fríggjadagur 11. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 70 - 11. apríl 2008 ]
NSÍ móti Vali
Sum føroyameistarar verða tað í ár NSÍ-
spælararnir, sum skulu dystast um sonevndar
Atlantic Cup-steypið. Tann dysturin verður
spældur leygardagin, og er tað Valur, sum tá
er mótstøðuliðið. Dysturin verður í Íslandi,
og eftir at hava spælt í Gundadali í gjár, fer
NSÍ nú til Íslands, har dysturin móti Vali
verður spældur.
Nummar 194
Altjóða fótbóltssambandið, FIFA, kunngjørdi fyrr í vikuni nýggjan heimsstyrkislista.
Føroyska landsliðið er dottið eitt pláss aftur á listanum síðan seinastu dagføring, og
liggur nú nummar 194 av teimum 202 londunum. Føroyar hava einki stig vunnið sær
síðan seinastu dagføring. Møguleiki var at vinna okkum stig í vinardystinum móti
Íslandi í mars, men hann tapti føroyska liðið 0-3. Flestu londini í niðara endanum av
styrkislistanum vinna sær stig í vinardystum, og Føroyar fær henda møguleikan í
juni, tá ið Estland kemur á vitjan í Føroyum. Topp 3 á styrkislistanum er óbroyttur.
Her er Argentina á fremsta plássi frammanfyri Brasil og Italia. Svøríki liggur
nummar 24, Noregi sum nummar 28, og Danmark heldur fast við 33. plássið.
B36 og NSÍ møttust
í framskundaðari
uppgerð í Formula
deildini í gjárkvøldið.
Eftir ein javnan
fyrra hálvleik var
B36 greitt omaná í
seinna hálvleiki, og
runavíkingar kunnu
vera best nøgdir við
eina stigið
FORMULADEILDIN
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Bæði B36 og NSÍ hava und-
an hesum kappingarárinum
mist týðandi leikarar, men
feløgini verða tó altíð knýtt
at oddanum. Tí var stórur
spenningur í luftini, tá ið
liðini bæði møttust í Gunda-
dali í gjárkvøldið. NSÍ hev-
ur nakað at prógvað eftir
eina trilvandi kappingarbyrj-
an, meðan unga og spildur-
nýggja B36-liðið skuldi
byggja víðari uppá góðu
byrjanina.
Snarlig byrjan
Dysturin fekk eina óvanliga
snarliga byrjan. Bergur Mid-
jord hjá B36 varð spældur
leysur í brotsteiginum, og
varð feldur av Tórði Thom-
sen í NSÍ-málinum. Eiler
Rasmussen ivaðist ikki, og
longu í 2. minutti mátti
hann peika á brotssparks-
blettin. Hetta brotsspark
setti Klæmint Matras í net-
ið, og við 1-0-leiðslu longu
eftir fyrsta álop hevði B36
fingið best hugsandi byrj-
anina.
So við og við stríddi NSÍ
seg inn aftur í dystin, og í
10. minutti fingu teir út-
javnandi málið. Jónhard
Frederiksberg fekk eina
góða sending, og púra einsa-
mallur móti málmanninum
lyfti hann bóltin hegnisliga
upp um Meinhard Joensen í
B36-málinum.
Funnu seg sjálvar
Eftir snarligu byrjanina var
heldur turrisligt við mál-
møguleikum, og í heila tik-
ið var tað ikki serliga áhuga-
vert at síggja. Liðini strídd-
ust um bóltin á miðjum
vølli, og hetta lat ikki upp
fyri nógvum møguleikum.
Nakrir einstakir vóru tó
síggja, og beint fyri hálvleik
manglaði lítið í, til at
Jónhard
Frederiksberg
skjeyt sítt næsta mál. Liðini
komu ikki tættari málinum,
og í tráð við dystargongdina
fóru liðini til hálvleiks við
støðuni 1-1.
B36 við yvirlutan
NSÍ viknaði nógv í seinna
hálvleiki, og høvdu teir sera
trupult við at finna hvønn
annan. Alt og nógvar skeiv-
ar spælingar vóru at síggja,
og hetta gav B36 møguleik-
an at seta seg við róðrið.
Bergur Midjord var nær við
at leggja B36 á odda fimm
minuttir inn í seinna hálv-
leik, men skallarin hjá hon-
um streyk beint framvið
málinum. NSÍ stríddist væl,
men spælið var lítið saman-
hangandi í báðum endum.
Um miðjan seinna hálv-
leik var tætt við at 17 ára
gamli Róaldur Jacobsen
legði heimaliðið á odda,
men
henda
málroyndin
streyk somuleiðis framvið
málinum. B36 hevði yvir-
vág í spælinum, men hevði
trupult við at fáa bóltin í
málið. Karoly Potemkin átti
eitt korter fyri leiklok ein
risa stóran málmøguleika,
men harða skotið varð
meistarliga bjargað av Tórði
Thomsen í NSÍ-málinum.
NSÍ átti onkran smávegis
málmøguleika, men als ikki
so nógvar, sum væntast
kann av einum so sterkum
liðið. Tá ið teir komu so
langt vóru teir heldur ikki
neyvir frammanfyri máli-
num.
Karoly Potemkin fekk í
yvirtíðini ein gyltan møgu-
leika at tryggja B36 øll trý
stigini, tá ið hann slapp
einsamallur móti NSÍ-máli-
num. Enn einaferð var Tórð-
ur Thomsen á rætta stað-
num, og fekk kveistrað sein-
asta
málmøguleikanum
burtur. Dysturin við tveim-
um fullkomiliga ólíkum
hálvleikum endaði 1-1, og
harvið hava tvey av spáddu
oddaliðunum longu nú mist
fyrstu stigini. Javnleikurin
ber í sær, at bæði B36 og
NSÍ hava fýra stig fyri tveir
dystir.
Dystaryvirlit
Formula-deildin
Dagur
Dystur
Dómari
11.04
Víkingur-ÍF
Lars Muller
13.04
EB/S-B68
Jens P. Brattalíð
13.04
HB-B71
Rúni Gaardbo
13.04
Skála-KÍ
1. deild
12.04
NSÍ-HB
Rói Jacobsen
12.04
07 Vestur-AB
Georg Rasmussen
12.04
Víkingur-B68
Høgni Hansen
12.04
VB/S-KÍ
Petur Reinert
13.04
TB-EB/S
Páll Augustinussen
Kvinnur
13.04
KÍ-AB
Alex Troleis
13.04
B36-Víkingur
Kristian M. Mouritsen
13.04
VB/S-Skála
Páll Augustinussen
B36-NSÍ 1-1 (1-1):
Meistararnir bardu
seg til eina stigið
Eftir steðgin sat B36 á tí mesta,
men tað eydnaðist kortini NSÍ at
stríða seg til annað stigið
Mynd: Álvur Haraldsen
B36-NSÍ 1-1 (1-1)
1-0: Klæmint Matras(br.), 3.
1-1: Jónhard Fredriksberg, 9.
B36: Meinhardt Joensen – Magnus Olsen, Dmitrij
Jankovic, Herbert í Lon Jacobsen, Alex José dos
Santos – Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Oddmar
Færø (Tamas Nagy, 65.), Hanus Thorleifsson, Karoly
Potemkin, Bergur Midjord
Gult kort: Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen
NSÍ: Tórður Thomsen – Aco Pandurovid, Óli Hansen,
Johan T. Davidsen (Pól Jóhannus Justinussen, 8.),
Nenad Stankovic, Bogi Løkin, Milan Pejcic (Sjúrður
Jacobsen, 80.) – Jónhard Fredriksberg, Øssur Dalbúð
(Dejan Stankovic, 63.), Hjalgrím Elttør
Gult kort: Óli Hansen, Einar Hansen
FAKTA um dystin
Formula-deildin
vunnin tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B36
2
1
-
1
-
0
5
1
4
4
2 NSÍ
2
1
-
1
-
0
3
2
1
4
3 HB
1
1
-
0
-
0
8
1
7
3
4 EB/S
1
1
-
0
-
0
4
0
4
3
5 Víkingur
1
1
-
0
-
0
4
1
3
3
6 B71
1
0
-
0
-
1
1
2
-1
0
7 B68
1
0
-
0
-
1
1
4
-3
0
8 KÍ
1
0
-
0
-
1
0
4
-4
0
9 ÍF
1
0
-
0
-
1
0
4
-4
0
10 Skála
1
0
-
0
-
1
1
8
-7
0
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 AB
1
1
-
0
-
0
7
0
7
3
2 07 Vestur
1
1
-
0
-
0
6
2
4
3
3 TB
1
1
-
0
-
0
3
0
3
3
4 VB/S
1
1
-
0
-
0
4
3
1
3
5 HB
1
0
-
1
-
0
1
1
0
1
6 Víkingur
1
0
-
1
-
0
1
1
0
1
7 NSÍ
1
0
-
0
-
1
3
4
-1
0
8 B68
1
0
-
0
-
1
0
3
-3
0
9 KÍ
1
0
-
0
-
1
2
6
-4
0
10 EB/S
1
0
-
0
-
1
0
7
-7
0