Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti 19 Húsini standa í Reynstún á Argjum. Her er barnavinarligt og fleiri vøggustovur - og barnagarðar eru beint við. Eisini liggur fótbóltsvøllurin stutt frá. Útsýnið er einastandandi yvir alla Havnina. Húsini eru vælhildin og í trimum hæddum. Tey eru stoypt upp allan vegin upp, so her hoyrist einki til veður og vind. Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, køkur, tvey kømur, fýrrúm/vaskirúm/grovkøkur og ein sera góður hjallur. Frá køkinum er atgongd til grovkøkin og víðari út í hjallin. Á loftinum er stova, kamar og baðirúm. Kjallarin er óinnrættaður - ovari parturin er krúpikjallari. Í durinum og grovkøkinum eru flisar á gólvinum. Øll hini gólvini eru furugólv. Innhurðarnar eru furu fyllingshurðar og loftini eru træloft. Køkurin er stórur og sera rúmligur – her er eisini ein brenniovnur. Húsini eru stoypt upp og klødd við timbri. Omanfyri húsini er ein góður sólkrókur. Húsini standa í barna- vinarligum og friðarligum umhvørvi, stutt er til dagstovnar og ítróttarøki. Húsini hava einastandandi gott útsýni. Tú fært meira at vita um húsini við at ringja til Skyn á tlf. 357400. Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo Fakta: Adr.: Reynstún 11, Argir Byggiár: 1987 Hæddir: 3 Stødd innan: 232 fermetrar Grundøkið: 546 fermetrar Prísuppskot: kr. 2.100.000 Góð sethús á Argjum