Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 19 tíðindi at hon skrivaði fyri seg sjálva og ongan annan. - Innast inni droymdi eg nokk um, at mínar yrkingar einaferð fóru at blíva so góðar, at onnur fóru at hava gleði av at lesa tær. Men eg vildi vera púra vís í tí. Tí fortaldi eg tað heldur ikki fyri eini sál, tá eg fyrstu ferð sendi nakrar yrkingar til eitt forlag, sigur Pia Tafdrup, sum eisini visti, at hon fór at hava nógv kritisk eygu í nakkanum, um hon gav seg til kennar sum yrkjari. - Mamma og pápi lósu nógv, og sum barn fekk eg javnan onkran heimsklassikara stungnan í hondina. Soleiðis havi eg rættiliga tíðliga verið tilvitað um, at tað finnast góðar og minni góðar bøkur, og tað fær teg til at seta krøv til tín sjálvs sum rithøvunda, sigur Pia Tafdrup, sum var 31 ára gomul, tá hon gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 1981. Hóast hon tá hevði skrivað yrkingar størsta partin av lívinum, tók tað langa tíð, áðrenn hon fann sína egnu rødd sum yrkjari. Tí vóru hennara fyrstu royndir at lesa sínar yrkingar upp eisini meir at kalla katastrofalar, minnist hon. - Eg hevði onga kenslu av frástøðuni millum meg og áhoyrarnar, sum eg heldur ikki sá, tí ljósið skygdi meg í eyguni. So eg stóð har á pallinum og mest sum ýldi mínar yrkingar út. Tað sama hendi, tá eg seinni skuldi lesa upp í útvarpinum. Tá endaði tað við, at tey valdu at lata ein sjónleikara lesa upp í staðin, flennir Pia Tafdrup. Í dag undrar hon seg yvir, at hon megnaði so illa at vísa, hvussu hennara yrkingar skuldu ljóða. Pia Tafdrup hevur nevniliga altíð verið sera tilvitað um týdningin av rútmu og øðrum ljóðligum eyðkennum í eini yrking. - Ein yrking skal ikki tosa um tað, hon snýr seg um. Hon skal vera tað, hon er um. Ein yrking um tráan skal duna og dampa av dunkandi tráandi andadráttinum, so eisini lesarin byrjar at anda títtari. Snýr yrkingin seg hinvegin um kava, sum bráðnar, mást tú finna heilt onnur ljóð. Tí hevur tað sjálvandi alt at siga, hvussu ein yrking verður lisin upp, sigur Pia Tafdrup Ein rúgva av søgum Hóast Pia Tafdrup er mest kend fyri sínar yrkingar, hevur hon eisini roynt seg sum skaldsøguhøvund. Seinnu árini hevur hon eisini havt støðugt størri hug at royna seg við hesi sjangruni. Kanska hevur tað nakað við aldurin at gera, hugleiðir hon og leggur afturat, at hon sum 56 ára gomul hevur eitt perspektiv at skriva út frá, sum hon ikki hevði, tá hon byrjaði at skriva. - Tað gevur nakrar møguleika, sum eg havi hug at brúka. Eg eri sera hugtikin av serliga evninum hjá skaldsøguni at skapa drama og tekna afturvendandi mynstur, sum taka seg fram, jú eldri tú verður. Sjálv føli eg eisini, at eg verði meir opin fyri nýggjum møguleikum við aldrinum. Ivaleyst hongur tað eisini saman við, at børnini nú eru vaksin og klára seg sjálv, sigur Pia Tafdrup og smílist við tankan, tá elsti sonurin ein dagin kom heim, og kunngjørdi, at hann vildi vera journalistur. - Tá eg so spurdi hví, slóð hann armarnar út móti øllum bókahillunum í stovuni og segði: Tí tað einasta eg havi við heimanífrá, er ein rúgva av orðum, flennir Pia, sum eisini sjálv hevur endaleysar røðir av orðum við sær frá barndóminum. Ella rættari av søgum, tí hvørt kvøld fortaldi fortaldi pápin eina nýggja góðanáttsøgu fyri henni. - Hann plagdi at koma inn á kamarið við eini paraply, sum var sett saman av ymsum litum. Aftanfyri hvønn lit goymdi seg eitt ávíst slag av søgu, sum eg skuldi velja sjálv, og tað var líka spennandi hvørja ferð, tí hann fann uppá søgurnar sjálvur, sigur Pia Tafdrup, sum tá helt ondini. Tí tá søgan var byrjað, kundi onki í allari verðini órógva tey longur. Pia Tafdrup í Norður­ landahúsinum Í morgin klokkan 13 verður høvi at hoyra Pia Tafdrup lesa upp úr og greiða frá savninum Tarkovskijs heste á bókmenta­ ligum seinnaparti í Norður­ landahúsinum. Eisini fer maður hennara, bókmentafrøðingurin Bo Hakon Jørgensen, at halda fyrilestur um danska rithøvundan Karen Blixen. Meir fæst at vita um Pia Tafdrup á heimasíðuni www.tafdrup.com - Sum barn royndi eg at skapa mær mína egnu verð við at skriva yrkingar, sum ongin slapp at síggja, sigur yrkjarin Pia Tafdrup, sum minnist, hvussu skakandi tað kendist, tá hon seinni skuldi flyta frá sínum barndómsheimi Mynd: Jens K. Vang