Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 70 - 11. apríl 2008 ] Alt bendi á, at Oliver Kahn hevði spælt sín seinasta europiska dyst, men í einum ótrúligum dysti eydnaðist Bayern Munchen at vinna seg upp á 3-3 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðin var farin um teir 119 minuttirnar. Hóast undir­ tippaða Getafe longu í 6. minutti hevði mest Ruben de la Red, tá dómarin onk­ ursvegna metti hann hava nýtt neyðbremsuna, hevði Getafe hildið fast. Menninir hjá Laudrup høvdu enntá leingi eina 1­0 leiðslu, men bara tveir minuttir fyri tíð hevði Ribery bjargað Bayern longda leiktíð. Her syrgdu Casquero og Braulio tó skjótt fyri, at Getafe aftur hevði fyrimun, men í seinna hálvleiki av longdu leiktíð­ ini spældi Prato brádliga jólamaður, og so kundi altíð vandamikli Toni skapa spenning. Oliver Kahn er í gongd við sítt seinasta kappingarár, og í eini roynd at leingja europisku livitíð sína í øll­ um førum eitt umfar afturat, rann hann fram við i sein­ asta álopinum hjá Bayern. Sjálvur fekk Kahn ikki fat­ ur á bóltinum, men hann var kanska við til at skapa ótryggleika í verjuni hjá Getafe. Í øllum førum end­ aði alt við, at Toni við 20 sekundum eftir av dystinum kundi stúta Bayern Munch­ en upp á 3­3, og so kundu Laudrup, Faxe og teirra spælarar bara iðra seg um tað, sum kundi verið. Jú, fótbóltur er framvegis eitt spæl, har týskararnir aloft­ ast enda ovastir, tá avtorn­ ar. Fleiri av stuðulsspæl- arunum frá í fjør, sum ikki hava verið at sæð higartil í ár, vera við ímóti klaksvíkingum, ið hava sakna onkrar spælarar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Higartil í ár hevur tað verið soltið hjá bæði Skála og KÍ – bæði í steypakappingini og í fyrsta umfarinum í landskappingini. Tí hevur tað serliga stóran týdning hjá báðum pørtum at vinna úrtøku, tá ið liðini hittast á Skála sunnudagin. Full úrtøka hjá Skála á heimavølli og ikki minni hjá klaksvíkingum á útivølli kann fara at vísa seg at fara at hava ógvuliga stóran týdning, hvussu gongdin og úrtøkan fer at verða næstu vikurnar. Á Skála og um Skála lið­ ið hevur verið nógv tosað, tí tað hevur verið trot upp á spælarar. Fokus hevur verið á teimum, sum undanfarnu árini hava verið stuðulsspæl­ arar, men sum ikki hava verið við higartil í ár. Hóast tungu byrjanina so eru lagið og mótið eitt sind­ ur betri á Skála nú, tí tríggir av spælarunum, sum hava verið saknaðir, eru nú tøkir hjá John Petersen. Teir eru Pauli G. Hansen, Alexandur Johansen og Bárður Daniel­ sen. Tað hevur eisini verið tosað um, at Bogi Gregersen og Rúni Rasmussen skuldu koma afturíaftur, men teir hava ikki enn verið og vant saman við besta liðnum. Klaksvíkingar bíða fram­ vegis eftir fyrsta heimadysti­ num. Hann skuldi havt ver­ ið síðsta sunnudag ímóti HB. Nú verður hann annan sunnudag ímóti HB. Undan heimauppgerðini ímóti javnaldranum í høvuðsstað­ num, skulu fótbóltsglaðu klaksvíkingarnir fylgja sín­ um liði út á Skála. Jan Andreasen er fram­ vegis ikki tøkur, og nú er ein annar verjuveteranur, Harley Bertholdsen, heldur ikki tøkur. Harley hevur trupulleikar í øðrum læri­ num og verður ikki við á Skála. Bjarni Jørgensen hevur ikki vant í vikuni, og í morg­ un var lítið sannlíkt, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu sunnudagin. Brasilski Anderson, sum ikki enn hevur verið á besta liðnum, verður í ferðalagnum út á Skála, og tað verður álops­ spælarin Jósup Henriksen eisini. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Kahn spælir enn í Europa Skála-KÍ: Lagið er batnað á Skála Zenit Petersborg-Bayer Leverkusen 0-1 (0-1) (Zenit Petersborg víðari við samanlagt 4-2) 0-1 Dimitry Bulykin Sporting Lissabon-Glasgow Rangers 0-2 (0-0) (Glasgow Rangers víðari við samanlagt 2-0) 0-1: Jean-Claude Darcheville 0-2: Steven Whittaker Getafe-Bayern Munchen 3-3 eftir longda leiktíð 1-1 (1-0) (Bayern Munchen víðari við 4-4 og fleiri útivøllarmálum) 1-0: Cosmin Contra 1-1: Franck Ribery 2-1: Francisco Javier Casquero 3-1: Braulio 3-2: Luca Toni 3-3: Luca Toni PSV Eindhoven-Fiorentina 0-2 (0-1) (Fiorentina víðari við 3-1) 0-1: Adrian Mutu 0-2: Adrian Mutu UEFA-Cup 1/4-finalur Fagnaðurin hjá Oliver Kahn var bæði sjónligur og skilligur, tá Luca Toni við stútara í seinastu sekundunum sendi Michael Laudrup og Getafe úr UEFA-Cup kappingini Mynd: Polfoto/AP