Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult21 cyan21 magenta21 svart21 21 20 Nr. 121 - 28. juni 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 Nú útlendsk oljufeløg fara undir leiting á føroyska landgrunni- num heldur Eyðun Elttør, landsstýris- maður tað vera rætt at vitja feløgini, sum hava boðið seg fram í Føroyum fyri harvið at fáa vit betri innlit í, hvat tey veruliga standa fyri, hvørji tey eru og ikki minst, hví tey hava áhuga fyri føroyska landgrunni- num. OLJUVITJAN Jan Müller Herfyri var landsstýrismað- urin í oljumálum, Eyðun Elttør gestur hjá almenna italska oljufelagnum Agip, saman við konuni og Sú- sonnu Sørensen, sum tekur sær av upplýsingartænastu- ni hjá Oljumálastýrinum. Tey vitjaðiu á høvuðsskriv- stovuni hjá risastóra felag- num í Milano. Har var høvi at hitta stjóran fyri Agip umframt at vitja oljufram- leiðslu hjá felagnum, ið liggur beint uppat eini náttúrupark. –Tað var áhugavert at síggja, hvussu teir megna at fáa eitt livandi og týðandi umhvørvi og oljuframleiðslu at vera góð- ar grannar. Eyðun Elttør heldur tað annars vera rætt at vitja tey oljufeløgini, sum hava boðið seg fram í Føroyum. Harvið fáa vit betri innlit í, hvat tey veruliga standa fyri, hvørji tey eru og ikki minst, hví tey hava áhuga fyri føroyska landgrunni- num. -Nú tá oljufeløg eru sinn- að at brúka milliardir av krónum til at bora eftir olju her hjá okkum er eisini rætt at hyggja nærri hesum fel- øgum. Eyðun Elttør vísir uppá tað harðasta aftur, at hann við slíkum vitjanum kann koma í lumman hjá oljufel- øgunum. –Vit vilja hyggja at, hvussu feløgini arbeiða. Og viðvíkjandi hesi ferðini var eitt av endamálunum at síggja, hvussu teir fram- leiða olju við síðuna av eini náttúrupark. Agip er felag, sum arb- eiðir rættiliga sjálvstøðugt og oftani leitar á økjum har aðrir ikki eru. Teirra poli- tikkur er eisini, tá teir fara inn í eitt nýtt øki sum tað føroyska, at fara teir uppí hetta arbeiði 100%. Agip, sum í dag sam- starvar við Føroya Kol- vetni, hevur eftir hvat Sosi- alurin frættir roynt at finna aðrar partnarar eisini, tí tað verður ov tungt at bera tað mesta av váganum einsa- malt við undantaki av tí føroyska felagnum. Her hevur verður gitt, at Tex- aco, sum ikki fekk nakað loyvi í fjør, kann vera ein møguligur partnari hjá Agip: at teir kunnu fara í samráðingar við Agip um at blíva partu av teirra lisensi á føroyskum øki, samtíðis sum Agip afturfyri blívur partur av tí lisensi, sum Texaco hevur fingið bretsku megin markið. Loyvið hjá Texaco í bretska økinum liggur beint uppat tí loyvinum, sum Agip hev- ur føroysku megin markið. Tað er annars ikki fyrstu ferð, at ein føroyskur ráð- harri vitjar oljufeløg. Í fjør vitjaði løgmaður oljufeløg í Noregi og var entá úti á einum palli. Hann vitjaði eisini oljufeløg í Bretlandi á síni vitjan har í vár. -Eg haldi tað er rætt at vísa feløgunum virðing og áhuga, nú tey hava sett seg fyri at leita eftir olju her hjá okkum. Agip hevur annars sett føroying burturav til at taka sær av samvinnuni millum føroyskan oljuídn- að og útlendsk oljufeløg. Eyðun Elttør heldur tað kann gerast styrkin hjá út- lendsku oljufeløgunum, at her sita føroysk oddafólk, umframt at tað sjálvandi eisini tænir føroyskum áhugamálum. Agip, sum fekk loyvi í fyrstu útbjóðing, hevur bundið seg til at bora ein brunn og er ætlanin at seta borin í næsta ár. Agip er eitt av dótturfeløgunum hjá tí risastóru almennu italsku fyritøkuni ENI, sum eisini eigur felag, ið rekur bori- virksemi. Tí verður tað helst ein boripallur frá Sai- pem, ið er borifelagið hjá ENI, ið fer at bora fyri Agip næsta ár. Elttør vitjað Agip í Milano Eyðun Elttør, landsstýrismaður á vitjan hjá italska oljufelagnum Agip í Milano. Her saman við Agipstjórum, harímillum Inga Højgaard, leiðara á føroysku deildini. Á myndini er eisini Súsanna Sørensen frá Oljumálastýrinum Vitjað verður á einum oljuvirki í Milano Ein av hollastu stuðlunum á odda- liðnum í fyrstu deild í fótbólti skal fyri fyrstu ferð royna seg á landsliðnum. Ikki í fótbólti, men í flog- bólti. Tað er Bartal Eliasen, sum fyrr í ár vann bæði lands- og steypakappingina við felagi sínum ÍF FLOGBÓLTUR Tað gongur sum eftir ánni hjá Bartali Eliasen. Klárt á odda í landskappingini og nú á landsliðnum. Men tað er í tveimum ymiskum ítróttargreinum. Á odda í fótbólti og á landsliðnum í flogbólti. Men tey, sum kenna hann vita, at hann er knáur í báðum tveimum. Tað er einki at dylja yvir, at fótbólturin hevur verið fyrsta ítróttargreinin hjá Bartali. Hann skifti til GÍ fyri nøkrum árum síðani, tí møguleikarnir vóru betri har, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann hevur verið ein av týdningarmiklastu leikarunum á GÍ-liðnum, sum í løtuni liggur greitt á odda í landskappingini. Hetta er eisini nakað, sum landsliðsvenjarin í fót- bólti hevur sæð, um enn hann higartil bara hevur brúkt Bartal tvær ferðir í landsliðshøpi. Um fleiri fótbóltslandsdystir leggjast til má tíðin vísa, men við tí í huga, at Bartal bæði er skjótur og sterkur, so skuldi tað ikki undrað nakran. Um veturin hevur tað verið flogbólturin, sum hevur staðið ovast á bredd- anum, og eins og við fót- bóltinum í GÍ , hevur Bartal verið ein av dyggastu stuðl- unum hjá ÍF, sum setti krúnuna á verkið, tá teir fyrr í ár vunnu bæði lands- og steypakappingina. Eitt bragd, sum ÍF ongantíð hevur framt áður. Bóltdrongur í ‘89 Hóast Bartal Eliasen skjótt er 25 ára gamal og hevur spælt flogbólt í nógv ár, hevur hann enn ongan landsdyst leikt fyri Føroyar. Boð hava verið eftir honum fleiri ferðir, men hvørja ferð hevur hann verið noyddur at geva avboð, tí kappingarnar hava ligið meðan fótbóltskappingin hevur leikað upp á tað harðasta. Men í ár var øðr- vísi og tað er hann fegin um. - Eg var bóltdrongur tá Oyggjaleikirnir vóru í Før- oyum í 1989. Ein partur av flogbóltskappingini varð leiktur á Kambsdali og tá fingu vit smádreingir til uppgávu at vera bóltdreing- ir. Og hóast eg fegin havi havt hug at verið við til aðrar kappingar, so hava tær allar ligið meðan lands- kappingin í fótbólti hevur verið. Tí havi eg verið noyddur at geva avboð, sigur Bartal. Í ár var so eitt undantak. Oyggjaleikirnir hesaferð liggja meðan fótbóltsleik- ararnir eru í summarfrí og Bartal hevur sett sær fyri at brúka ein part av síni summarfrí við flogbólti á Isle of Man. - Eg havi avtalu við felagið um at eg kann fara og tá tað er í lagi, so haldi eg, at eg eigi at gera mítt til at Føroyar fáa eitt gott úrslit í flogbóltskappingini. Málið er gull Eins og onnur hevur Bartal fest seg við, at nógvir nýggir landsliðsleikarar eru við hesaferð. Sjálvur skal hann spæla sín fyrsta landsdyst á Isle of Man, men kortini er hann ein av teimum royndu á liðnum. - Við at hyggja at nøvn- um síggja vit, at eingin Mjølnir leikari er við á landsliðnum, meðan ÍF, sum gjørdist meistari, bara hevur tveir leikarar við. Or- søkin er, at annað er komið ímillum, og tá eg havi møguleikan at fara, so haldi eg tað ikki vera rætt av mær at geva avboð enn einaferð, greiðir Bartal frá. Spurdur, hvørjar vónir hann hevur fyri manslands- liðnum á Isle of Man, svarar Bartal beinanvegin, at tá liðið fer við, so er tað sjálvandi fyri at vinna. Tað er ikki vist, at tað eydnast, men tað eigur í hvussu er at vera málið. - Sjálvandi eiga vit at hava í huga, at liðið er nógv øðrvísi hesaferð, men hóast nógvir av teimum royndu leikarunum ikki eru við meira er liðið framvegis gott, og málið eigur í hvussu er at vera, at fáa heiðursmerki, sigur Bartal Eliasen at enda. + Konto súkklukappingin Úrslit frá súkklukappingini á jóansøku SÚKKLING Tíðindaskriv Í samband við jóansøkuna varð skipað súkklukapping á Tvøroyri. Kappingin varð skipað sum einkultstartur. Súkkla var frá Tvøroyrar sjúkrahúsi eftir Ovara vegi til Tjaldavíkar og aftur. Eisini var skipað fyri barnasúkklu- kapping. Børnini súkklaðu frá sjúkrahúsinum inn til Keypsamtøkuna og aftur. Suðuroyar Sparikassi lat heiðursmerki til luttakararnar. Úrslitini síggjast niðanfyri. Vaksin - Menn 1 Gunnar Dahl Olsen 28 min. 32 sek. 2 Sverri Mohr Edvinsson 29 min. 36 sek. 3 Esmar Joensen 31 min. 18 sek. 4 Eli Christianssen 5 Eyðun Poulsen 6 Geyr Gilsteinsson 7 Christian Guttesen Viðm. Miðalferðin hjá teimum vaksnu, var eitt sindur undir 40 km/t. Piltar (6-8 ár): 1 Jens Pauli Johansen Smá dreingir (9-11 ár): 1 Rúni Bláfoss 2 Rani G. Jacobsen Dreingir 12 til 14 ár: 1 Jákup Lutzen 2 Bergur Johansen 2 Anfinn Danielsen Her vóru báðir nr. 2 við somu tíð. Stigatalið í samlaðu kappingini: Vaksin - Menn Nr. Navn Stig 1 Gunnar D. Olsen 80 2 Esmar Joensen 64 2 Sverri M. Edvinsson 64 4 Eyðun Poulsen 49 4 Eli Christiansen 49 6 Geyr Gilsteinsson 20 6 Kári Simonsen 20 8 Jens Sigurd Simonsen 18 9 Eirikur Olsen 16 10 Christian Guttesen 14 Pinkur (6-8 ár) Nr. Navn Stig 1 Elinborg Ellingsgaard 40 Piltar (6-8 ár): Nr. Navn Stig 1 Knút Glerup 40 1 Jens Pauli Johansen 40 2 Filip Sivertsen 34 Smá dreingir (9-11 ár) : Nr. Navn Stig 1 Rúni Bláfoss 80 2 Rani G. Jacobsen 68 Gentur (12-14 ár): Nr. Navn Stig 1 Randi G. Jacobsen 40 2 Hansa Nybo 34 Dreingir 12 til 14 ár: Nr. Navn Stig 1 Jákup Lützen 80 2 Bergur Johansen 64 3 Finnur Jacobsen 34 3 Anfinn Danielsen 34 5 Dánjal Michaelsen 26 6 Jimmy Nielsen 23 Tríggir teir fremstu í kappingini í monnunum síggjast her. Teir eru eisini fremstir í samlaðu støðuni Bakkur á flogbóltslandsliðnum Málið er sjálvandi at vinna, men fyri tað er ikki víst, at liðið megnar hetta, sigur Bartal Eliasen millum annað Nr. 121 • hósdagur • 28. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo C M Y K 20