Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 70 - 11. apríl 2008 tíðindi Bókmentir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang Hon sýnist annars at hvíla í sær sjálvum á ein serstakan hátt, sum hon situr har rólig og vinsæl og greiðir frá sínum lívi og bókum, nú hon er á vitjan í Føroyum. Kortini lýsir rithøvundurin, Pia Tafdrup, sín barndóm sum eina røð av skelkum, sum hildu á í vaksna lívinum, har teir gjørdust hennara drívmegi sum rithøvundur. - Eg var øgiliga einsamøll sum barn, har eg vaks upp á einum rættiliga avbyrgdum bóndagarði langt úti á landinum. So eg royndi at skapa mær mína egnu verð við at skriva yrkingar, sum ongin slapp at síggja, sigur Pia Tafdrup og minnist skelkin, tá tey seinnu fluttu av garðinum. - Eg minnist, hvussu nakna og sárbæra eg kendi meg, sum eg stóð har, og skuldi uppliva heimin av nýggjum. Uttan iva hevur hetta verið ein góður gróðrarbotnur fyri at halda á at skriva. At skriva yrkingar er jú onkursvegna altíð ein máti at seta orð á nakað av nýggjum. Orðini streingja seg á Í baksýni heldur Pia Tafdrup, at skakandi upplivingin av umheiminum er vorðin eitt afturvendandi tema í hennara tekstum, sum ofta eru úrslit av eini trongd at skipa tingini onkursvegna - Eg havi altíð kent meg drigna at tí kaotiska, tí óruddiliga, tí tað fær meg at hugsa: Her má eg heldur fara inn og rudda upp, sigur Pia Tafdrup og ásannar, at tí dámar henni heldur ikki sokallaða prosessorienteraða list, sum ikki hevur annað uppá hjarta enn sjálva prosessina. - List skal gera meg forvitna, og tað verði eg ikki, av einum verki, sum letur tilvildina ráða, tí har er ov nógv, sum ikki hevur mín áhuga. List er ein máti at fáa skil á kaos, og tí leggi eg eisini nógva orku í, at mínar yrkingar eru smá verk, sum kunnu standa fyri seg sjálvan, sigur Pia Tafdrup, sum í sínum ritverki eisini hevur gjørt sær nógvar tankar um listarligu tilgongdina. - Sum yrkjari kenni eg tað, sum at ein ørgrynna av orðum støðugt treingja seg á og vilja sleppa uppí. Mín uppgáva er so at velja, hvørji skulu sleppa inn, hvørji mugu út og hvørji mugu bíða. Geri eg ikki tað, endar yrkingin sum eitt orða- ella myndasalat, sum eg ikki kann bjóða lesararnum, sigur Pia Tafdrup, og ásannar, at tað altíð vilja vera orð, sum ikki so lætt lata seg kveista burtur. - Ein svenskur yrkjari hevur kallað slík orð ’lítla restin, ið ikki letur seg skerja’, og tað haldi eg vera sera rámandi. Orðini, sum liggja eftir, vísa seg ofta at vera heilar yrkingar í sær sjálvum, og tí ræður um at goyma tey. Yrkingar hvessa sansirnar Tað eru ikki bara smá orð, ið seta uppá at sleppa framat, tá Pia Tafdrup setur seg við skrivara- borðið. Yrkingasavnið Tarkovskijs heste frá 2006 er dømi um eina heila røð av yrkingum, sum vildu verða skrivaðar heldur enn tað, Pia Tafdrup hevði ætlað at skriva. Yrkingarnar snúgva seg í stóran mun um demenssjúkuna hjá pápa hennara, og aftur her stóð Pia Tafdrup andlit til andlits við ein skelkandi veruleika, sum ongin vildi seta orð á. - Mamma vildi ikki tosa um sjúkuna hjá pápa, og sum frá leið fann eg út av, at demens er ein av mest tabufongdu sjúkunum yvir- høvur. Men fyri tað letur sjúkan seg ikki kveistra burtur, og tað lótu orðini seg heldur ikki í hesu- ferð. At skriva eitt yrkingasavn er at seta nakað í verðina, sum ikki hevur verið har fyrr, og tí var tað á ein hátt eyðsæð, at eg skuldi skriva hesar yrkingarnar, heldur hon. Tarkovskijs heste er annars eitt gott dømi um, at tað er evnið, sum ger av, um úrslitið verður ein skaldsøga, ein sjónleikur, yrkingar ella okkurt annað – ein fatan, Pia Tafdrup tvíheldur um. - Fólk, sum eru dement, uppliva jú bara heimin í smáum brotum, og tað var sambandið millum meg og pápa eisini nógv merkt av seinastu tíðina. Hann mintist ikki mín barndóm ella ungdóm, so vit kundu illa tosa um fortíðina, og framtíðina fekk hann ikki fyrihildið seg til. So tað vóru bara løturnar her og nú, smáir neistar, sum á skrivara- borðinum bóðu um at gerast til smáar yrkingar, greiðir Pia Tafdrup frá. Hóast hon fegnast um, at demens- feløg siga seg hava havt stóra gleði av savninum, minnir hon á, at yrkingar ongantíð geva svar. - Yrkingar eru ein máti at hvessa sansirnar og fáa eitt nýtt innlit í heimin. Bara tað, at ein yrking setur ferð á ein nýggjan tanka hjá lesararnum, er nakað av tí størsta, ein yrkjari kann uppliva – í síðsta enda skriva vit jú, tí vit vilja náa onnur menniskju, sigur Pia Tafdrup. Ýldi sínar yrkingar út Tí kann tað eisini tykjast eitt sindur løgi, at tað gekk long tíð, áðrenn Pia Tafdrup lat nakran sleppa at síggja sínar yrkingar. Og leingi tvíhelt hon eisini um, Skelkað og nakin – Ein yrking skal ikki tosa um tað, hon snýr seg um. Hon skal vera tað, hon er um – Eg havi altíð kent meg drigna at tí kaotiska, tí tað fær meg at hugsa: Her má eg heldur fara inn og rudda upp Hvøkkurin av at verða tveitt út í veruliga lívið, noyddi smágentuna Piu Tafdrup at seta orð á heimin av nýggjum. Og tað hevur hon gjørt líka síðani í eini røð av yrkingasøvnum, sum teljast millum tey fremstu í norðurlendskum bókmentum Pia Tafdrup, rithøvundur