Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 35 Stutt Sagt Dómari fekk bót Í Spania er ein dómari dømdur at rinda góðar 600.000 krónur í bót og at missa rættin at arbeiða sum dómari í eit ár. Orsøkin er, at dómarin, Adelina Entrena, lat ein mann sita 455 dagar í varðhaldi fyri eitt brots­ verk, sum hann var frí­ kendur fyri at hava gjørt. Málið er ikki tað einasta av sínum slagi í Spania, og í dómsvaldinum vilja tey vera við, at dómararnir eru ovbyrjaðir av arbeiði, og at játtanin til dómsvaldið er alt ov lítil. Eitt mál, sum hevur fingið nógv umrøðu, er um ein dómara, sum gloymdi at geva einum dømdum manni boð um, at nú skuldi hann sita dóm­ in. Maðurin var dømdur fyri kynsligan ágang ímóti dóttir síni, , og nú er hann skuldsettur fyri at hava beint fyri einari aðrari gentu, meðan hann bíðaði eftir boðum um, at hann skuldi inn at sita. Tungur arvur Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Colin Powell sigur, at USA kann fara undir at taka sínar her­ menn úr Irak seinni í ár, men at amerikanskir hermenn verða í Irak langt inn í næsta forsetaskeiðið. Powell, sum sjálvur er fyrr­ verandi generalur, sigur við sjónvarpið ABC, at er Irak ringt, er Afghanistan verri, tí at trupulleikarnir har eru størri, sigur hann. Í Afghanistan stríðast afghanskir og útlendskir hermenn ímóti ættarbólk­ um og rúsevnaharkaliðum, samstundis sum Taliban og al­Qaeda eru farin at gera meiri um seg. Niðurstøðan hjá Colin Powell er, at tann komandi amerikanski forsetin fær ein tungan arv í Afghanistan og Irak. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit vunnu forsetavalið greitt og við nóg stórum meiriluta og fara tí ikki at taka lut í einum umvali (Morgan Tsvangirai) útlond Demokratarnir í USA skuldseta nú forsetan fyri at útseta allar truplar avgerðir til eftirmannin at taka Í gjár gjørdi George W. Bush, forseti, av at útseta amerikonsku afturtøkuna úr Irak. Alment hevur hann tikið avgerðina eftir tilmæli frá amerikanska ovastanum í Irak, generalinum David Petreaus, men demokratar­ nir í Kongressini halda, at tað er bara ein umbering. Formaðurin í Umboðs­ mannatinginum, demokrat­ urin Nancy Pelosi, sigur, at forsetin roynir at skákað sær undan øllum truplum avgerðum, nú hansara skeið í Hvítu Húsunum styttist. Ístaðin fyri hevur hann valt at útseta tær truplu avgerð­ irnar til eftirmannin at taka, sigur hon. ­ Forsetin hevur drigið okkum upp í eitt miseydnað kríggj, hann hevur sett landið í skuld, sum er í ferð við at elva til búskaparliga afturgongd. Vit mugu fáa svar frá forsetanum nú, sigur Nancy Pelosi. Upprunaliga var ætlanin hjá Bush at taka fleiri hermenn úr Irak í juli, men tann afturtøkan er nú útsett fyribils í 45 dagar. Bush letur eftirmannin sita við trupulleikunum Nancy Pelosi: -Bush hevur drigið okkum upp í eitt miseydnað kríggj Spanskir fjølmiðlar hava fingið fatur á einari bandupptøku, sum kanska vísir, at burturflytarin var inni í kamarinum hjá Madeleine McCann kvøldið fyri, hon bleiv burturflutt Kate og Gerry McCann eru í øðini inn á portugisisku løgregluna, eftir at spanskir fjølmiðlar hava endurgivið brot úr einari upptøku, sum løgreglan gjørdi, tá hon avhoyrdi hjúnini. Kate McCann vil vera við, at portugisiska løgreglan er farin í herferð ímóti teim­ um, sigur BBC. Sambært ljóðupptøkuni, sum sponsku fjølmiðlarnir hava endurgivið, hevði Madeleine McCann spurt foreldrini, hví tey ikki vóru komin inn í kamarið hjá henni og bróðurinum Sean, tá hon græt kvøldið fyri. Hetta var tann 3. mai ella sama dag, sum Madeleine hvarv. ­ Meðan vit sótu og ótu, spurdi Madeleine: Mamma, hví komst tú ikki, á vit grótu í nátt, skal Kate McCann hava sagt við løgregluna. ­ Gerry og eg tosaðu um hetta í fleiri minuttir, og vit samdust um at halda eyga við børnunum ta næstu náttina, skal Kate McCann hava sagt undir avhoyring­ unum í Portugal. Talsmaðurin hjá McCann­ hjúnunum, Clarence Mit­ chell, sigur, at hjúnini eru í øðini um, at portugisiska løgreglan hevur latið fjøl­ miðlunum upptøkuna. Hann ivast ikki í, at málið er at oyðileggja umdømið hjá hjúnunum. Inni kvøldið fyri? Clarence Mitchell sigur við BBC, at tað kom óvart á for­ eldrini, tá Madeleine kærdi seg um, at tey ikki vóru komin inn til hennara, tá hon hevði grátið. ­ Tey høvdu javnan hugt inn til hennara og bróðurin, og tey høvdu ikki varnast nakran grát, sigur talsmað­ urin. Tá Madeleine McCann hvarv um kvøldið tann 3. mai í fjør, vóru foreldur hennara á einari matstovu í grannalagnum og ótu. Tey fýra børnini vóru eftir í íbúð­ ini. Sambært blaðnum Daily Record halda vinfólk hjá hjúnunum, at maðurin, sum burturflutti Madeleine, kann hava verið inni í íbúðini kvøldið fyri, og at tað kann vera orsøkin til, at gentan græt eftir foreldrunum. McCann-hjúnini í øðini inn á løgregluna Kate og Gerry McCann vilja vera við, at portugisiska løgreglan roynir at oyðileggja teirra umdømi Mynd: Polfoto