Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 70 - 11. apríl 2008 HÁRLOYSNIR til einhvønn tørv 15. apríl er Henning Toftild, hárserfrøðingur, at hitta á salongini Niðaragøta 52 · 188 Hoyvík · Tel. 51 15 45 Salong Fríðgerð Salong Fríðgerð www.sev.fo MASKINMEISTARAR til Fossáverkið Tvey størv sum maskinmeistari á Fossáverkinum eru leys at søkja. Tað eina er eitt fast starv til setan skjótast gjørligt, hitt er eitt tíðaravmarkað starv til setan skjótast tilber og fram til 15. juni 2009. Arbeiðið umfatar rakstur og hald av Fossáverkinum, bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Á Fossáverkinum eru 2 turbinur uppá tilsamans 6,4 MW. Undir Fossáverki- num hoyra eisini hesi vatnorkuverk og vindmyllur, sum verða stýrd frá Fossáverkinum: • Mýruverkið við einari turbinu upp á 2,4 MW • Heygaverkið við einari turbinu upp á 4,8 MW • Eiðisverkið við tveimum turbinum upp á tilsamans 13,4 MW • Vatnturbinan á Strond upp á 1,4 MW • 4 vindmyllur í Neshaganum upp á til- samans 2 MW. Talan er sostatt um tilsamans 7 vatn- turbinuaggregat og 4 vindmyllur við einum samlaðum mátti upp á 30,4 MW. Harafturat stýrir vakthavandi á Fossáverkinum býtið av framleiðsluni millum elverkini í meginøkinum, herundir eisini Sundsverkið og Strond (lastfordeiling). Eisini er vakthavandi á Fossáverkinum koblingsleiðari fyri háspenningsan- leggini í meginøkinum. Tað er eitt krav, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskin meistaraskúlaprógv. Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga eisini úrtíðarløn. Umsóknir skulu saman við prógvum og møguligum ummælum verða sendar til: Elfelagið SEV Postrúm 319 FO-110 Tórshavn Umsóknir skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. apríl 2008. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pól Joensen, verks- meistara, á telefon 346800.