Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 121 - 28. juni 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Í dag fara Todi og teir undir venjingina, uttan at tað er gjørt av, hvør skal loysa Roy Hodgson av, og um Thomas Myhre skal halda fram sum málverji DANMARK Jóannes Hansen 22. juli verður farið undir eitt nýtt kappingarár í donsku superliguni. Og í august skal meistaraliðið FCK gera fyrstu royndina á vegnum til bólkaspælið í europeisku meistarakapp- ingini. Tað er har, at teir nógvu pengarnir eru at vinna. Eftir stutta summarsteðg- in hittast FCK spælararnir fyrstu ferð til venjingar á Frederiksberg í dag. Todi Jónsson kom ein stuttan svipp til Klaksvíkar mána- dagin. Týskvøldið nýttu nógvir vinir, kenningar og fjepparar annars høvi at heilsa upp á danska meist- aran, sum var á Statoil støð- ini í Klaksvík, og í gjár skuldi Todi fara av aftur landinum. Um mjørkin ikki argaði so nógv, at hann ikki slapp av landinum í gjár, so verður Todi Jónsson ímill- um FCK spælararnar, sum í dag fara undir nýggja kapp- ingarárið. Skaðin, sum helt Toda uttanfyri, tá tað varð staðfest, at FCK eigur besta fótbóltsliðið í Danmark, er burtur, og nú er Todi klárur at stríðast við Zuma, Fernandez, Simpson og hinar, sum eru evni til tey bæði álopsplássini í FCK. Eingin venjari Tað gongur ofta skjótt í fótbólti, so tað kann væl vera, at støðan er øðrvísi, tá hesar reglurnar koma út ímillum fólk, enn hon var, tá tær vórðu skrivaðar. Men í gjár var tað ein veruleiki, at ongin høvuðsábyrgdar- maður var funnin at taka við venjarastarvinum, sum hevur staðið tómt, síðani Roy Hodgson gjørdi av, at góða veðrið, størri ítróttar- liga avbjóðingin og ikki minst nógvu pengarnir í Italia vóru meiri áhugaverd enn danski høvuðsstaðurin og FCK. Todi Jónsson hevur ikki verið í FCK, síðani tað frættist, at væl lýddi venj- arin hevði sagt upp, og hann og hinir spælararnir vita einki meiri um venjara- spurningin enn onnur, sum fylgja við í donsku og út- lendsku fjølmiðlunum. Venjarastarvið í FCK hevur í vikuni verið við- gjørt í ítróttarpressuni kring alt Europa. M. a. tí bæði eingilsktmenn og týskarar hava verið umrødd sum møgulig venjaraevni í FCK. Ongland og Týskaland Í Onglandi hevur verið nevnt, at fyrrverandi lands- liðsvenjarin Terry Venables og fyrrverandi liðformað- urin á landsliðnum og venjarin hjá Middles- brough, Bryan Robson vóru evni til starvið hjá FCK, men Robson hevur sagt, at tað er hann ikki, og í Onglandi hevur verið at hoyrt, at Terry Venables hevur langtíðarsáttmála við sjónvarpsfelagið ITV, sum komandi árini ætlar at gera nógv við bestu eingilsku fótbóltsdeildina. Eingilsktmaðurin Stuart Baxter hevur eisini verið nevndur. Hann er venjari hjá norska Lyn, sum hevur langtíðar sáttmála við hann. Men tað munnu teir í FCK ikki leggja so nógv í, tí tað er bara ein vika síðani, at teir á egnum kroppi kendu, hvussu lítið sáttmálar hava at siga. Fyrrverandi týski lands- liðsvenjarin Berti Vogts hevur verið nevndur, men í týskum sjónvarpi hevur hann sagt, at tað kennir hann einki til. Norðurlendingarnir Fleiri sviar hava verið í myndini. Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Bo Johansson sigur seg ikki vera á veg til FCK, og Hans Backe, sum vandi AaB, tá teir vóru á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani, er sáttmálabundin í Salzburg í Eysturríki. Mest upplagdi sviin til FCK starvið verður Kent Karlssson mettur at vera. Hann hevur áður verið venjari í FCK, men gavst orsaka av sjúku í familjuni. Tað verður hildið, at hann í hvussu so er hevði verið ein góð fyribilsloysn. Einasti norðmaðurin, sum er í myndini, er Ståle Solbakken. Í fleiri donsk- um bløðum verða hann og Kent Karlsson roknaðir sum mest uppløgdu evnini. Norska blaðið VG veit at siga, at Ståle Solbakken í hesum døgum er á inten- sivum venjaraskeiði í Noregi, og tað er nóg mikið til nógvar greinir og inn- sløg í svongu miðlunum. Og so eru fleiri danir nevndir. Millum teirra eru Jan Mølby, sum sjálvur sigur, at hann ikki er á veg úr Onglandi og til Keyp- mannahavnar. Ein annar er Silkeborg venjarin, Benny Johansen, sum var FCK venjari, tá teir vóru meist- arar fyrst í níti árunum. Men hann er sáttmálabund- in í Jyllandi og sigur seg ikki vera á veg til FCK. Michael Laudrup hevur verið nevndur, men hann sigur nei, og so er tað Niels Christian Holmstrøm, sum nú er ítróttarstjóri í FCK. Hann hevur áður verið venjari í báðum feløgunum, sum eru grundarlag undir FCK – KB og B1903 – men maðurin, sum fram um allar aðrar brummaði, tá Todi Jónsson kom skaddur aftur av landsliðsferð, sigur seg ikki hava stundir til venjarastarvið. Í donskum fjølmiðlum verður roknað við, at ein loysn – kanska ein fyribils- loysn frá nú av og til eina ferð í heyst – verður al- mannakunngjørd í dag ella kanska seinni í hesi vikuni. Um eingin venjari er settur í dag, so verður tað hjálparvenjarin higartil, Carsten V. Jensen, sum í síni tíð spældi bæði við Brøndby og FCK, sum fer at standa fyri venjingini. Men sjálvandi er tað ikki nøktandi fyri felagið og spælararnar, at FCK ikki hevur funnið ein avloysara fyri venjaran, sum teir hildu seg skula hava í felagnum alt tað nýggja kappingarárið. Ivi um málverjan Tað er eisini greitt, at tá Todi Jónsson og hinir í FCK í dag hittast til venj- ingar, so verður Thomas Myhre ikki saman við teim- um. Norski landsliðsmál- verjin, sum stóð seg so væl í FCK í vár, er í summarfrí. Hann er framvegis sátt- málabundin at Everton, sum kortini vil sleppa av við hann. Úr frítíðarstað- num sigur Thomas Myhre við danskar fjølmiðlar, at hann vónar, at umboðsmað- urin hjá honum heilt skjótt fer at finna honum eitt nýtt felag. Higartil hevur Thomas Myhre ikki verið serliga áhugaður í at halda fram í FCK. Tað tykist sum eitt spæl gongur fyri seg um pengar. Sambært donsku pressuni, so er marknaðar- prísurin, sum teir kalla tað, á Thomas Myhre fallin rættuliga nógv síðstu tíðina. Í fjør segðist prísur- in vera 35 milliónir, men nú sigst, at málverjin kann keypast fyri ímillum fimm og tíggju milliónir. Eitt er upphæddin, sum Everton vil hava fyri norska mál- verjan. Eitt annað er, hvat málverjin og nýggja felagið hjá honum kunnu semjast um, at mánaðarlønin skal vera. Tað er í hesum, at tað tykist ganga eitt spæl fyri seg ímillum FCK og Thomas Myhre. Men undir øllum um- støðum skal FCK hava ein mann at standa í málinum. Og fyri føroyingar, sum eru áhugaðir í fótbólti, spøkir møguleikin framvegis, at tað kanska verður Jákup Mikkelsen. Men nú fáa vit at síggja, um hesin dreym- urin fer at gerast veruleiki ella ikki. Undir øllum um- støðum er tað framvegis stuttligt at spæla sær við møguleikan, at aftasti og fremsti maðurin á danska meistaraliðnum høvdu verið føroyingar, tá FCK fer at royna seg í europe- isku meistarakappingini! Eingin venjari og eingin málverji í FCK Enn hevur FCK ikki funnið útav, hvør skal setast sum venjari fyri Roy Hodgson Heldur ikki er greiða funnin á, hvør skal taka yvir á málverjasessinum, ella um Thomas Myhre heldur fram í felagnum C M Y K 22 Nr. 121 - 28. juni 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 Fleiri ellis- og røktar- heimspláss – ja ongantíð ov skjótt Helena Dam á Neystabø Sjálvstýrisflokkurin Einki er at bíða eftir, men tað skulu pengar til. Skulu vit nøkta tørvin á ellis- og røktarheimsplássum, so kostar tann íløgan uml. 300 milliónir krónur – og tað fer at kosta uml. 100 milli- ónir krónur meira í rakstri um árið. Hetta er tað, tað kostar. Og tað er meiri enn tað dupulta av tí, sum vit játta til røktarheimsøkið í dag. Politikkur er eitt val. Vit velja at skerja blokkin við 400 milliónum longu kom- andi ár. Samgongan hevur ætlanir um at seta hol á ein undirsjóvartunnil afturat longu næsta ár, og aðrar stórar íløguætlanir eru settar út í kortið. Tað má og skal ein umprioritering til. Flest øll kenna mína støðu. Íløgur í viðurskiftini hjá teimum gomlu, sum hava lagt lunnar undir sam- felagið Føroyar í dag, skulu veljast fram um. Vit skulu bíða við teimum stóru íløg- unum til vit ikki longur skammast um tey viður- skifti, sum vit bjóða okkara veikastu. Tað ber saktans til, og tað hevði tænt okk- um til heiðurs. Og hetta skal vera mítt uppskot. Vit eiga at byggja røktar- heimspláss fyri 200 milli- ónir tey næstu 5 árini. Tað er 40 milliónir um árið. Tað átti ikki at tikið samfelags- búskapin av fótum. So mugu vit heldur lata onkra aðra skínandi íløgu úr stáli ella beton bíða. Tíbetur hava kommunur- nar sýnt ábyrgd seinnu ár- ini, og í felag hava vit fing- ið fleiri sambýli sett á stovn hesi seinastu árini. Og Heimarøktin hevur gjørt eitt stórt arbeiði, soleiðis at búfólkini á sambýlunum hava tað gott. Vit hava út- vegað eini 50-60 nýggj pláss hjá eldri fólkum at flyta inn á sambýlir kring allar Føroyar, og ellisheim- ið og sambýlini á Sandoy eru upplatin. Og tað er samtykt at byggja eitt nýtt ellisheim í Sundalagnum. So tað er ikki rætt at siga, at einki er hent. VIÐMERKINGAR Soljóðandi skriv er 12. juni 2001 sent til: Bjarna Djur- holm, landsstýrismann við Ferðslumálum, Ráðið Fyri Ferðslutrygd og Fjølmiðl- arnar Føroya-MC Nevndin Síðani ta syrgiligu vanlukk- una á Skálafjørðinum fyri kortum, hevur verið kjakast um, hvat ið kann gerast fyri at forða fyri, at slíkt kann henda aftur. Nógvir møgu- leikar hava verið nevndir, og teir flestu ganga út uppá, at forboð av ymsum slag skal hjálpa – t.d. at blomba bilarnar, fyribils koyrikort til tey ungu, at ung ikki skulu hava loyvi at koyra aftaná kl. 24 um náttina o.s.fr. Spurningurin er so, um hetta hevði hjálpt nakað! Eitt er tó heilt greitt; menniskjan hevur gjøgnum allar tíðir havt eitt tíðar- skeið, tá skiftið frá barn til vaksin útloysir eina trongd til at royna mørk, ella, sum summi siga, ”rasa út” Hetta er ein partur av búningini og leitanini eftir sínum samleika. Ymiskt er tó frá persóni til persón, hvussu hetta verður gjørt; hjá teim- um flestu er tað soleiðis, at eingin leggur stórvegis merki til tað. Soleiðis skal ungdómurin jú vera, siga tey flestu við einum smíli. Men hjá nøkrum, serliga dreingjum, skal meira til, og her er tað ofta, at bensin og ferð gevur tann spenn- ingin, ið teir leita eftir. Spurningurin er, um hetta ikki er ein veruleiki, sum ringur verður at venja seg av við. Ein kundi hugt at øðrum, sum ungdómurin í Føroy- um hevur upplivað. Fyri nøkrum árum síðani høvdu dansistøðini í Havn bert opið til kl. 01 um náttina. Tað var júst um tað mund- ið, tá øll vóru blivin í góð- um lag, og so vórðu øll koyrd út á gøtuna aftur. Úrslitið varð, at býurin var fullur av fólki, sum ikki tímdi heim, og burturúr hesum stóðst bardagi og herverk í hópatali hvørt vikuskifti, soleiðis at politi- ið við hundum í heilum var at síggja fyri at halda skil á. Henda býarmyndin er nógv broytt hesi seinastu árini – hví kann man so spyrja!? Jú, nú er dansurin opin til kl. 04, og tá hava fólk fingið tað, sum tey vildu, og eru troytt. Spurningurin er, um ikki tað sama er galdandi fyri hesar ungu dreingirnar, ið vilja royna mørk við at koyra skjótt í bili. Man hevur hoyrt um, at politiið hevur roynt at steðga hesari hasardkoyringini, men teir ungu finna upp á ráð. Ístaðin fyri at steðga við at koyra kapp, skipa teir fyri skipaðari kappkoyring, so- leiðis at bilar við fartele- fonum syrgja fyri, at teir sum koyra, fáa boð um politiið kemur. Hvat við at gera sum við dansinum? Um vit geva teimum tað, teir vilja hava, men undir skipaðum viður- skiftum, kundu teir kanska sloppið av við bensininum, sum teir hava í blóðinum, uttan at tað skal vera so vandamikið. Ein koyribreyt neyðug Nevndin í Føroya-MC hev- ur kjakast nógv um hetta, og vit vilja staðiliga mæla til, at ein koyribreyt verður bygd í Føroyum. Við einari koyribreyt hugsa vit um tað, tey í Danmark kalla eitt ”koyritekniskt anlegg” saman við einari hálku- breyt. Ein slík koyribreyt kann nýtast av fleiri ymisk- um málbólkum. Til dømis kunnu koyrilærarar nýta hana til koyrifrálæru av óroyndum næmingum – hetta er krav í hinum Norð- urlondunum, og eisini til at næmingarnir kunnu fáa royndir í at fáa tamarhald á einum bili í hálku, uttan at vera til ampa í ferðsluni ella at koma øðrum í vanda. Yvirhøvur vildi eitt hálku- skeið komið væl við hjá nógvum førarum – eisini teimum, ið hava havt koyri- kort í nógv ár. Eisini vildi ein koyribreyt verið frálík til buss- og last- bilførarar, soleiðis at teir sleppa frá at fara til Dan- markar, hvørja ferð teir skulu á skeið. Tó hugsa vit eisini, at ein slík breyt kann nýtast til kappingar, t.d. við motor- súkklum, knallertum ella go-kart, har ið kappast verður undir skipaðum við- urskiftum. Flestu, sum hava hug at kappast á motorak- førum, siga at ferðin ikki er avgerandi. Tað, sum tað oft- ast snýr seg um, er at tað skal vera spennandi, og at man kann royna síni mørk. Ein koyribreyt kann ger- ast soleiðis, at nógv sving eru á henni, og hetta ger, at ferðin ongantíð verður so nógv. Mørkini kunnu sum oftast líka so væl røkkast við 50 km/t. sum við 200 km/t. Ein annar munur á alfara- vegi og einari breyt er, at um koyrt verður út av al- faravegi, so er tað ofta bert 2 metrar til tann næsta hamaran ella brattlendi. Á einari breyt eru kanska 20 metrar til ein múr av dekk- um, har ímillum leyst grús ella mold, sum steðgar tær áðrenn tú nakrantíð kemur so langt. Aðrastaðni, t.d. í Dan- mark, kunnu børn/ung sleppa at koyra á einari koyribreyt við go-kartum, knallertum og lítlum motorsúkklum longu frá 10 ára aldri, og tey læra sostatt líðandi at koyra. Um ein koyribreyt bleiv bygd í Føroyum, var tað kanska ein gongd leið, at tey ungu sluppu at læra seg at koyra nøkur ár áðrenn tey fingu koyrikort til knallert, t.d. um 14 ára ald- ur. Hetta kundi vónandi ført við sær, at tey lærdu at koyra trygt á einum av- byrgdum øki, og ikki úti í ferðsluni, sum tað er í dag, og kanska eisini gjørt, at tey fingu virðing fyri tí, tey koyra við. Teir (serliga dreingirnir), sum hava ov nógv bensin í blóðinum, tá teir eru 18 ár, hava tað helst eisini, tá teir eru 14 ár, og vildu ivaleyst verið teir fyrstu, ið teknaðu seg til at koyra á einari breyt, um møguleiki var til tess. Hetta vildi so eisini gjørt, at teir kundu avreagerað og roynt síni mørk á koyribreytini undir skipaðum viðurskift- um (og sjálvandi við ásett- um reglum), og ikki úti í ferðsluni! Tað er ein sannroynd, at tað, sum ein lærir mest av, er av sínum feilum; og um tú koyrir á einari koyribreyt við einari knallert, sum ikki koyrir meira enn umleið 50-60 km/t., og ert í neyð- ugari trygdarútgerð, kundi tú roynt tíni mørk og gjørt onkran feilin, uttan at tað hendi meira, enn at tú fekst eitt sindur ilt. Sami feilur við 200 km/t. á alfaravegi kann kosta nógv meira enn tað – bæði fyri tann, ið koyrir, og møguliga onnur eisini. Hugburðsbroyting Vit meina avgjørt ikki, at forboð hjálpir upp á nakað, tvørturímóti. Vit halda, at tað er neyðugt at broyta hugburðin hjá teimum ungu – serliga dreingjun- um, og tann bólkurin, ið best kann ávirka hesar dreingir, eru tær ungu gent- urnar. Í Danmark hava fleiri amt saman við Rådet for Større Færdselssikkerhed gjørt eitt átak, har tey royna at fáa tær ungu genturnar at ansa eftir dreingjunum. Hesar gentur, sum melda seg sjálvbodnar, verða nevndar ”verndareinglar”, og tær fáa so ta uppgávuna at ansa eftir, at dreingirnir ikki fara at koyra bil, ávirk- aðir av rúsdrekka ella øðr- um. Hetta halda vit kundi ver- ið eitt hugskot at roynt í Føroyum, ikki bert viðvíkj- andi at koyra ávirkaður, men eisini viðvíkjandi at koyra ov skjótt. Tað kundi t.d. verið, at vinkonan tók billykilin frá dreinginum, um hann hevði drukkið, at genturnar nokta at koyra við dreingjunum, um teir koyra ov skjótt, ella at tær á annan hátt tosa til teirra samvitsku. Fyri at broyta henda hug- burðin, meina vit tó at tað er neyðugt við einari koyri- breyt, har dreingirnir kunnu sleppa at koyra, tí teir mugu og vilja sleppa av við hesa trongdina eftir spenningi á ein ella annan hátt. Ein annar máti at ávirka hesar dreingirnar er bólka- trýst (á ein positivan hátt). Her hugsa vit um, at fyri nøkrum árum síðani vóru tað bert heilt fá, ið koyrdu við røttum trygdarklæðum og hjálmum á motorsúkklu. Tá var tað kovboybuksur og gummistyvlar, men í dag sær myndin heilt øðrvísi út. Í dag verður tað næstan ikki góðtikið, um tú ikki hevur hóskandi klæðir at koyra í, og so slettis ikki, um tú ongan hjálm hevur, og hetta er uttan lóggeving! Tað er cool at vera tryggur Tað átti ikki at verið neyð- ugt at hækka bøturnar, fyri at fáa fólk at nýta hjálm, trygdarfetil og onnur ting, sum eru til fyri at verja tey. Ístaðin má tað blíva soleið- is, at tað er cool millum tey ungu (eins og tey eldru) at vera tryggur, og ikki at tað er cool at koyra svakt og uttan trygdarútgerð. Vit halda, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd ger eitt dygd- argott arbeiði við at royna at broyta hugburðin hjá børnum – t.d. við at øll 1. klassa børn fáa ein súkklu- hjálm, og allir 9. klassa næmingar fáa ein dag við frálæru hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, men tað vilja tó altíð vera nøkur, har hes- in boðskapurin ikki rínur við, og tá halda vit, at fyri- brigdið ”verndareinglar” kundi verið vert at roynt. Í øllum førum mugu vit fara aðrar vegir enn teir traditio- nellu. Samanumtikið halda vit, at hetta við at koyra ov skjótt, og trongdin hjá teim- um ungu at royna veingir- nar, ikki er nakað, ið slepp- ast kann av við. Spurning- urin er bert, hvussu kunnu vit gera tað soleiðis, at tað ikki krevur fleiri mannalív? Sum eitt áhugafelag fyri motorsúkklukoyrarar hava vit fleiri limir, sum júst hava nógv bensin í blóði- num, og nakrir av hesum hava verið í Danmark og roynt at koyrt á koyri- breytum undir skipaðum viðurskiftum, so tað er so- statt eisini út frá royndum, at vit skriva hetta bræv. Vónandi kunnu vit við hesum orðum geva teimum ungu dreingjunum, teimum ungu gentunum, teirra for- eldrum og okkara politikar- um nakað at hugsa um. Ikki fleiri ferðsluvanlukkur, takk! Viðmerking til Dag og Viku 23