hósdagur 28. juni 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 121 - 28. juni 2001
Nr. 121 - 28. juni 2001
19
gult18 cyan18 magenta18 svart18
gult19 cyan19 magenta19 svart19
ÚT AT KOYRA
Kia Rio
Frá Kia Motors í
Fredericia verður upp-
lýst at ein nýggjur Kia
Rio kemur á danska
marknaðin í august-
september. Bilurin, ið
verður gjørdur í fleiri
útgávum, er á stødd
við Corolla, Golf og
Astra.
Kelda: Motor Magasinet
Tryggari
Opel bilar
Í heyst verður trygdar-
útgerðin í teimum
smærru Opel bilunum:
Corsa, Astra og Zafira
munandi økt, við tað
at teir nú fáa gardin-
airbag. Kanningar vísa
at gardinairbag minka
um vandan fyri skað-
um í høvdið við 90
prosentum.
Kelda: Motor Magasinet
Audi A4
Avant
Ein nýggjur stórur og
rúmligur stationvogn-
ur, Audi A4 Avant,
kemur á marknaðin í
oktober. Bilurin hevur
annars somu útgerð,og
fæst við somu motor-
um sum sedan útgáv-
an.
Kelda: Motor Magasinet
Ein av best umtóktu
ensku bilunum, Rover
75, ið hevur fingið
nógvar virðislønir
síðan hann kom á
marknaðin, kemur
seinni í ár sum
stationvognur.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Rover 75 er ein sera
elegantur bilur við klass-
iskum designi. innan er
hann sum ein ektaður ensk-
ur bilur, við poleraðum val-
nøtutræ, og cremelittum
instrumentum og velour
ella leðursetrum. Alt eftir
um man velur bilin í útgáv-
unum Classic, Club ella
Connoisseur.
Koyriegin-
leikarnir eru merktir av
fyrrverandi samstarvinum
við BMW. Eftir stuttari tíð
hevur Rover 75 fingið
virðislønir sum World Car
of the Year, Golden Steer-
ing Wheel,Worlds Most
Beautiful Automobile High
Class Saloon og Compact
Executive Car of the Year,
fyri at nevna nakrar.
Sum stationvognur
Nú er ein stationvognur á
veg. Tað er onki at takað
seg aftur í at Rover 75
Tourer verður ein elegantur
og praktiskur stationvogn-
ur. Baksetrini kunnu deilast
60/40. Tá setrini verða løgd
niður, verður gott pláss til
viðførisrúmið, umframt at
eitt stórt rúm er undir
botnplátuni í viðførisrúm-
inum. Sum vit hava skilt
koma Rover 75 Tourer
hendanvegin so skjótt teir
kunnu leverast.
Bilurin fæst við hesum
motorstøddunum: 1.8 litur
4 syl. 16V við 120 hk, 2.0
litur V6 24V við 150 hk,
2.5 litur V6 við 175 hk, og
ein 2.0 litur 4 syl. common-
rail diesel við 116 hk.
Kelda: Directions »Engelsk for
Viderekomne«
Rover 75 Tourer -
ein elegantur stationvognur
Tourer útgávan av Rover 75,
verður ein praktiskur bilur.
Baklúkan kemur niður á
hálvan bakkúfangaran.
Eins og Rover 75 sedan,
verður stationvognurin eisini
ein sera elegantur bilur.
Nevndin í P/F
Atlantic Petroleum
ásannar, at tað eisini
finnast vinnumøgu-
leikar fyri felagið
uttanfyri Føroyar.
Hesir møguleikar
verða kannaðir í
løtuni. Hetta er eitt
mál sum stovnararnir
settu sær frá byrjan,
nevniliga at nýta før-
oyska økið sum
grundarlag fyri víð-
ari menning uttanfyri
Føroyar.
HÆKKA
PARTAPENING
Jan Müller
Fríggjadagin 22. juni 2001
hevði føroyska oljufelagið
P/F Atlantic Petroleum árs-
aðalfund. Undan aðalfundi-
num varð lagt upp til mun-
andi broytingar í viðtøkum
felagsins.
Tá ið felagið varð stovn-
að í byrjanini av 1998 varð
felagið grundað á eina sera
einfalda vinnuætlan (Busi-
ness Plan), nevniliga at
koma í eina góða støðu, tá
ið leitast skuldi eftir kol-
vetni í føroyskum øki, og so
sjálvandi at avmarka váðan
mest møguligt í leiti-
skeiðnum.
Wilhelm Petersen, stjóri
sigur, at vVið eina góða
støðu meinast luttøka í ein-
um sterkum samtaki, ið
kundi vera kappingarført, tí
tá ið bjóðast skuldi uppá
føroysku teigðarnar. Stig-
takarnarnir høvdu eisini tað
grundsjónarmið, at hesu-
ferð skuldi føroyskt vinnu-
lív og føroyskir íleggjarar
ikki standa og hyggja at
meðan ein nýggj og áhuga-
verd vinna var við at taka
seg upp í fFøroyum. Nei,
luttakast skuldi frá fyrsta
degi í beinleiðis í sjálvari
oljuleitingini, soleiðis at
eitt sterkt føroyskt sterkt
oljufelag kundi mennast frá
byrjan.
Wilhelm Petersen sigur,
at hesin partur av vinnu-
ætlanini hevur hepnast so
væl, at nevnd felagsins
undan aðalfundinum hevði
mett tað rætt at taka hædd
fyri víðkaðum vinnumøgu-
leikum fyri felagið. Hendan
víðkan krevur sjálvandi
víðkaðar karmar fyri fel-
agið. Um leitiskeiðið hepn-
ast væl, og farið verður víð-
ari til eina útbygging krevj-
ast risastórar íløgur. Í løtuni
hevur P/F Atlantic Petrole-
um ein luttøkupart í sam-
takinum The Faroes Part-
nership uppá 0.1 %, men
hevur rætt at hækka lut-
tøkupartin til heili 5% um
leitiskeiðið hepnast væl.
Um samtakið skal gera
íløgur fyri eitt núú DKK 10
mia. Kr. kemur parturin hjá
P/F Atlantic Petroleum við
einum luttøkuparti uppá
5% at verða DKK 500 mió.
Um slíkar íløgur skulu
gerðast skal felagið sjálvt
koma við einum stórum
parti av hesari upphædd
sum
eginfígging.
Um
rætturin hjá P/F Atlantic
Petroleum skal kunna nýt-
ast fult út er tí neyðugt at
hækka kapitalin.
Nevndin í P/F Atlantic
Petroleum
hevur
eisini
ásannað
vísir
Wilhelm
Petersen á, at aðrir vinnu-
møguleikar finnast fyri fel-
agið uttanfyri Føroyar. Hes-
ir møguleikar verða kann-
aðir í løtuni. Hetta er eitt
mál sum stovnararnir settu
sær frá byrjan, nevniliga at
nýta føroyska økið sum
grundarlag fyri víðari
menning uttanfyri Føroyar.
-Tú kast kanska siga at
luttøkan í føroyskum øki
verður nýttur sum lopfjøl til
oljuvinnuna annars.
Nevndin í P/F Atlantic
Petroleum
hevur
eisini
ásannað at aðrir vinnu-
møguleikar finnast fyri fel-
agið uttanfyri fFøroyar.
Hesir møguleikar verða
kannaðir í løtuni. Hetta er
eitt mál sum stovnararnir
settu sær frá byrjan, nevni-
liga at nýta føroyska øki
sum eitt fundament grund-
arlag til fyri víðari menn-
ing uttanfyri fFøroyar. Tú
kast kanska siga at luttøkan
í føroyskum øki verður
nýttur sum lopfjøl til olju-
vinnuna annars.
Um bert onkur at hesum
vinnumøguleikum hepnast,
kemur felagið felagið at
vaksa munandi, og harvið
eisini kapitaltørvurin.
Nevnmdin bað á aðal-
fundinum um heimild at
hækka A partapeningin við
áljóðandi DKK 100 mió kr.
og soluleiðis at stovnað ein
nýggjarn partabrævaklassa
B, á eisini áljóðani eisini
DKK 100 mió. Kr. B parta-
brøvini hava avmarkaðan
atkvøðurætt í mun til A
partabrøvini, men hava
annars rætt til útbýti á líka-
fóti jøvnum føti við A
partabrøvini, og eru annars
frítt umsetilig. Tað verður
framhaldandi A partapen-
ingurin, ið kemur at hava
avgerðarrættin í felagnum.
A partapeningurin er í
dag bert áttur at Føroying-
um allur á føroyskum
hondum.
Stjórin í Atlants Kolvetni
sigur, at aAðalfundurin á
Hotel Føroyum fríggjadag-
in tók dyggiliga undir við
viðtøkubroytingunumm.
Wilhelm Petersen, stjóri í
Atlants Kolvetni, sum nú
víðkar um sítt virksemi
Partapeningurin í Atlants Kolvetni
hækkast við 100 mill. kr.
Við at hækka parta-
peningin og geva út-
lendskum íleggjarum
møguliga at tekna
partapening roynir
Atlants Kolvetni at
hava fleiri bein at
standa á og eisini arb-
eiða uttan fyri Før-
oya økið
AÐALFUNDUR
Jan Müller
Aðalfundurin hjá Atlantic
Petroleum seinasta fríggja-
dag var tann triði felagnum.
Í formansfrágreiðing síni
staðfesti nevndarformaður-
in Kjartan Hoydal, at bæði í
1998 og 1999 var saman-
fatingin: Eitt hendingaríkt
ár. Og tað sama kann sigast
um 2000
-Eg tori at siga, at hóast
nógv er hent tey bæði
fyrstu árini, so er lopið upp
aftur størri í 2000, og vit
hava rokkið at kalla øllum
teimum fyrstu málunum vit
settu okkum, kanska fyrr
enn væntað.
Føroya Samtakið saman
við Amerada Hess, British
Gas og Dong, søkti 17. mai
2000 Føroya Landsstýri um
leitingarloyvi á føroyska
landgrunninum.
Undan
hesum legði Atlants Kol-
vetni stóra arbeiðsorku í at
styrkja tann partin sum í
loyvistreytunum stóð undir
grein 4. Føroya Landsstýri
seldi ikki leitingarloyvi á
uppboði. Tað verður gjørt
sumstaðni í meira búnum
oljuøkjum. Hinvegin setti
Oljumálastyrið ávis krøv
um, at tey samtøk, sum
søktu loyvi, átóku sær
ávísar skyldur mótvegis
føroyska samfelagnum.
Í hesum sambandi setti
Føroya Samtakið (Faroes
Partnership) sær miðvís
endamál og AK var ein
virkin partur í at seta hesi
mál. Í oljuídnaðinum, sum
byggir á vitan og nýskapan,
er gransking og menning
(GoM) ein týðandi partur
av virksemi og íløgum.
Komandi avbjóðingarnar á
djúpum vatni og undir tor-
greiddum umstøðum krevja
nýskapandi arbeiðshættir
og framhaldandi batar. Tað
er eisini av størsta týdningi
at hava nágreiniligan kunn-
leika um karmarnar í sam-
felagi og ídnaði, sum arb-
eitt verður innan, og at
knýta tøtt samstarvsbond í
hesum umhvørvinum.
Umframt at hugsa um
føroyskar
granskingar-
stovnar í samband við GoM
og virksemi yvirhøvur, setti
the Faroes Partnership sær
serstakliga fyri at fremja
gransking og menning á
føroyskum øki. Manna-
gongdin er at vinnan tilførir
kunnleika, ikki bert um
evni sum hava beinleiðis
við oljuídnaðin at gera,
men eisini um evni sum
sum hava týdning fyri sam-
felagið, sum the Faroe part-
nership verður ein virkin
løgfrøðiligur borgari í.
Endamálið er lata sín lut í
eini burðardyggari hækk-
ing í virkisførinum í øllum
samfelagnum til frama fyri
Føroyar.
Føroya Samtakið fekk
leitiloyvi á einum øki, sum
verður mett at hava stórar
møguleikar. Alt bendir á, at
borurin verður settur í fyrst
í september ár vísti Kjartan
Hoydal á og helt fram:
-Í oktober 1999 fór onnur
kapitalhækkingin hjá felag-
num fram. Nú stendur fyri
framman ein ógvuliga stór
kapitalhækking, sum ikki
bert
stendur
núverandi
partaeigarum í Atlants Kol-
vetni í boði, men øllum før-
oyingum og eisini útlendsk-
um íleggjarum. Atlants
Kolvetni roynir á henda
hátt at hava fleiri bein at
standa á og eisini arbeiða
uttan fyri Føroya økið, sum
ætlanin var alla tíðina.
Vit vita ikki um olja
verður funnin undir Føroy-
um, sum tað loysir seg at
vinna og fáa til høldar, men
bjartskygni hjá øllum olju-
feløgum, sum hava fingið
loyvi, er stórt
Ávirkan
Sambandið
við
altjóða
oljuvinnuna hevur longu
havt ávirkan á føroyskt
vinnulív og leitingartíðin
fer at økja um hesa ávirkan
og geva eitt fíggjarligt íkast
til føroyska búskapin. Alt
bendir á, at oljan kann ger-
ast veruleiki fyrr enn vit
høvdu roknað við.
Hetta reisir spurningar
um, hvussu hetta fer at
ávirka føroyska samfelagið
til tað betra og tað verra. At
hetta fær ávirkan kann
eingin ivast í, men eftir
mínum tykki eru fleiri
grundir fyri at halda, at
ávirkanin
framhaldandi
verður lika positiv, sum hon
hevur verið higartil
Fyri tað fyrsta. Umsiting-
in av oljumálum er eitt
dømi um, at myndugleik-
arnar hava haft eina hepna
hond og ein umsiting, sum
ikki er stór í vavi, hevur
megnað at seta greiðar
vinnuligar karmar. Ætlanin
at binda almennar inntøkur
frá oljuvinnuni í ein grunn
og ikki sleppa teimum inn í
almennu
nýtsluna
ber
somuleiðis á rætta borðið.
At vinnulívið í Føroyum
við Atlants Kolvetni hevur
megnað at lyft uppgávuna
at fáa Føroyar inn í olju-
vinnuna og útvegað før-
oyskum vinnulívi ein part
av einari møguligari olju-
vinnu er kanska tað mest
positiva. Tey stóru vinnu-
feløgini hava við einum
fínum orði diversifiserað
og skapar hetta eisini eina
betri javnvág millum al-
ment og privat virksemi,
sum vit hava so harðliga
fyri neyðini.
Kjartan Hoydal kom eis-
ini inn á spurningin um
arbeiðsmegina. -Onkur ótt-
ast, at oljuvinnan fer at
stjala fólk og íløgur frá øðr-
um vinnum í Føroyum. Fer
at avlaga lønarlag og prís-
legu í Føroyum. Eg haldi
ikki tað er so einfalt. Føroy-
ar eru longu í dag av ein
partur av einum altjóða arb-
eiðs- og peningamarknaði.
Sama um oljuvinnan fer at
vaksa í stórum lopum, so er
hetta ein veruleiki, sum
ikki sleppst undan. Vit vera
noydd til at brynja okkum
til hetta og avbyrging er
eingin
loysn.
Føroyskt
vinnulív kemur sum vinnu-
lívið í grannalondum okk-
ara at sanna, at tað er kapp-
ingin um fólkið, sum avger
hvør vinnur og hvør tapir í
føroyskum vinnulívi. Olju-
vinnan kann gera, at henda
kapping kemur skjótari enn
væntað, men vit mugu und-
ir øllum umstøðum fyri-
reika okkum upp á hetta.
Mentanarliga hava álopið
frá sjónvarpinum um fylgi-
sveinar langt síðani lagað
niður allar garðar, sum før-
oyingar hava hildið seg
kunna goyma seg aftan fyri.
Sum heimurin er dánaður
í dag, so eru vit partur av
heiminum og oljuvinnan er
bert enn eitt dømi um hetta.
Eg haldi vit heldur eiga at
síggja møguleikarnar fyri
at fáa eina stóra vinnu aftrat
okkara fiskivinnu, alivinnu
og tænastuvinnu, heldur
enn at óttast segði nevndar-
formaðurin, sum at enda
vísti á, at sambært parta-
felagslógini er høvuðs-
endamálið hja nevndini í
AK at tryggja teimum, ið
hava sett pening í felagið so
gott avkast, sum møguligt.
Tey fyrstu 2000, sum settu
pening í gjørdu hetta
kanska ikki bara av hesi
orsøk, men alt bendir á, at
tey, sum hava keypt parta-
brøv í AK fyri kurs 100
og105, hava góðar møgu-
leikar fyri at gera eitt gott
hál, tí virðið er nógv
vaksið.
Kjartan Hoydal,
nevndarformaður í Atlantic
Petroleum sær stórar
møguleikar fyri føroyska
samfelagið í komandi
oljuvinnuni
Atlants Kolvetni fleiri bein at standa á
C
M
Y
K
19
18