Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 21 tíðindi EB/Streymur-B68: Meðal­ ald­urin hækkar á Tof­ tum Bill McLoud Jacob­sen hevur fleiri mans tøkar, sum ikki vóru við, tá B68 setti sjøtul á Formula- kappingina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B68, sum í fyrsta umfar­ inum tapti á útivølli móti Víkingi, hevur aftur trupla uppgávu hesaferð. Nevnliga við Margáir móti EB/ Streymi. Á pappírinum verður uppgávan neyvan trupl­ ari, men venjarin hjá felagnum, Bill McLoud Jacobsen kann tó fegn­ ast um, at hann nú hev­ ur onkrar spælarar aft­ urat tøkur í mun til upp­ gávuna seinast. Spæliloyvini hjá mál­ verjanum, Vlada Fili­ povic, og áleyparanum, Keita, eru nú komin í rættlag, og teir báðir eru heilt víst í hópinum Tað er Øssur Hansen eisini, nú veteranurin hevur funnið sær gagg­ urnar fram aftur, so alt bendir á, at meðalald­ urin hesa ferð verður meira enn tey 20,5 árini, sum hann var seinast. Hjá EB/Streymi gera skaðar ikki um seg. Tó mugu teir vera Bárð Olsen fyriuttan. Hann fekk reytt kort, tá EB/ Streymur fyri 10 døgum síðani vann seg í hálv­ finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. FM í amboðsfimleiki Fyrra umfarið í FM í amboðsfimleiki fyri einstaklingar verður í Runavík um vikuskiftið. Kappast verður her í bólki 1 og 2, og verður lagt fyri leygardagin klokkan 14. Teir seks bestu luttakararnir kappast so aftur sunnudagin klokkan 15. Kappast verður á gólvi, í lopi, á bita, á forskotnari barru, paralell barru og í ringum. Seinna umfarið í FM­kappingini, tá bólkur 3 og 4 kappast, verður í Høllini á Hálsi í Havn um tvær vikur. Írsk pub til Fremad­ Fremad Amager hevur gjørt avtalu við kendu pub’ina, the Irish Rover, sum soleiðis verður ein av sponsorunum hjá Fremad Amager. Stuðulsavtalan ber millum annað við sær, at ein av tribununum í Sundby Idrætspark verður grøn við logo hjá pub’ini, og eisini fer írska Kilkenny­ ølið at teljast millum sløgini, sum verða skonkt til heimadystirnar hjá Fremad Amager. Hjá fuglfirðingum er talan mest sum um dupulta grannauppgerð, nú teir skulu til Gøtu at dystast móti Víkingi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum spælari royndi Anton Skoradal nakrar ferðir at spæla grannauppgerð móti ÍF. Nú er tað sum venjari, at hann skal undir somu uppgerð, og hann viðgongur, at talan kanska er um serligan dyst. ­ Vit hava meira ella minni fimm grannauppgerð­ ir, nú so nógv eysturoyarlið eru, men sjálvandi er tað spennandi, nú ÍF er mótstøðuliðið. Hinvegin er hetta ein dystur, sum vit helst skulu vinna, um vit skulu standa okkum eins væl ella betri, sammett við árið í fjør, sigur Anton Skoradal. Venjarin hjá Víkingi hevur allar mans tøkar til dystin. Hjá ÍF er talan um fyrstu uppgávuna hjá David Jones. Hann má til dystin vera Alexander Jovevic fyriuttan, eftir at hesin fekk reytt kort í fyrsta dystinum. Víkingur-ÍF: Grannarnir vitja Víking Í HB eru fleiri skaddir og ivasamir, meðan sandoyingar hava allar sínar tøkar, nú teir skulu royna at endurtaka b­ragdið frá 2. umfari í fjør Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var í 2. umfari í fjør, at tað rættuliga gekk upp fyri teimum flestu, at sandoy­ ingar áttu fótbóltslið, sum var nóg gott at geva teimum bestu dygga mótstøðu. B71 vitjaði HB í 2. umfari, og tá var tað púra óvæntað, at sandoyingar fóru suður aftur við triva­ ligum 3­0 sigri. HB venjarin, Rúni Nolsøe, ásannar, at B71 aft­ ur í ár er so mikið væl fyri, at tað ikki kann roknast við øðrum enn torførari upp­ gávu: ­ Tað er einki at ivast í, at vit hesa ferð fara at fáa okkum nógv meiri royndar, enn vit hava fingið í lands­ kappingardystinum ímóti Skála og steypadystinum ímóti TB, men vit gleða okkum til torføru avbjóð­ ingina, sigur HB venjarin. Fleiri HB spælarar eru skaddir ella ivasamir. Páll M. Joensen, sum bæði kann røkja miðvallarplássið í vinstru og álopspláss, er plágaður av knæskaða, sum hevur hildið honum burtur frá venjing í fleiri vikur. Tað verður ikki roknað við, at Páll verður tøkur næstu vikurnar. Miðvallarin Ólavur í Ólavsstovu, sum hevur verið ógvuliga væl fyri hig­ artil í ár, hevur trupulleikar við fótliðnum. Hann hevur ikki vant seinastu tíðina, og hann verður ikki við sunnu­ dagin. Emil Nolsøe Leifsson hevur orsaka av skaða í økslini seinastu vikuna ikki vant saman við hinum. Mortan úr Hørg er um at koma fyri seg aftur. Hann kappast um plássið á høgra vongverja við Pætur Jørgen­ sen, sum er rættuliga væl fyri og kanska favorittur til høgra vongverjan. Í hinum borðinum kapp­ ast Poul Thomas Dam, Ras­ mus Nolsøe og kanska Jan­ us M. Joensen, sum hevur vant nógv seinastu tíðina, við Emil N. Leifsson um plássið. B71 hevur allar sínar spælarar tøkar, og sandoyingar fara hugagóðir í Gundadal: ­ Stórar avbjóðingar eru við til at gera fótbóltsspælið so spennandi, sum tað er. Undanfarnu árini hava vit ferð eftir ferð fingið góð úrslit ímóti teimum stóru. Í ár hava vit fleiri royndir, enn vit høvdu í fjør. Vit vilja fegnir hava stig við okkum suður aftur, men tað verður torført. Eingin ivi er um, at HB er favorittur, sigur B71 venjarin Eli Hentze. HB-B71: Stinni bonkurin kemur væl við Tá B71 vitjaði HB fyri nærum júst einum ári síðani, endaði tað púrasta óvæntað við 3-0 sigri til gestirnar