Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 31 Glasstovan er matstovan á Hotel Føroyum. Hotel Føroyar er eitt altjóða hotel við 4 stjørnum. Hotellið er tað størsta í Føroyum við 216 seingjarplássum. Alt árið er Hotel Føroyar ein miðdepil fyri fundar- og skeiðvirksemi, eitt hotel fyri handilsfólk og ítróttarfólk. Um summarið virkar hotellið eisini sum frítíðarhotel. Í løtuni starvast 50 fólk á Hotel Føroyum. Glasstovan á Hotel Føroyum søkir eftir einum tænaralærlingi at byrja skjótast tilber. Útbúgvingin Vit bjóða tær eina útbúgving, ið tekur 3 ár og 4 mánaðir, har lærutíðin umfatar starvsvenjing í Glasstovuni á Hotel Føroyum og skúlagongd á tekniskum skúla í Danmark. Tú kemur at starvast saman við einum ungum liði í einum umhvørvi har tað hendir nakað. Sum lærlingur í einum altjóða hotelli fært tú nógvar avbjóðingar. Tann rætti lærlingurin Hevur tú áhuga fyri ferða- og tænastuvinnuni, hevur tú nú møguleikan fyri einum læruplássi. Vit vænta, at tú ert smílandi, ágrýtin, fyrikomandi og løtt/lættur av lyndi. Vit bjóða Verður tú tænaralærlingur á Hotel Føroyum, lova vit tær eina fjøltáttaða útbúgving og hollar royndir, sum tú kanst brúka víðari á tíni ferð gjøgnum lívið. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Tummas Láadal, matstovu- leiðari, á 31 75 00. Umsóknir skulu sendast til: Hotel Føroyar P/F Postsmoga 3303 110 Tórshavn ella sum teldupost til: tummas@hotelforoyar.fo Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 28. apríl 2008. Tænaralærlingur www.myemlak.dk Luksus íbúðir í Turkalandi Nýmótans 128 m2 íbúðir við hvítvørum úr 490.000 kr. Kom til Turkalands í 5 dagar og hygg at íbúðum. Ferðaprísur úr Føroyum 3.995 kr ella 1.495 kr úr Danmark. Íroknað er flogferðakostnaður, øll skipa ferðing í Turkalandi, 5 dagar á Hotelli í Mersin við morgunmati og døgurða. Tilboðið er galdandi apríl-juni. Ikki íroknað: Uppihald í Danmark. Keypir tú íbúð, fært tú ferðakostnaðin afturgoldnan. Set teg í samband við Miriam Weihe á teldupost adressu: miriam@myemlak.dk turkisk tlf. 90 534 2 90 48 70 Heilsurenningin 2008 Heilsurenningin verður leygardagin 12. apríl kl. 16.00 Hesaferð verður runnið av hesum støðum: • Shellstøðini í Klaksvík • Shellstøðini í Gøtudali • Shellstøðini við Ringvegin í Havn Runnir verða tveir teinar – ein uppá 3 km og ein uppá 5 km. Gentur og dreingir kunnu bert renna styttra teinin, meðan tey vaksnu kunnu velja styttra ella longra teinin. Bólkarnir eru hesir: Gentur/Dreingir f. 2002 ella seinni Gentur/Dreingir f. 1999-2001 Gentur/Dreingir f. 1996-1998 Kvinnur/Menn f. 1963-1995 Kvinnur/Menn vet. f. 1962 ella fyrr Heiðursmerki verða latin til 3 tey bestu í hvørjum bólki. Øll, sum luttaka fáa frukt og vatn á málinum Tilmelding kann gerast á málinum ein tíma undan sjálvari renningini Leygardagin 12. apríl 2008