fríggjadagur 11. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 • 11. apríl 2008
Vikuskifti
22
Fyrireikingar fara nú fram til
hesi komandi rættarmál á
Guantanamo – legan kring
dómstólin, »Camp Justice«, tekur
skap.
Gerandisdagur á
Guantanamo
Guantanamo var einaferð bert ein
herflotastøð, ið gav vaktarskipum
brennievni. Men stutt eftir 11.
septembur í 2001, 11. januar
2002, komu teir fyrstu fangarnir
úr Afghanistan. Guantanamo
gjørdist bráddliga eitt týðandi
stað í krígnum ímóti yvirgangi.
Nú um dagarnar eru arbeiðs
menn í full sving við at seta
eina høll upp. Eina høll í stíl við
okkara mongu fýrkantaðu metal
kassar, har fyritøkur, heilsølur,
fiska og flakavirkir halda til.
Hetta fer fram á eini fløtu, sum
fyrr var brúkt sum flogvøll, nú
verður fløtan helst grund til
hernaðarligar dómstólar, ið kunnu
lýsast sum serligir. Høllin skal
hýsa einum serliga tryggjaðum
rættarsali. Her skulu menn, sum
eru undir illgruna fyri álvarsligt
yvirgangsvirksemi, stillast fyri
dómara.
Á tí, sum einaferð var flogvøll
ur, eru meiri enn hundrað tjøld
sett upp til sakførarar, fjølmiðlar
og starvsfólk annars, herfrá fara
øll hesi at arbeiða og búleikast
– seks persónar til hvørt tjaldið.
Og tjaldlegan hevur fingið navn
– Camp Justice.
Á Guantanamo sita 275 fangar,
tá ið talið var hægst sótu uml.
680 inni í klivum. Har arbeiða
tils. uml. 2.000, tey flestu eru
úr sjóverjuni og herinum, 12 %
tíðaravmarkaði arbeiðsfólk, eins
og tey, sum seta høllina upp
til áðurnevnda rættarsal. Ein
flogruta er, við fýra fráferðum
um vikuna, millum amerikanska
fastlandið, Florida, og Kuba,
Guantanamo. Flogfarið tekur
einans trettan ferðandi og
túrurin heilar tríggjar tímar, tí
flogfarið ikki fær flogið inn í
kubanskt loftrúm. So tað kennist
kanska eitt sindur isolerað at
verða eitt av starvsfólkunum
á Guantanamo, hóast mann
ikki er fangi. Eins og í øðrum
hernaðarstøðum úti í heimi, so
roynir herleiðslan at bøta um
støðuna við at innflyta eitt sindur
av tí heimliga. Hendan innflytanin
á Guantanamo sæst aftur í seks
fastfood matstovum, tveimum
uttandura biografum, minigolf
og so ein illa farin golfvøllur við
níggju holum.
»Nuremberg ella
Abu Ghraib?«
Blaðið The New Yorker hevur
í drúgvari grein hugt nærri
eftir núverandi støðuni kring
Guantanmo og teimum komandi
rættarmálunum. Ein niðurstøða
Hvat fer í veruleikanum
Trupult er tað heilt at
fáa greitt svar hesum
viðvíkjandi. Men líkt er
til at ein avgreiðsla er
ávegis. Umstrídda
fangalegan fer helst at
koma alt meiri fram
komandi tíðina: Ein røð
av rættarmálum er
møguliga ávegis, eftir
ætlan stendur tað
fyrsta málið fyri framm
an í næsta mánað. Teir
ákærdu skulu stillast
fyri ein serlig hernaðar
dómstól
Kríggið móti
yvirgangi
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Myndugleikar viðganga
alment, at meiri enn 130
av fangunum eru so at siga
fangaðir í ongamannalandi
– ongar ætlanir eru gjørdar
viðvíkjandi hesum fangum
FAKTA