin fær ein so stóran
part av veiðivirðinum, sum teir
fáa við føroyskum fiskiskipum.
- Eg havi tosað við føroyskar
fiskimenn sum sigla í Noregi.
Teir siga, at hevði fiskiskapurin í
føroyskum sjógvi verið á leið hin
sami – og við somu fiskasløgum
- sum í norskum sjógvi, høvdu teir
tjent munandi meira her heima.
At meira er at fáa av dýrari
fiskasløgum í eitt nú norskum
sjógvi enn í føroyskum, er nakað,
sum vit ikki kunnu gera nakað við.
Formaðurin í Reiðarafelagnum
harmast um, at mistreysti soleiðis
verður sátt millum ungar menn,
sum kundu hugsað sær at søkt
sjógvin.
- Eg dugi ikki at síggja nakað
endamál við at sáa mistreysti
niður í okkara fiskimenn.
Hann heldur, at tað er gott at
vera fiskimaður í Føroyum.
- Skipini eru sum heild góð,
menn tjena væl, og teir sleppa
til hús so skjótt, skipið hevur
lagt til bryggju. Haraftrat kemur
sosiala samveran umborð, har
tú í messuni kanst tosa títt egna
móðirmál – og um viðurskifti,
sum eru viðkomandi. Flestu menn
kenna hvønn annan og í fleiri
førum kenna teir eisini røturnar
hjá hvørjum øðrum, sigur Viberg
Sørensen.
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Fiskimenn hava tað
ikki ringt
Formaðurin í Reiðarafelagnum, Viberg
Sørensen, ið sjálvur fór til skips sum 15 ára
gamal, heldur ikki, at føroyski fiskimaðurin
hevur tað ringt. – Skipini eru sum heild góð, og
inntøkurnar hava ikki verið ringar, men heldur
góðar, sigur hann
Viberg Sørensen harmast um, at mistreysti verður sátt niður í ungar menn, sum kundu hugsað sær at søkt sjógvin.
- Eg dugi ikki at síggja nakað endamál við at sáa mistreysti millum sjófólk, sigur hann