Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nr. 70 • 11. apríl 2008 Umstrídda bókin Lang Tuteng, har ein kinesiskur rit­ høv­undur lýsir sínar landsmenn sum hálv­býttar lýdnar seyðir, er nú komin út á enskum Týðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Væntaninar vóru stórar, tá enska útgávan av bókini Lang Tuteng varð løgd fram í Bejing herfyri. Á enskum hevur bókin fingið heitið Wolf Totem, og bæði týðarin og útgevarin á Penguin Books vóru til staðar. Tað var rithøvundurin, Lu Jia- min, hinvegin ikki, og tað hevði sína orsøk. 61 ára gamli kinesiski rithøvundurin hevur nevniliga ikki vilja givið seg til kennar, síðani hann í 2004 gav út bókina undir dulnevninum Jiang Rong. Bókin varð alt fyri eitt fyri hvøssum atfinningum, har høvundurin varð ákærdur fyri at vera alt frá svíkjari til fasistur. Hóast kinesisku mynduleikar- arnir bannaðu bókina, eydnaðist tað at geva hana út. Bókin gjørdist alt fyri eitt metseljari, og er hon seld í meir enn tveimum milliónum eintøkum og næstan 10 ferðir so nógvum pirateintø- kum. Egnar upplivingar Wolf Totem tekur støði í egnu upplivingunm hjá rithøvundanum, tá hann sum ungur reyðgardistur varð sendur til Mongolia, har hann livdi sum seyðahirði. Har gjørdist hann serliga hugtikin av frælsiskæru seyðahirðunum, og teirra tætta sambandi við glúpsku, men klóku úlvarnar. Við støði í hesum, hyggur Lu Jiamin við atfinningarsomum eygum at kinverjum og teirra mentan. Sambært høvundanum er kravið um treytaleyst lýdni størsti trupulleikin í Kina. Til at lýsa hetta, samanber hann kinverjar við eitt fylgi av lýdnum, hjálparleysum og hálvbýttum seyðum, sum eru løtt offur fyri kúgandi einaráðisharrum. Frælsisandin Wolf Totem er eitt bland av sjálvæviligari skaldsøgu og mannfrøðiligari kanning av sambandinum millum menniskju og náttúruna. Við enska blaðið The Guardian sigur ritøvundurin, at bókin fyrst og fremst snýr seg um frælsisandan. Hann leggur afturat, at hansara eyðgleiðingar av menniskjum í náttúruni hava lært hann, at um nakað av álvara skal broytast í Kina, er neyðugt at fara aftur til røturnar. - Um vit ikki broyta tað grund- leggjandi, fer eitt kúgandi stýri bara at koma í staðin fyri eitt annað. Eg royni at ávirka mentanarliga støðið í Kina. Tað, vænti eg, hevur størri týdning og fer at geva munandi betri úrslit, enn beinleiðis samanstoytir, sigur Lu Jiamin við The Guardian Tony Blair v­erður náðileyst stungin í ryggin í nýggjari bók eftir Robert Harris, sum einaferð v­ar ein av­ hollastu stuðlu­ num hjá fyrrv­erandi bretska forsetisráð­ harranum KaraKTermorð Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Veruleiki og heilaspuni verða snildisliga vovin saman í nýggju politisku ræðusøguni, Skyggen, har ein fyrrverandi bretskur statsleiðari, Adam Lang, er høvuðspersónurin. Lang er gløggur, hittinorðaður og sjarmerandi. Hann er eisini væl umtóktur næstan allastaðni, sjálvt um hann innast inni er eitt ótýggið. Og so líkist hann óvanliga nógv fyrrverandi bretska forsetisráðharranum, Tony Blair. At bókin so eisini er skrivað av Robert Harris, hevur fingið lesararar at leggja tvey og tvey saman. Robert Harris var nevni- liga ein av hollastu stuðlunum hjá Blair og skuldi eftir ætlan skrivað ævisøguna um bretska forse- tisráðharran, men tað varð av ongum. Søgur vilja verða við, at vinarlagið teirra millum slitnaði, tá Blair gjørdi av at stuðla USA í krígnum í Irak. Blair sum ameri­ kansku njósnari Í bókini biður Adam Lang ein av kendu ensku rithøvundunum skriva ævisøguna um seg. Høvundurin fer undir at skriva, men fær ein stóran trupulleika, tá hann finnur út av, at honum als ikki dámar Adam Lang. Hann er óálítandi og hevur í grundini onki uppá hjarta, tá hann ikki júst stendur á einum røðarapalli, og onkur annar hevur skrivað røðuna fyri hann. Sum frá líður vísir tað seg, at Lang í veruleikanum er ein brots- maður av ringasta slag. Millum annað hevur hann staðið á odda fyri píningini av nøkrum monnum, sum vórðu sagdir at vera limir í al-Qaeda, men sum í veruleika- num vóru ósekir bretar. Og ikki bara tað. Til endan finnur høvun- durin eisini út av, at Adam Lang er ein amerikanskur njósnari, sum hevur hertikið tann einaferð so stolta bretska arbeiðaraflokkin við tí fyri eyga at oyðileggja hann innanífrá. Ónd á høgum støði Robert Harris er ein av best umtóktu rithøvundunum í Ong- landi. Serliga gjørdist hann kendur fyri bókina Fatherland, ið er um, hvussu heimurin hevði sæð út, um Hitler hevði vunnið kríggið. Styrkin hjá Harris og í bókini Skyggen, er mátin, sum søguligi veruleikin og heilaspuni verða vovin saman. Sjálvt um frásøgnin er í so langt úti í løtum, letur tú teg lættliga taka við av roynda penninum hjá Harris. Hartil er bókin spennandi og ónd á einum rættiliga høgum støði fyri bøkur av hesum slag. Bók stingur Blair í ryggin Kinverjar sum seyðir Rithøvundurin Robert Harris, ið ei- naferð var ein av hollastu stuðlunum hjá Tony Blair, fremur nú karakter- morð á fyrrverandi forsetisráðharran Umstrídda kinesiska bókin ”Lang Tuteng” er nú komin á enskum við heitinum ”Wolf Totem”